Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 22 ÁRNI GREGERSEN H ann undirstrikar tað hvørja ferð, Heðin Mort­ensen. Íløgan í Tórshavnar havn er ikki ein íløga, sum komm­ unan ger. Tað er ein íløga, sum Tórshavnar havn ger og betalir. Tí eru tað íløgurnar í Skúlan á Fløtum og musikskúlan, sum fylla mest komandi fýra árini í býráðnum, men fleri aðrar verk­ ætlanir eru nevndar og summar eru longu í gerð. Bygging av nýggjum skúla hongur saman við, at neyð Hugt var at steingja gamla komm­ unuskúlan mitt í býnum í Havn. Fyri kortini at fáa nyttu úr bygn­ inginum, so er avgjørt at byggja lestraríbúðir í skúlanum og hetta arbeiðið er í gongd. Eitt annað mál, sum eisini hevur havt áhuga, er, hvussu inn­komuvegurin til Tórshavn skal ganga, tá ið ferðslan millum Eystur­oynna og Streymoynna í stóran mun fer at koma jøgnum undir­sjóvartunnilin. Fyri stuttum var ein avtala gjørd um hesa vegføring, sum bæði landið og kommunan hava skrivað undir. Samanleggingar Sum nevnt er aðrastaðni, so eru fleiri kommunur komnar uppí Tórshavnar kommunu seinnu árini og á einum almennum val­ fundi nevnd Heðin Mortensen, borgarstjóri, at hann persónlia hevði hildið, at tað er skilagott um Kvívík eisini gerst ein partur av Tórshavnar kommunu eins og Vestmanna. Á tann hátt hevði øll Streym­ oyggin burtursæð frá bygdunum í Sunda kommunu verið ein partur av Tórshavnar kommunu. Fyribils tykist støðan tó at vera soleiðis, at ongar politiskar ætlanir eru um at leggja kommunurnar saman við lóg. Verða tær lagdar saman, so er tað tí at borgararnir í kommununum ynskja tað. Ein onnur verkætlan, sum kommunan er partur av, er fjarhitaskipanin. Í samband við, at Glasir verður bygdur, var nógv kjak um, hvussu hann skal hitast. Kommunan segði tá, at ætlanin er at fáa fjarhitaskipanina til vesturbýin og skúlan á Fløtum. Tí hevði tað verið skilagott at knýtt Glaisir uppí. Heta er nú avgjørt, so fjar­hita­ skipanin verður førd víðari til vesturbýin. Eitt annað mál, sum eisini er frammi, er at gera langhyl í Havn – tað vil siga ein svimjihyl til kappingar, sum er 50 metrar langur. Í Gundadali er kommunan eisini partur av arbeiðnum at gera Tórsvøll lidnan, so vestursíðan eisini kemur undir tak Fígging Fíggjarliga er Tórshavnar komm­una væl fyri. Sambært borg­ar­stjóranum, so skyldar komm­unan ongan pening til pen­inga­stovnarnar, men hevur lán frá øðrum fyri á leið 70 milliónir krónur. Hetta eru smápengar saman­ borið við, at fíggjarætlanin javn­ vigar sløkum 840 milljónum í ár, tá ið peningurin fyri at hava yvirtikið eldrarøktina er tikin við. 20 prosent av hesum pengum fara til almanna- og heilsumál, 15 prosent til børn og ung og 11 pro­ sent til teknisk mál. Av teimum 850 milljónunum fara 330 til íløgur.. Skattaprosentið er í ár 19,75. Størstu íløgurnar í havn komandi árini eru Skúlin á Fløtum, Musikskúlin og Tórshavnar havn SKÚLI OG HAVN NEYÐUGAR ÍLØGUR FYRI TÓRSHAVN KOMMUNUVALIÐ FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 124 Glasir skal partvís hitast við fjarhita, so hitaskipanin verður førd úr í vesturbýin í Havn Tórshavnar havn skal útbyggjast, men sambært borgarstjóranum, so er tyað havnin sjálv sum skal gjalda fyri útbygging