Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 23 Tórshavnar kommuna er seinnu árini vaksin so nógv, at tveir fimtingar av øllum føroyingum búgva í høvuðstaðarkommununi. Við øðrum orðum hava 40 av hvørjum 100 føroy­ ingum adressu í Tórshavnar kommunu. Nógv tilflyuting hevur verið til Havnar seinastu mongu árini, men eisini samanlegging við aðrar kommunur hevur gjørt, at fólkatalið er vaks­ ið so ógvusliga skjótt. Í dag umfatar Tórs­ havnar kommuna bygdirnar Kollafjørð, Kaldbak og Kaldbaksfjørð, Hvítanes, Hest, Kirkjubø, Velbastað, Syðradal, Skæling, Nólsoy og Tórshavn. Kommunan er tilsamans 173 ferkilometrar í stødd og vegalongdin tilsamans í kommununi er tilsamans slakar 290 kilometrar, Góð 20.000 fólk búgva í kommununi í góðum 7000 húsum og íbúðum. Havnin sjálv er størsti partyurin av kommununi, tí har búgva næstan 13.000 fólk. Sløk 4000 búgva í Hoyvík, 2000 á Argjum og sløk 800 í Kollafirði. Tilsamans hava millum 15000 og 16.000 fólk í Tórs­ havnar kommunu valræt, tá ið býráðsval verður týs­ dagin. Tveir fimtingar av øllum føroy­ing­ um búgva í Havn Týsdagin verður kommunuval og tveir fimtingar av øllum veljarunum skulu velja 13 limir til býráðið í Havn Valstríðið í Havn er hvassari en vanligt Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, hevur sitið sum býráðsformaður seinastu 12 árini – nú vilja fleiri onnur sleppa framat ÁRNI GREGERSEN J avnaðarflokkurin gjørdi eitt megnar býráðsval fyri fýra árum síðani. Flokkurin fekk sjey av 13 býráðslimum og harvið meira enn helvtina- tað vil siga avgjørdan medsirluta í býráðnum. Tá ið sagt verður, at Javnaðar­ flokkurin fekk eitt megnarval, so hongur hetta tætt saman við teimum atkvøðum, sum táverandi og núverandi borgarstjórin fekk. Heðin Mortensen fekk per­són­liga 2637 atkvøður av teimum 4.599 sum Javnaðarlistin fekk. Næstflest fekk Bjørghild Djurhuus, sum fekk 281 atkvøður. Javnaðarflokkurin fekk flæest atkvøður, meðan Tjóðveldi fekk næstflest – tilsamans 2.506. Hinir flokkarnir fingu alir undir 2000 atkvøður. Tá ið samráðingar vóru um, hvussu býráðsarbeiðið skuldi skip­ast eftir valið, samdust flokk­ arnir um ikki at arbeiða sum sam­gonga og andstøða. Í staðin fóru tey øll í ein bólk og deildu so nevndarsessirnar eftir tí. Hetta gekk eina tíð, men tað vísti seg, at hendan semjan ikki helt. Serliga vóru tað partar av Tjóðveldi, sum andøvdu ímóti avgerðum í býráðnum og tað end­aði við, at Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi, var koyrd úr sam­gonguni. Heszum vildu hinir báðir sum umboða flokkin í býráðnum, Jógvan Arge og Jákup Dam ikki finna seg í og tóku flokkin úr stóru samgonguni. Tað vil siga, at seinasstu tvey árini hevur Tjóðveldi verið and­ støðan í Tórshavnar Býráð. Veljarakanning Tað er ikki so vanligt, at veljara­ kanningar verða gjørdar undan býráðsvalum, men hesaferð hevur Fynd gjørt eina kanning fyri Miðlahúsið. Kanningin er bert fyri valið til Tórshavnar býráð. Spurnarkanningin millum 660 fólk vísir, at Javnaðarflokkurin hesaferð fer at fáa fimm fólk vald í staðin fyri sjey. Kanningin vísir, at hesir býráðslimirnir faraz til Tjóðaveldi og Framsókn. Tað vil siga, at heldur kanningin, so verður hetta fyrstu ferð, at Framsókn fær ein lim í býráðiðå í Havn. Kanningin vísir, at Fólkaflokk­ urin fær tveir limir og Sambands­flokkurin fær ein lim av teimum 13. Tað sum er serliga spennandi við hesum valinum er, at bæði Annika Olsen, fyrrverandi lands­stýriskvinna, og Kaj Leo Holm Johannesne, løgmaður, bæði stilla upp til býráðsvalið, ávikavist fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Eisini tveir fyrrverandi borgar­stjórar, Jan Christiansen og Leivur Hansen stilla uppaftur – ávikavist fyri Fólkaflokkin og Tjóðveldi. Í kanningini var eisini spurt um veljararnir halda, at tingfólk eiga at stilla upp til býráðið. Trý av hvørjum fýra halda, at tað skulu tey ikki og fýra út av fimm halda ikki, at tingfólk eisini eiga at vera borgarstjórar. Kommunuskúlin í Havn veerður nú gjørdur til lestraíbúðir Heðin MNortensen hevur sitið í 12 ár, sum borgarstjóri í Havn