hósdagur 3. november 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 127
24
torshavn.fo
Broyttar byggisamtyktir
Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og
byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 27. oktober 2016 samtykti uppskot til broytingar í almennu
byggisamtyktini fyri økið undir Kongavarða, byggisamtyktini fyri
Velbastað, serstøku byggisamtykt nr. 3 og nýggja serstaka byggisam-
tykt fyri matr. nr. 1038bk, Tórshavn.
Broyting av almennu byggisamtyktini
fyri økið undir Kongavarða
Uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini soleiðis, at B3-økið
og C3-økið undir Kongavarða verða broytt til A3-øki og tann parturin
av 4. grundumráði, sum verður keyptur frá Búnaðarstovuni, eisini
verður broyttur til A3 øki.
Ætlaða broytingin fevnir um matr. nr. 40n, 255a, 255b, 255al, 255ak,
part av 43a, Argir, umframt øll raðhúsagrundstykkini fram við vegnum
undir Kongavarða.
Broyting av byggisamtyktini fyri Velbastað
Uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini soleiðis uml. 225 m2
av matr. nr. 1a ímillum vegirnar Norðuri á Heyggi og Norðuri á Trøð,
Velbastaður, verður broytt frá H-frílendi til B-sethúsaøki.
Broyting av ásetingum í serstøku
byggisamtyktini fyri nr. 3
Uppskot til broyting av ásetingum í serstøku byggisamtyktini nr. 3
Stadionøkið og Konmansmýra v.m. við at áseta byggi- og nýtslustig og
hvussu nógvar hæddir bygningar kunnu vera í B-økjum „Bygging,
stødd, staðseting og skapilsi húsana o.a.“.
Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt
fyri matr. nr. 1038bk, Tórshavn
Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri útstykking til 6 smærri
íbúðir á matr. nr. 1038bk millum Bóndabrekku og Norðurrás í
Tórshavn.
Tilfar, sum lýsir uppskotið til broyting av almennu byggisamtyktini fyri
Tórshavnar kommunu, byggisamtykt fyri Velbastað, serstøku byggi-
samtykt nr. 3 og nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1038bk,
Tórshavn, liggja frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 7. november til
og við 28. november 2016, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til
kl. 16.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 19. desember 2016.
Hýruvognsloyvi
Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja.
Loyvið er knýtt at bilstøðini AUTO.
Umsóknir skulu skrivast á umsóknarblað, sum fæst í Snarskivuni ella
á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo.
Saman við umsóknarblaðnum skulu latast
• avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring og
• revsiváttan
Umsókn
Umsóknir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32,
110 Tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 17. november 2016.
Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um eina standard hýru-
vognsreglugerð, sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember
1990, umsitur hýruvognsnevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 66
hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu.
torshavn.fo
Eysturoy
Vit selja við kommunuskrivstovuna í Saltangará
Leygarmorgunin 5. novembur
frá kl. 10:00
UTTASTOVUGARÐURIN
á Sandi - 211870
SANDEPLIR ,RØTUR
OG GULARØTUR
TIL SØLU