Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 179 - 21. september 2004 Higartil hava HB og KÍ tryggjað sær sjey FM heiti, og tey hava næstu dagarnar møguleika at vinna uppaftur fleiri FM VINNARAR Jóannes Hansen Í vikuskiftinum vórðu fleiri av yngru deildunum av- greiddar, og har, sum tað ikki er liðugt spælt, verður lok lagt á næstu dagarnar. HB og KÍ halda hundrað ára føðingardag í ár, og tað gera tey eftir øllum at døma við maner. Higartil hevur HB vunnið fýra FM heiti, og KÍ hevur vunnið trý FM heiti, og tey hava møgu- leika at vinna uppaftur fleiri. HB er vorðið meistari í 1. deild hjá monnum, dreingjadeildini, smápilta- deildini og í gentur 10-12 ár. HB er í finaluni í ung- lingadeildini, har teir annað mikukvøld verða roknaðir sum favorittar ímóti EB/ Streymi. Tað verður spælt um FM í nógvum deildum, meðan tað í øðrum deildum verður spælt um fyrsta plássið og gull og uppflyting og í øðrum deilum verður spælt um fremsta plássið og gull- krónur. HB hevur møgu- leika at vinna tvey sett av gullkrónum afturat. Annað er í 3. deild, har teir sunnu- dagin skulu spæla avger- andi uppgerð á heimavølli ímóti GÍ, og hitt er í 4. deild, har teir leygardagin skulu spæla finalu. Mót- støðuliðið ta ferðina verður eisini GÍ. KÍ hevur vunnið FM í kvinnudeildini, í piltadeild- ini og í pinkudeildini. Klaksvíkingar hava møgu- leika at vinna gull í smá- dreingjadeildini. Teir styrktu leygardagin um sína støðu, tá ið teir vunnu 4-0 á heimavølli ímóti TB. Tvørádreingir hava eitt gott lið. Teir eru við í FM kapp- ingini, eitt nú tí teir fyrr í summar vunnu 7-0 á heimavølli ímóti KÍ. Hini liðini í FM kappingini í smádreingjadeildini eru B36 og NSÍ. Kappingin verður liðug leygardagin. Í gjárkvøldið skuldu B36 og KÍ spæla í Klaksvík. NSÍ er meistari í gentu- deildini, AB vann leygar- dagin FM fyri smágentur (gentur 12-14 ár), og SÍF vann leyardagin FM fyri piltar á hálvum vølli. Somuleiðis vann leygar- dagin old boys kappingina. Leygardagin stóð somu- leiðis greitt, at KÍ aftur í ár vann kvinnukappingina, og hava vit meira um hetta í blaðnum í morgin. Sosialurin ynskir øllum vinnarunum hjartaliga til- lukku. Vit rokna við næstu dagarnar at fáa myndir av øllum FM vinnarunum. Tey 100 ára gomlu vinna mest Tað er ikki bert hjá teimum vaksnu, at HB hevur nakað at fegnast um. Eitt nú hevur felagið vunnið smápiltadeildina Mynd: www.hb.fo Í Sandavági var fagnaðurin stórur, tá piltarnir hjá SÍF – sum annars hava manning úr øllum bygdunum í oynni – kundu vissa sær FM-heitið Sonni L. Petersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . EB/S 11 Súni Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . GÍ 11 Rógvi Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 11 Heine Fernandez . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 8 Jacob Bymar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ 8 Bogi Gregersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Skála 8 Jonhard Frederiksberg . . . . . . . . . . . . . . . . Skála 8 John Petersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36 7 Anderson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B68 6 Sorin Anghel . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . EB/S 6 Krzystof Popczynski . . . . . . . . . . . . . . . . . GÍ 6 Høgni Zachariassen . . . . . . . . . . . . . . . . . . ÍF 6 Erling Fles . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ 6 Egil á Bø . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36 5 Heðin á Lakjuni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 5 Rúni Nolsøe . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 5 Jákup á Borg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB 4 Magni á Lakjuni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . ÍF 4 Ian Højgaard . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ 4 Nenad Stankovic . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Skála 4 Milan Kulic . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VB 4 Mindaugas . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VB 4 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 16 12 - 3 - 1 42 13 29 39 2 B36 16 9 - 3 - 4 29 17 12 30 3 Skála 16 8 - 3 - 5 30 21 9 27 4 KÍ 16 5 - 8 - 3 22 20 2 23 5 EB/Streymur 16 6 - 4 - 6 26 22 4 22 6 GÍ 16 6 - 4 - 6 26 28 -2 22 7 NSÍ 16 6 - 3 - 7 24 22 2 21 8 VB 16 5 - 4 - 7 21 22 -1 19 9 ÍF 16 3 - 2 -11 21 46 -25 11 10 B68 16 2 - 2 -12 15 45 -30 8 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 TB 16 10 - 2 - 4 41 22 19 32 2 B71 16 10 - 2 - 4 44 30 14 32 3 AB 16 9 - 2 - 5 27 22 5 29 4 FSV 16 8 - 3 - 5 54 32 22 27 5 Royn 16 8 - 1 - 7 36 35 1 25 6 LÍF 16 7 - 4 - 5 26 28 -2 25 7 Sumba 16 6 - 4 - 6 23 27 -4 22 8 B36 16 4 - 3 - 9 22 43 -21 15 9 KÍ 16 3 - 3 -10 26 35 -9 12 10 VB 16 1 - 4 -11 16 41 -25 7 Eftir at Rógvi Jacobsen fyri tað mesta hevur verið ovastur á máltindinum, eru bæði Sonni L. Petersen og Súni Olsen nú komnir ájavnt í málskjótingini Máltindurin C M Y K 30 Nr. 179 - 21. september 2004 31 Tvingsilssøla Fríggjadagin 22. oktob- er 2004, kl. 10.00 verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórs- havn, hildin tvingsilssøla yvir bygning á leigað- um øki matr. nr. 70b í Porkeri. Ognin er ein virkisbygn- ingur 1195 m2 til støddar í einari hædd, gjørdur úr timbri og betong, taktur partvíst við aluminium og takpappi. Sølan er umbiðin av Christiani Andreasen, advokati, Fr. Petersens- gøtu 9, Tórshavn, tlf. 311145 (j.nr. 20040408), sum kann geva nærri upplýsingar, og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Føroya Fútarættur, tann 16.september 2004 HUGIN.PDF -90 gradirhu Hús á Toftum til sølu Húsini eru í tveimum hæddum,miðhæddin er 70 fermetrar og loftið 41 fermetrar. Grundøkið er 604 fermetrar. Byggiár 1987. Húsini eru í góðum standi, standa í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi og við góðun útsýni. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Tlf. 423523 ella 723523 31