Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 29 Komandi partur Komandi partur verður um ísraelskan føroyavin, sum verður 90 ár tann 13. november. »Viðurskiftini eru nú so út av lagi, at alt tykist at standa í botni. Skipini fara sjálvandi út, tí øll skipstilgerð er longu komin, men alt annað arbeiði støðgar av sær sjálvum uttan kanska tað mest neyðturviliga. Vit hava eina millión til góðar í Spania, sum vit ikki fáa út, ½ mill í Italia og fyri 1½ millión liggja vit inni við, so tað er lætt skiljandi, at alt forrætningarvirksemi fyri álvara hóttir við at dovna.« Fjarrit varð sent til danska forsætisráð­ harran, Stauning, um støðuna hjá føroysku fiskivinnuni, tí tað kravdi politiska hjálp at fáa gjørt nakað við viðurskiftini. Men tað var avmarkað, hvat gerast kundi politiskt, og bankarnir vóru ikki førir fyri at lata nakra fígging, sum umstøðurnar vóru. So stórt var álitið á Kjølbro Tað endaði við, at Kjølbro og Magnus Dahl vórðu sendir til Danmarkar at vita, um teir kundu fáa eitt lán upp á fiskin, sum lá á goymslu, til hann varð seldur. Kjølbro hevur greitt soleiðis frá hesi ferðini: „Eg var inni í bankanum, áðrenn eg fór og segði við bankastjóran, at nú mugu tit vera so skikkiligur við menninar, sum eru eftir. Eg komi kanska at vera burtur í ein mánað. Vit hava nógvan fisk, og vit mugu fáa fíggjað tað, sum vit skylda. Men likviditeturin kann gerast ringur, so tit mugu gera tykkara besta. Tað skuldu teir gera.“ Kjølbro umboði fyri Landsmandsbank­ anum frá støðuni: Hann sigur við meg: »Hava tygum avskrift av status við?« Jú, tað hevði eg. Um hann ikki kundi síggja hann. Jú, tað var í lagi. Hann var eisini formaður í stýrinum fyri Fiskaríbankan. So gingu einir tveir dagar. Tá frætti eg aftur, og hann sigur við meg: »Tygum hava ein góðan status. So vit hava avgjørt at læna tygum 100.000 krónur. Tygum skulu einki seta í veð, men skulu bert undirskriva, at tygum ikki seta meira í pant, uttan at vit vita av.« Kjølbro fekk so ein kekk frá Fiskaríbank­ anum upp á 100.000 krónur. »Við hesum kekki fór eg í Land­mands­ bankan, og eg hittu ein kontórsjef har, sum eg fór til. Eg segði við hann, at her havi eg ein kekk upp á 100.000 krónur. »Tit kunnu seta 25.000 krónur inn á eina kontu her, sum eg skal brúka í Danmark, og hinar 75.000 krónurnar skulu tygum senda til Føroya Banka«. Jú, hann lovaði, at tað skuldi verða gjørt. Hann var eina løtu burtur, tá kom hann aftur og segði, at stjórin vildi tosa við meg. Eg komi inn til hansara. Tað var ein nokk so gamal maður. Hann sigur, at »vit kennast ikki, men eg kenni tygara navn. Tygum hava altíð klárað tygum væl. Tygum hava nú sett kr. 25.000 inn á kontu her. Um tygum leggja í, kunnu tygum trekkja kr. 25.000 afturat, uttan at tygum nýtast at seta nakað í pant fyri tað.« Henda skipan stóð við í mong ár. Kjølbro fekk eisini lán frá teimum til keypið av Nærabergi í 1939. »Tað vóru dagar, sum eg aldri havi gloymt. Hetta gekk nógv betur enn eg hevði roknað við. Vit vóru so ein heilan mánað í Keypmannahavn, og vit fingu so orðnað tað so, at vit fingu lán upp á fiskin. Tað kom so at ganga betur og betur, og vit sluppu av við allan fiskin.« Henda frásøgnin er eitt gott dømi um tað álit, fíggjarheimurin hevði á Kjølbro. Turkihúsið á Skála Í 1956/57 varð farið undir at byggja tað stóra turkihúsiðá Skála, sum kostaði 2,5 milliónir krónur. Tað hevði stór kølirúm, turkirúm við el-tólum, sum kravdu nógva el-orku. Fyrireikingar vórðu gjørdar til at turka fisk á takinum, tí góður marknaður var fyri sólturkaðan fisk. Hesum kom kortini lítið burturúr. Tíðin at virka saltfisk til klippfisk var um at vera farin í Føroyum og harvið eisini høvuðsendamálið við einum turkihúsi. Men í nógv ár var nógv arbeiði við at pakka saltfisk á turkihúsinum. Arbeiðið á Skála minkaði um tað arbeiðið, sum kundi verið í Klaksvík. Hetta skapti eisini split innanhýsis í Kjølbro fyritøkuni. Kostaði mannalív Ein partur av saltfiskasøguni er eisini tey mannalív henda vinna hevur kostað, og hetta er sum vit vita eitt stórt tal. Her skal bert verða tiknar fram tær stóru vanlukkur, sum eru hendar fiskiskipunum hjá Kjølbro: 1920: Kristina gekk burtur við 16 monnum 1930: Ernestina sigldi á land í Íslandi, 9 mans doyðu. 1938: Fossanes, forlisti undir Íslandi við 19 monnum. Greitt er nærri frá hesum hendingum í bókunum Havið tók teir og Fossanes. Kjølbro vitjar fiskakeyparar Tá ið hann eldist, fekk Kjølbro hug at heilsa upp á fiskakeyparar sínar í suðurlondum. Hákun Marstein, sum tá arbeiddi á Pescadero, legði í 1957 ferð til rættis til Italia saman við Kjølbro og seinnu konuni Olgu. Kjølbro var væl kendur í Italia fyri sín dygdargóða »JFK Faroe Fish«, sum var hansara vørumerki fyri salt- og klippfisk. Hetta merki stóð fyri góðsku av allarbesta slag. Fiskakeyparar stóðu á kaiini, tá ið skip kom úr Føroyum við salt- ella klippfiski. Stundum klandraðust teir um fiskin, sum hevði undirmerkið JFK við tí kenda búmerkinum við Kunoyarnesi í einum kringi. Italiufólk kallaðu tað Globe-merkið, tí tey hildu tað hava okkurt við ein globus at gera. Kjølbro var ikki sørt errin, tá ið skiparin á Karini K kundi fortelja honum, hvussu fiskakeypararnir kappaðust um at fáa hansara fisk. Í 1949 fekk Kjølbro bræv frá donsku út­ flutningsfyritøkuni Dancommerce, sum m.a. skrivaði: »Vi har med glæde konstateret, at Deres varer i Italien har så godt navn, at man overalt hos vore kunder hører gentaget „såfremt vi skal købe saltfisk fra Færøerne, skal det være med de varer, der har en jord­ klode som varemærke.« Her átti Justinus Niclasen, arbeiðsfor­ maður hjá Kjølbro, sín leiklut. Hann var ógvuliga avhildin, bæði av arbeiðsfólki og av Kjølbro sjálvum. Tað var ikki minst honum fyri at takka, at salt- og klippfiskur við „globe“merkinum var so væl umtóktur í suðurlondum. Teir stóru fiskakeypararnir í Italia høvdu felags skrivstovu í Genova, sum tók sær av øllum saltfiskakeypinum. Ein ásettan dag hevði Kjølbro fund við 16 keyparar, sum vóru komnir úr øllum heraðshornum, eitt nú Palermo, Bari, Napoli, Rom, Firenze, Venezia og Genova fyri at heilsa upp á hann. Hetta var ein stór uppliving fyri Kjølbro. Hann greiddi frá, hvussu hann var byrjaður í smáum, og at hann nú hevði størsta virki i Føroyum við umleið 1000 fólkum í starvi. Kjølbro nevndi eisini, hvønn týdning tað andaliga hevði fyri hann. Teir tóktust hugtiknir av manninum. Hákun minnist serliga ein gamlan fiskakeypara úr Rom, La Rocca. Hann hálsfevndi Kjølbro, kysti hann og bjóðaði teimum til Rom, har óførur blíðskapur varð sýndur teimum. Rætting til 1. part. Norski journalisturin, Sverre Stove, var systirsonur til konu gamla Sámal Petur, reiðara og keypmann í Fuglafirði. Kósin í 1947 Svend Jørgensen er uttast vinstrumegin. Næstuttast høgrumegin er Hans Poulsen í Svínáum. Plakirnar eru fyri føroyska sild og Stauning, sum reklamerar fyri føroyskum saltfiski, eisini saltfiski hjá Kjølbro! Henda sjáldsama myndin er frá fróðarkvinnuni, Freydis Poulsen Búmerkið hjá Kjølbro, teknað av soninum, Poul Nolsøe Dollin: Congosøgan í Miðvágs kirkju Mánakvøldið, 7. november, kl. 19, fer Óli Jacobsen at greiða frá søguna um havnarmannin, Daniel J. Danielsen, trúboðara, sum í 1903 broytti søguna hjá Congo við sínum myndafyrilestrum í Bretlandi um hetta ræðustýri, hvørs eyðkenni var tær avhøgdu hendurnar. Hesar søguligu myndirnar hjá D.J. Danielsen, sum onnur hava fingið heiðurin fyri í 100 ár, verða eisini vístar. Fundurin verður í kirkukjallaranum í Miðvági. Tey sum skipa fyri eru Vága Prestagjald og Vága Pensjonistafelag. Ein av myndunum hjá D.J. Danielsen, sum var við til at broyta heimssøguna