Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 28 Óli Jacobsen Kjølbro átti sín sín part av ferðunum hjá Sólorku í oktober. Her verður hildið fram við hansara saltfiskasøgu Kjølbro: 3. partur M iðdepilin hjá Kjølbro var í mong ár á Stongunum, soleiðis sum Kjølbro sjálvur greiðir frá: Tað vóru nokk so góð ár fram til 1926. Men tað gekk ikki væl hjá øllum. Eg kann minnast, at í 1926 keypti eg Stengurnar, alt sum tað var,frá Charles Mauritzen & Co (seinni Brockie & Co), sum seldi tað fyri Olaf Olsen, sum var komin í trupulleikar, og hann vildi hava meg at keypa tað. Ein dagin í 1926, ein sera góður dagur til fiskaturking, tá sendi eg Charles Mauritzen eitt telegramm og bjóðaði 25.000 krónur kontant fyri Stengurnar, alt sum tað var, og eg fekk svar aftur so at siga umgangandi, at hann aksepteraði. Til virkini á Stongunum hoyrdu hús, brúgvar og fiskastykki, alt tað, sum Kjølbro tørvaði, nú fiskiflotin var farin at mennast so skjótt. Hann keypti, sum fyrr greitt frá, tey flestu virki í Klaksvík, sum vóru komin í fíggjarliga trongstøðu. Virkini á Stongunum høvdu størstan týdning. Økið var stórt, og vegur gekk oman til handilin. Tað var atdjúpt og møguleikar at gera brúgvar, har stór skip kundu leggja at. Tey gomlu handilshúsini á Stongunum vórðu tikin niður í 1927/28, og eini nýggj fiskahús 40x14 alin til støddar í trimum hæddum vórðu bygd í staðin. Niðast var ráfiskagoymsla og vaskikjallari, í miðjuni goymsla og ovast turkarí, har fiskur varð turkaður inni burturav. Hitin í hesum turkihúsinum kom frá dampi, sum varð leiddur gjøgnum rør, sum vóru løgd inn í turkirúmið. Fiskurin varð lagdur at turka á rimum. Í fyrstani høvdu tey fastar rimar, men tað vísti seg, at leysir rimar egnaðu seg betur. Beint undan og eftir seinna heimsbar­ daga fingu turkihúsini í Føroyum eisini turkikanalir, sum blástu heita luft inn í turkirúmið á fiskin, sum lá á rimunum. Tøknin fekk størri og størri týdning, eitt nú fingu teir motorspæl, sum lyfti fiskin úr kjallaranum upp í turkaríið, men nú var eisini el-verk komið til Klaksvíkar, sum ikki bert gav ljós bæði inni og úti, men eisini orku til annað við. Fiskurin var tikin við spælinum upp á tekjuna at turka, tá ið líkindi vóru til tess. Kendur fyri framúr góðsku A/S Balslev & Goos var handilssamband hjá Kjølbro í Keypmannahavn fram til heimsbardagan. Kjølbro var kendur fyri at framleiða fyrsta floks fisk, og í einum brævi frá Balslev & Goos fekk hann at vita, at ein kundi hjá teimum hevur klagað um, at hann hevði fingið fisk frá einum øðrum framleiðara enn Kjølbro. Í klaguni varð sagt, at »det var en forudsætning ved Købets afslutning, at det drejede sig om Kjølbros egen Produktion,thi dette blev stærkt fremholdt som et anbefalende Moment ved Forretningen, medens det nu viser sig at være Fisk fra en helt anden Producent paa en ganske anden Plads paa Færøerne..« Stauning reklameraði fyri føroyskum saltfiski Ein annar móttakari í Danmark var Export­ felagið. Hetta var eitt felag hjá Christiani Holm Jacobsen, sum hevði eina deild í Keypmannahavn. Búmerki felagsins var ein toskur við áskriftini: »Eat Faroese Klipfish – best in the world – spis færøsk Klipfisk, Verdens bedste.« Leiðari á hesi deildini í Keyp­ mannahavn var Svend Jørgensen. Hann gjørdi fleiri søluátøk til frama fyri før­ oyskan fisk í Danmark. Millum annað fekk hann danska for­ sætisráðharran, Thorvald Stauning, at reklamera fyri føroyskum saltfiski. Ein plakat varð gjørd við saltfiski kallað »Stauning Fisk« við mynd av Stauning, har hann segði um føroyskan saltfisk: «Den smager fortrinligt«. Í 1932 skrivaði Kjølbro, at Jørgensen »køber saa at sige udelukkende min fisk«. Hetta hevur tískil eisini verið reklama fyri Kjølbro. Føroya Fiskaexport Tríatiárini vóru ógvuliga trupul við fleiri fíggjarligum bakkøstum við avleiðingunum av Wall Street krakkinum í 1929 og fallandi prísum allastaðni. Oman á alt hetta kom borgarakríggið í Spania, sum var ein av høvuðsmarknaðunum hjá Føroyum. Sølan hagar steðgaði eina tíð. Umframt hetta vórðu altjóða handilstiltøk sett í verk móti einum øðrum týðandi marknaði hjá føroyingum, Italia, so tað var næstan ógjørligt at sleppa av við fiskin, og pengar vóru frystir inni. Fyri at gera ilt verri, sveik fiskiskapurin, og lítið fiskaarbeiði var tí á landi. Mong føroysk virki fóru av knóranum, og ar­ beiðsloysið var stórt. Tá var tað, at feløgini í fiskivinnuni vendu sær til danskar og føroyskar myndugleikar um at gera okkurt munagott, so komast kundi burtur úr teirri ringastu neyðini. Sendinevnd fór til Danmarkar í 1935. Eitt úrslit av hesum var uppskot um at stovna eitt lutafelag at taka sær av allari saltfiska- og klippfiskasølu úr Føroyum. Hetta skuldi tryggja, at tað ikki varð selt fyri órímiliga lágan prís. Í hes­ um sambandi játtaði ríkið eina millión krónur til sølufremjandi og onnur bøtandi endamál. Ein millión var nógvur peningur tá í tíðini. Tann skipan varð eisini sett í verk, at Kongeriget Danmarks Fiskeribank kundi veita tvær milliónir árliga í láni til fisk, sum lá á goymslu. Fígging og kreppur Undir borgarakrígnum í Spania seinni í tríatiárunum var fiskivinnan í Føroyum í svárari fíggjarligari kreppu. Pakkhúsini vóru full av óseldum fiski umframt skipini, sum lógu við last. Hetta merkti samstundis, at eingir pengar vóru til rakstur ella lønir. Í januar 1936 var val til parlamentið í Spania. Úrslitið var, at nýggj stjórn kom til, sum millum annað noktaði at útflyta gjaldoyra. Úrslitið av valinum og politikkinum hjá stjórnini førdi til spanska borgarakríggið, sum gav føroyskum fiskaútflutningi stórar trupulleikar. Spurdur um hetta svaraði Kjølbro í Norðlýsinum: Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen SALTFISKUR OG FÍGGING Fyrsta brúgvin og fiskahúsið hjá Kjølbro Turkihúsið á Stongunum