Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 27 Arbeiði Alt innandura timburarbeiði verður gjørt av húsasmiði. Ring og fá eitt gott tilboð. Tlf 263464 Vaskihjálp Eg átaki mær at vaska fyri privat fólk í høvustaðarumráðnum. Skriva til Sosialin Postboks 76 110 Tórshavn og viðmerk Bill. Mrk. 30.10.16 Starvfólk søkist! Pylsuvognurin á keiini hevur 2 leys størv. Annad er uml.20 tímar um vikuna, og hitt er 6-9tímar um vikuna. Vit søkja eftir røskum og vinaligum fólkid. 267668/227255 B.H.C smíð Timbur og snikkaratænasta Treingja hús tykkara til ábøtur? Vit átaka okkum alt timburarbeiði, vit garantera dygdarsmíð, skjótt og til ein rímiligan kostnað. Royn okkum! B.H.C smíð tlf. 218991 Bátar og bátaútgerð Neyst, 10-mannafar til sølu Neyst, 10-mannafar, neystaloft og bátabryggja til sølu á Skála Neystið er matr.nr.405, stødd 4,95 x 9,85 m við lofti, bátadrátti og El-spæli. 10- mammafarið er gamalt men vælrøkt við SAAB-motori, ekkoloddi, telefon, oljudrivnum kraftblokki og hondsnellu. Ymiskur fiskireiðskapur kann fylgja við. Neystatoftin, matr.nr. 406, ið er uml. 40 fermetrar, er til sølu einsæris, ella saman við neystinum. Til hægst bjóðandi. Spurningar verða einans svaraðir á tlf 441294 Bingo Strálubingo á Strondum sunnudagin 6 nov kl 16 - at vinna m.a. krov og 1000 kr - eisini lúkur at lata upp - Strálan Bingo í Bygdarhúsinum í Hósvík Sunnudagin 6. nov. kl 16 verður gott bingo í Bygdarhúsinum í Hósvík. Nógvir góðir vinningar m.a 1. føroyskt krov. U-12 EB Streymur U-12 EB Streymur Býli í Føroyum Leiguíbúð í Havn Rúmlig íbúð við 2 kømurum og stovu/køk. Tætt við miðbýin. Royking og djór ikki loyvd. Leigan er kr 6.000 + hita & ljós. Depositum krevst. Bill.mrk 02,11,16 Íbúð ynskist í Havn ikki roykjari, eg eri handverkari, fari væl um. Er tað ábøtur á íbúðina, so geri eg tað Ring Tlf.263464 Íbúð ynskist Einlig kvinna fyrst í 60 unum ynskir íbúð í Tórshavn skjótast gjørligt. 216242 og 316242 Eg sóknist eftir íbúð 2 kømur, á eystari armi av Skálafjørðinum til eitt longri leigumál. Kristina Eldevig - 212350 Fundir Ognarhagin á Mýrunum, Toftir Hagafundur verður í hølum hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum 18. nov. 2016 kl. 18.30. Skrá: Umsókn um keyp av grundøki, Ymiskt. Hagastýrið Húsarhaldstól LEIGA FLATSKERM OG HVÍTVØRUR SAMSUNG 43 SMART TV ,VASKI­ MASKINUR,TURKITRUMLUR, KOMFÝR O.A.VIÐ KEYPSRÆTTI, EINKI DEPOSITUM, ÓKEYPIS ÚTKOYRING.UM ALT LANDIÐ RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160 Matur Krov & Avroð Ymiskt frá slagtinum til sølu. Fótamørðar, livur, hjørtu, vomb, tálg, blóð, nýrir og mørðar. Lambskrov til sølu. 90kr/kg. 596516 Ymiskt Basarur í KFUK í Havn Verður leygardagin 12. novembur kl 15. Við Eydnuhjóli, tombula, borðsølu og konditaríi. Øll eru hjartaliga vælkomin niðan í KFUK LÝSINGARTORGIÐ Landsseyða­ sýningin 2016 Landsseyðasýningin 2016 verður frá 10. til 14. nov. 2016. Síðsta freist at melda til er 7. november 2016 kl. 15.00 á Búnaðarstovuni. Sýningin í ár verður skipað runt í landinum, sí meira á heimasíðu Búnaðarstovunar www.bst.fo Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður Tlf. 47 90 00 – Faks 47 90 20 T-post: bst@bst.fo HÚS TIL SØLU. Húsini á matr. nr. 54b, Gerðisvegur 19, í Skálavík verða við hesum lýst til sølu. Ognin hevur 3 kømur, gongd, køk, stovu og wc. Húsini eru 98 m2 til støddar, húsini er bygd 1950. Nærri upplýsingar um ognina fáast við at venda sær til Skálavíkar Kommunu á telefon 219221. Skálavíkar kommuna kann havna øllum innkomnum tilboðum. Skrivlig boð skulu vera Skálavíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 18. november 2016. Skálavíkar kommuna Gerðisvegur 13 FO-220 Skálavík PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Poul Meinhard Jacobsen, V. U. Hammershaimbsgøta 7, 100 Tórshavn, føddur tann 14.12.1927, deyður tann 26.06.2016, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Advokatskrivstovan, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 211/2016, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR 18. oktober 2016 TROTABÚGV Við avgerð tann 31. oktober 2016, er Sp/f Arctic Seafood, Stovugerði 14, 530 Fuglafjørður, skrás. nr. 6124, sks.nr. 3-98/2016, komið undir trotabúar við- gerð eftir áheitan, ið er mót tikin í skiftirættinum tann 28. oktober 2016. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Bjørn á Heygum, Heygum og Petersen, Bøgøta 16, 100 Tórshavn, j. nr. 916099. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, fríggjadagin tann 18. november 2016, kl. 10.30. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 31. oktober 2016 Kunngerð Vísandi til skriv frá Innlendismálaráðnum, dagfest 05.06.2016, so fer kommunuval fram týsdagin tann 08. november 2016 á bóka savn­ inum í Sørvágs skúla. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brøvatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 7. november 2016. Í øðrum førum skal brævatkvøðan verða av­ greidd í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin, tað er 01. november 2016 og í seinasta lagi dagin fyri valdagin við at venda sær til kommu­ nuskrivstovuna tlf. 363200. Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi áðrenn valið byrjar kl. 10.00 tann 08. november 2016. Heimaval Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu møta á valstaðnum, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið við at venda sær kommunuskrivstovuni innan kl. 15.00 mánadagin tann 07. november 2016. Valkort Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi verða send út við postinum. Veljarin, sum ikki fær valkort, ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt. Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo VA R Ð A G Ø TA 8 · F O - 3 8 0 S Ø R V Á G U R S O R VA G @ S O R VA G . F O · T E L 3 6 3 2 0 0 TVINGSILSSØLA Týsdagin tann 6. desembur 2016, kl. 9.45 verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir ognina matr. nr. 109 b, Hvalvík (AS nr. 2-16/2016), Hvalvíksvegur 61, 430 Hvalvík. Talan er um eini eini sethús við kjallara, mið- og loftshædd. Eisini er ein hjallur uttanfyri. Sambært tingbókini er grundøkið ikki víddarroknað. Húsini eru nærri innrættaði soleiðis: Kjallari (lágur): lítið verkstaðsrúm, lítið rúm við frystara, fýrrúm við vask og borð, lítið rúm við vaskimaskinu og turkitrumlu. Miðhædd: lítil inngongd við brattari trappu uppá loft, lítið wc, køkur/spísirúm, spísistova og stova. Loftshædd: lítil gongd, tvey lítil kømur, eitt størri kamar, wc v/brúsu (lág hurð inn til wc). Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá Jógvan Ellefsen advokati, Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tel. 203040, ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. FØROYA FÚTARÆTTUR, TANN 1. NOVEMBER 2016