hósdagur 3. november 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 127
26
K O P P S E T I N G F Y R I
V E T R A R B E I N K R Í M
Mælt verður til, at fólk, ið eru 65 ár
og eldri, fólk við varandi sjúku ella,
sum av øðrum orsøkum eru í vanda
fyri at gerast sjúk av beinkrími, lata
seg koppseta fyri vetrarbeinkrím.
Hoyrir tú til ein av bólkunum
niðanfyri, set teg í samband við tín
egna lækna og spyr, um tú eigur at
koppsetast:
• Niðursett lungnavirkni
• Astma
• Hjarta- og æðrasjúku
• Diabetes
• Skert mótstøðuføri
• Livur- og nýrasvignan
• Ovurfiti (vegleiðandi BMI
oman fyri 40)
• Barnakonur frá 13.
barnsburðarviku
• Húsfólk hjá sjúkum við nógv
skerdum mótstøðuføri
• Aðrar varandi sjúkur, har meting
frá læknanum er, at beinkrím
hevur við sær álvarsligan
heilsuvanda.
Koppseting verjir tey flestu
Koppsetingin fyri beinkrím verjir tey
flestu, men ikki øll. Til ber at fáa
beinkrím, hóast tú ert koppsett/ur,
men sjúkugongdin verður oftast
mildari.
Góð ráð
• Beinkrím smittar gjøgnum smáar
dropar frá hosta, njósa o.tíl.
Sjúkan spjaðir seg, um tú andar
inn droparnar og síðan nemur við
eygu, nøs ella munn.
• Hosta og njósa í einnýtis
lummaturriklæði, og hav tey
í einum afturlatnum posa, til tey
verða burturbeind. Ella hosta og
njósa í ermuna – ikki í lógvarnar.
• Vaska tær væl um hendurnar.
• Ver heima, um tú ert sjúk/ur –
til tú hevur verið fepurfrí/ur
í eitt samdøgur.
H E I L S U T R Y G D · P O S T S M O G A 5 2 · S T A N G A V E G U R 5 3 , 1 . H Æ D D · 7 0 0 K L A K S V Í K
H E I L S U T R Y G D @ H E I L S U T R Y G D . F O · T L F : 4 7 1 0 1 0 · F A X : 4 7 1 0 1 1
HEILSUTRYGD OG LANDSLÆKNIN
Bú- og Heimatænastan
í Suðuroy
søkir eftir
Sjúkrarøktarfrøðingum í farloyvisstarv til
Hamragarð.
• Eitt starv í setanarbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar
um vikuna frá 1. december 2016 til 11.mars.2018
• Eitt starv í setanarbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar
um vikuna frá 1. januar 2017 til 15. oktober 2017
Heilsurøktarar til fast starv á Suðuroyar- Ellis-
og Røktarheim
• Eitt starv í setanarbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar
um vikuna frá 1.januar 2017 í skiftandi vaktum
• Eitt starv í setanarbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar
um vikuna frá 1.december 2016 í skiftandi vaktum
Heilsurøktara í farloyvisstarv á Suðuroyar Ellis- og
Røktarheimi
• frá 1. december 2016 til 30.november 2017.
• Talan er um setanarbrøk 0,7 svarandi til 28 tímar
um vikuna í skiftandi vaktum.
Heilsurøktara í fast starv til Sambýlið í Vági /
heimatænastuna í sunnaru helvt
• frá 1. december 2016 í skiftandi vaktum
• Talan er um setanarbrøk 0,7 svarandi
til 30 tímar um vikuna.
Arbeiðsuppgávan:
• Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt og
at stuðla borgarunum, sum búgva heima og/ella
• á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, Sambýlinum
í Vági og á Hamragarði.
• Tænastan byggir á virðing millum
starvsfólk og borgara.
Førleikar:
• Fyriuttan útbúgving, sum ávikavist
sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari,
er tað ein fyrimunur, at
• tú hevur royndir innan økið.
Vit vænta at tú;
• Kanst ráðgeva, samstarva og vegleiða
starvsfólki og avvarðandi
• Hevur telduførleika á brúkarastøði
• Hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
• Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert
við til at mynda og menna tænastuna í økinum
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
• Ein fakligan og spennandi gerandisdag
Lønar- og setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og
avvarandi yrkisfelag.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at
ringja til Daimi Kjærbo, eindarleiðara
tlf. 793503
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan
att. Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28,
900 Vágur
ella annad@bhs.fo
Umsóknarfreist: 20. november 2016
Tak niður
Faroe Law
app’ina her
iPhone Android
OGNIN
BRYGGJAN 9,
VÁGUR TIL
SØLU
www.faroelaw.fo
Vegna trotabúgvið Sp/f LT Ognir, verður ongin
matr. nr. 189g Vágur, bygningur á leigaðum øki,
lýstur til sølu.
Talan er um ein bygning á leigaðum grundøki til
víddar 460 fermetrar við ástandandi
virkisbygningi. Í bygninginum er útgerð til
fiskaframleiðslu, m.a.:
• Ein Baader 189,
• ein Baader 440,
• ein avhøvdari og kassavendari,
• eitt reinskeringarborð.
Boð kunnu gevast uppá bygning og maskinur
samla ella hvør sær.
Bygningurin liggur væl fyri á kajøkinum
í vælskipaðum havnaøki og hevur
verið brúktur til fiskivinnuendamál.
Bústjórin tilskilar sær rætt til frítt at velja og
vraka innkomin boð ella einki at taka. Eisini
tilskilar bústjórin sær rætt til at fara í
samráðingar við tey, sum hava boðið við tí
endamáli, at selja til hægstbjóðandi.
Skrivlig boð skulu vera Óla M. Hansen, advokati,
í hendi í seinasta lagi 11. november 2016, kl.
12.00. Boð kunnu sendast til Advokatpartafelagið
Faroe Law, Postboks 158, 110 Tórshavn, ella til
oha@faroelaw.fo
Áhuga kunnu venda sær til Óla M. Hansen,
advokat, á tlf. 669900, fax 359901,
ella teldupost oha@faroelaw.fo
Sosialurin 341800
Kunngjørt verður, at sorinskrivarin tann 1.11.2016 hevur givið loyvi til at
panta eftirstøðu, sum stavar frá skatti, mvg og øðrum gjøldum, ið verða
innheintað av TAKS sambært reglum um innheinting av skatti, og sum
skuldu verða goldin innan 1.11.2016.
Farið verður undir pantingina tann 11.11.2016
TAKS
www.taks.fo
Sosialurin 341800
Panting
Fiskamerki
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu
luttaka í lutakasti um 12.500 kr., er 18. november.