Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 31 Heri Mohr Í g j á r kv ø l d ­i ð prátaðu trý fólk í okkara sjón­varpi um demens­sjúku, sum líð­andi kann gera vart við seg næst­an uttan mun til aldur. Sum frá leið, gjørdist tað drúgva prátið meira og meira løgið og ókiljandi og óhugnaligt og kensluleyst. Vit, ið lurtaðu, hugsaðu bilsin: words, words, words! Í framkomnum londum verður alt gjørt fyri at upplýsa og hjálpa, har demens er farið at pikka upp á dyrnar. Fyri fáum árum síðani tóku nøkur fólk í Havn lógvatak saman og stovnaðu Alzheimerfelagið. Tey gingu húsagongd fyri at útvega neyð­ ugan pening. Tað hilnaðist væl. Fyri einari tíð síðani legði ein einsamallur maður í Klaksvík rygg til tiltak, sum útvegaði Alz­heimerfelagnum so mikið av peningi, at felagið nú hevur sett lønt starvsfólk til neyðugt arbeiði í nakrar mánaðir. Um felagið skal yvirliva. Slíkt fjálgar. Sum kunnugt verður okkara Heilsu- og almannaverk í stóran mun fíggjað úr ríkiskassanum við donskum/føroyskum lógum. Í onkrum føri 100% og øðrum 50% alt eftir, hvussu fólkatingið og løgtingið hava lóggivið. Viðvíkjandi demenssjúkum stendur Heilsustjórnin (Sund­ hedsstyrelsen) í Keypmannahavn fyri útbúgving og góðskukunnleika av: heilsu- og lívsstíli, læru um farma­koterapi, útbúgving í ráð­ legging v.m. Prátið í sjónvarpinum í gjár­ kvøldið avdúkaði, at Florence- Nightengale-virksemi ongan góð­ an hevur á tí politiska økinum í Føroyum, tá ið demenssjúka pikkar upp á dyrnar. Hetta var óhugnin í prátinum í gjárkvøldið. Til okkara høga løgting: Játtið neyðugan pening til út­ búgving av trimum skikkaðum heilsufrøðingum á dementsøkinum við vegleiðing frá Heilsustjórnini (Sundhedsstyrelsen) í Keypmanna­ havn. Tá ið hendan útbúgvingin er liðug, verða hesi trý, nú við ser­ útbúgving í demenssjúkum, sett í størv í okkara heilsuverki við ser­ støkum reglugerðum. Tá kann eisini Alzheimerfelagið virka í tryggari legu, sum tað hevur uppiborið. Tryggleiki á heilsuøkinum fram um alt. Hetta hevur skund. Best hevði tað verið, um løgtingið kundi avgreitt hetta við 1.-2. og 3. viðgerð so at siga í einum. 2. november 2016 Demens í Føroyum KOMMUNUVALIÐ ✗ Bjørghild Djurhuus Forkvinna í trivnaðarnevnd Tórshavnar býráðs Tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita, settu vit í Tórshavnar bý­ ráð okkum fyri at fjøl­táttað bústaðar­ møguleikarnar til tey eldru. Fólk ynskja at búgva sum longst í egnum heimið, og tað skulu tey fáa loyvi til, eisini sum hjún. Hetta er ikki altíð møguligt á einum røktarheimi og tað í sær sjálvum er ein stór sorg, hetta at noyðast búgva hvør sær á ellisárum. Eisini skal havast í huga, at øll­um tørvar ikki eitt røktarheims­pláss, men heldur eina hóskiliga eldra­ vinarliga íbúð, har heimatænasta eisini er ein partur av tilboðnum. Vit mugu ásanna, at vit komandi árini eisini noyðast at byggja nýggj røktarheimspláss, tí talið av eldri veksur alsamt. Væl vitandi, at komm­unan einsamøll ikki megnar at bera allan íløgutørvin, bæði at byggja røktarheim og stórt tal av eldraíbúðum til røktarkrevjandi. Tórshavnar Kommuna hevur raðfest og sett hol á hesa avbjóðing. Á býráðsfundi fyrr í ár, var samtykt, at greina tørvin á nýggjum røktar­ heimsplássum komandi árini og hugsað alternativt, við íbúðum til røktarkrevjandi og íbúðardeplar. Hetta arbeiði er gjørt, og tørvurin lýstur. Partur av hesi verkætlan var eisini, at fáa lýst skipanir innan hetta økið í Norðurlondum og at finna fram til, hvønn leiklut komm­unan skal hava. Serliga verð­ur hugsað um samstarvs­ møgu­leikar við onnur, Bústaðir ella aðrar íleggjarar. Eisini verður hugt eftir lógarverkinum, hvørjar avbjóðingar eru á økinum. Vit vita, at aðrastaðni eru ofta eftirlønargrunnar hjá løn­ tak­ara­feløgum virkin á íbúðar­ marknaðinum, har tey eru við til at veita hóskandi bústaðarmøguleikar til eftirløntar limir, og kommunan veitir røktina til teirra, sum tørva røkt. Ein slík loysn átti at borið til í Før­oyum eisini. Vit, í Tórshavnar Kommunu, hava sett okkum fyri, at gera eitt hald­gott grundarlag fyri teimum stóru íløgum, ið liggja fyri framman á eldra­økinum. Hetta tekur tíð, tað vita vit. Eg meti, vit í næstum eru betur før fyri, við vitan og veruligum upp­ skotum, at veita eina góða tænastu til aldrandi borgaran í Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar Kommuna hevur í løtuni tvey grundstykkir á Óðins­ hædd, har ætlanin er at Bústaðir skal byggja vanligar íbúðir og hóskandi eldraíbúðir, og síggi eg fram til hendan bústaðarmøguleika til okkara eldru borgarar. Hetta eru raðfestingar eg alsamt vil stríðast fyri, um eg verði afturvald í býráðið 8. november. Bústaðar­møgu­ leikar til eldri Góði Einar Hjartaliga til lukku á 90 ára degnum, sum er 4. november 2016. Einar er nr. 5 av einum systk­ inaflokki upp á átta hjá Gutta. Foreldrini vóru Jacobina og Hans Martin. Eldstur var Meinhard f. 1916, John f. 1918, Sigurd, pápi mín, f. 1920, Ella fastur f 1922, Jákup Kristoffur f. 1924, Einar f. 1926 – Elibert f. 1930 og Jákup Martin f. 1934. Longu í 1945 mistu teir systrina Ellu, bara 23 ára gamla. Hetta var teimum ein sera stórur missur. Í Oyndarfirði verða teir allir róptir »Gutta beiggjarnir«, og tykkara partur liggur ikki eftir, tá ið kemur til arbeiðið, innløgumenn sum fáir, raskir og sterkir. Hvør minnist ikki »Guttabátin« sum fiskaði so avbera væl? Jú, vit yngru hava nógv at liva upp til. Einar vaks upp sum aðrir smádreingir í Oyndarfirði. Nær við sjógvin og ánna, so tað man hava verið nógvir karmar hjá Gutta tá í tíðini. Sum vaksin fór Einar sum hinir eldru beiggjarnir til skips. Eg minnist best sum barn, Einar sigla sum kokkur við »Columbus«. Og ordiligari, reinførari og pertenligari kokk man neyvan finnast! Einar er framúr ordiligur, røkin­maður, djóravinur, barna­ vinur, sosisalur, lættsintur, gott fólkatekki og sera blíður. Einar giftist við Elionoru, Nora í 1949. Nora var ættað úr Syðrugøtu, men hevði røtur úr Oyndarfirði. Mamman Regina var úr Oyndarfirði og pápin Benadikt úr Syðrugøtu. Saman fingu tey 5 børn. 2 dreingir og 3 gentir. Elibert f. 1949, Rannvá f. 1951, Karla f. 1952, Kristian Martin f. 1958 og Erna f. 1962. Men lagnan hevur verið hørð. Longu í 1986 mistu tey Ernu bert 23 ára gamla, hetta tók teimum øllum sera dikt. Einar eigur nú eisini nógv abba­børn og langabbabørn. Tá ið Nora bleiv sjúk og ikki kundi vera heima meira, kom hon at búgva á Ellis- & Røktarheimið í Runavík. Einar var so nógv um hana, sum hann kundi. Hann koyrdi út so gott sum hvønn dag. Trúgvur sum hann er, líka til Nora doyði. Síðani tá hevur hann verið einsamallur í húsi, og hann heldur húsið so fyrimyndarliga væl. Hugnaligt er at koma inn á golvið hjá honum. Men tað er tíverri alt ov sjálvdan. Aftur í ár var lagnan teimum so hørð, tá ið Rannvá doyði 2. mai, bert 65 ára gomul. Ja, Einar veit hvat sorg er. Men hansara lætta og blíða lindi bjargar honum. Nú eyguni eru farin at bila, er tað sjálvsagt ein stór forðing hjá honum, ikki at kunna koyra bil og sleppa av bygdini sjálvur. Eg eri mest javngomul við Karlu, og kom tí at spæla mest við hana. Sigast skal, at ikki var tað keðiligt. Mangar stuttligar løtur hava vit báðar havt saman við hinum vinkonunum í Oyndarfirði. Jú, barnaárini og ungdómsárini í Oyndarfirði vóru góð. Tað var lív í bygdini í 60'unum og 70'unum, men stóra broytingin var í 1968 tá vegurin kom. Takk skulu tit, ið eldri eru hava, at tit høvdu so gott tol við okkum. Nú maður mín og eg tíverri ikki vera heima hendan stóra dag, sum vit gott kundu hugsað okkum, fara vit at ynskja tykkum øllum ein góðan og minnisríkan dag. Og takk fyri Einar, tín fitta, blíða og vinarliga máta at vera uppá. Vit ynskja at Harrin má geva tær eitt blítt lívskvøld Hjartaliga til lukku Magna 90 ára føðingardagsheilsan til pápabeiggja mín Einar Joensen í Oyndarfirði VIÐMERKING NØVN