hósdagur 3. november 2016síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 127
32
Í
einum fríkorteri i studenta
skúlanum tosaðu vit nakrir
um bókmentir.
Tað var, tá studentaskúla
næmingar tosaðu um mentan í frí
korterunum og ikki um, hvør moggar
hvørjum í Hollywood.
Ella sum nú, hvørjum Ronaldo
sendir skitin boð.
Vit tosaðu hendan dagin um Bar
baru Cartland. Veit ikki hví. Kanska
onkur hevði lisið eina bók hjá henni,
men hon var so uppi og vendi, anyway.
Eg segði so, helt meg vera øgiliga
mentaðan, at hon skrivaði einki,
sum vert var at lesa og tosa
um. Tað, sum hon skrivaði,
var ikki bókmentir. Tað
var ikki litteratur, hóast
nógv lósu tað og nógvum
dámdi tað. Fjøldin hevur
ikki altíð rætt. Hatta er
bara lættisoppur, segði
eg, gløggur sum eg var
longu tá. Helt eg var.
Tá legði ein uppí, ein, sum vit
mentaðu ikki hildu vera líka so ment
aðan sum vit vóru. Hann spurdi,
hvussu eg kundi siga tað.
Hvussu eg kundi døma og
siga, at hatta er ikki bók
mentir, at Barbara Cart
land dugdi ikki at
skriva góðar søgur.
Hví eg helt meg
vita betur enn allir hennara nógvu
lesarar í øllum londum. Eg minnist ikki,
men eg haldi ikki, at eg fekk rættiliga
svarað. Ikki nakað sannførandi í øllum
førum. Tíbetur fyri meg ringdi inn júst
tá. Saved by the bells.
Men nakað, nei, nógv er um tað,
sum hann segði í fríkorterinum, tá í
1971, haldi eg tað var.
Hvør kann loyva sær at døma, siga,
hvat er gott og hvat er ikki gott? Tað,
sum eg haldi er gott, halda onnur er
skræpa og øvugt. Og hví havi eg rætt
og hini ikki?
Tí eru til dømis ummæli eisini heilt
burturvið. Onkur gevur eina stjørnu,
onkur annar seks. Men hvør hevur
rætt? Hví ikki tríggjar stjørnur ella
fimm ella onga? Subjektivitetur er
ikki sannleiki.
Eg fekst við at ummæla sjónleik
í nógv ár, til eg fekk at vita, at jour
nalistar hava ikki skil fyri sjónleiki og
tí eiga at halda kjaft um sjónleik. Tá
gavst eg, og eg sakni tað ikki. Tað gera
onnur heldur ikki.
Nú ummæla sjónleikarar sjónleik
arar, tí tey hava skil fyri sjónleiki. Og
nú eru allir sjónleikir framúr.
Sjáldan heldur fjøldin tað sama
sum ummælarin um eina bók, ein
film, um eina fløgu, ein sjónleik, eina
framsýning.
Eitt ummæli kann tí ongantíð vera
ein dómur, ein endalig niðurstøða,
Tað fær bara verið vegleiðandi. Ein
vørulýsing kanska.
Ein ummælari skal helst vera
frøðingur av onkrum slagi. Hava lært
frymlar at kroysta bókina ella filmin
í fyri at kunna siga, um hon er góð ella
hann vánaligur.
Tá eg ummælti og segði, at hasin
leikurin var nakað sjitt, so søgdu fólk,
at so fóru tey, tí hann mátti vera góður,
tá eg helt hann var vánaligur, leikurin.
Og øvugt eina ferð enn.
Nógv hildu og halda enn, at Bar
bara Cartland, sála, skrivaði góðar
søgur. Hon skrivaði 723 skaldsøgur
og nógv annað afturat. Tey, sum lósu
bók nummar 722, lósu eisini nummar
723 og grótu, tí nummar 724 kom
ikki. Sama, hvat ummælararnir og eg
skrivaðu og søgdu.
Eg havi framvegis ikki lisið Barbaru
Cartland. Kanska hevði mær dámað
hana. Kanska skuldi eg lisið »A Duel of
Hearts« og ummælt hana. Nei, hvørki.
Aðrar bøkur skulu lesast fyrst.
Og ummæli kunnu ikki brúkast sum
annað enn ábending.
Hasin dummi fanin skrivar, at
bókin nyttar einki, so má eg heldur
fara at lesa hana, hugsa fólk, sum lesa
ummælið.
Í túninum við studentaskúlan á
Akureyri ein frostbitnan skúladag í
1971 vann Barbara Cartland.
Hvussu kundi eg siga, at hon skriv
aði einki, sum nyttaði. Eg hevði jú
ikki lisið nakað av tí. Tað høvdu hinir
heldur ikki, giti eg. Men ivaleyst var
teirra meting tann rætta.
Kalt fríkorter við Cartland
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
BEINIR TROEST RASMUSSEN
23. november fyllir Fimleikafelagið
Støkk 50 ár. Tað verður hildið við
hópin av tiltøkum í ein mánað. Ein
myndasýning við myndum upp
gjøgnum øll 50 árini er uppsett í
Bylgjuni, framførslur verða bæði
í Løkshøll og í Bylgjuni, veitslur
fyri børn og vaksin og harafturat
verður ein móttøka á sjálvum
stovningardegnum.
Fimleikafelagið Støkk varð
stovnað 23. november í 1966 og
stovnarar av felagnum vóru Kaj
Aage og Jóhanna Troest og Jóhan
og Svava Kjeld. Ígjøgnum árini
hevur Støkk ment seg nógv, og
fimleikarir eru komnir úr øllum
ættum at luttaka í samanhaldinum
hjá Støkk. Venjingarkarmarnir
hava skift nógv upp gjøgnum
tíðina, men á sumri í 2014 varð
Bylgjan bygd í Runavík og hetta
setti Støkk á betri kós. Nú táttar
limatalið hjá Støkk væl í 700
fimleikarar í øllum aldri.
Nógv hava íðkað í Fimleika
felagnum Støkk hesi 50 árini og
við undirtøkuni sum felagið hevur,
er eingin ivi í, at felagið eigur nógv
góð ár frameftir.
Tiltøk í novembur mánað:
• Myndasýningin varð sett upp
til Mentanarvikuna í Runavík
24.-28. oktobur og myndirnar
hanga uppi í novembur
mánað eisini. Opið er allar
gerandisdagar kl. 15-21.
• ”Fim í fimmti ár”, sum er ein
framførsla við øllum liðum frá
1. flokki og uppeftir, verður í
Løkshøll 12. og 13. novembur.
Atgongumerki kunnu keypast
á www.loksholl.fo.
• Barnaveitsla fyri 1.-7. fl. verður
18. novembur í kantinuni í
Skúlanum við Løkin.
• 19. novembur er framførsla
í Bylgjuni undir heitinum
”Sirkus Støkk” við
børnum undir skúlaaldur.
Atgongumerki kunnu keypast
við dyrnar.
-23. novembur, á sjálvum
føðingardegnum, verður
móttøka í Bylgjuni.
• Fríggjakvøldið 25.
novembur verður punktum
sett við stórari 50 ára
føðingardagsveitslu í
Skótahúsinum við Løkin.
Atgongumerki kunnu
keypast í Kiosk Vár.
Hátíðarhalda 50 ára dagin hjá Støkk
Fimleikalið úr Støkk stutt eftir tað var stovnað
Stigtakararnir til Støkk. Úr vinstru er tað Kai Aage
Troest, Jóhanna Troest, Svava Kjeld sála, og Jóhann Kjeld.
Myndin er tikin einaferð tíðliga í søgu felagsins