mánadagur 7. november 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TEY UNGU FLÝGGJA Í MJØRKADAL
Úrtøkan var tó heldur soltin – nakrar sigarettir, 130 krónur, ein kenning og eitt par av skóm
Danjal av Rana
Ein 18 ára gomul kvinna var í
Føroya rætti ákærd fyri seks
ymisk innbrot og í einum
føri at hava framt herverk
í einum løgreglubili. Kortini
má sigast, at úrtøkan frá
innbrotunum hevur verið
soltin. Tað einasta, hon sat
eftir við, vóru nakrir pakkar
av sigarettum, sum hon ikki
náddi at roykja, nakrar fløsk
ur av brennivíni, sum hon og
vinfólkini skjótt gjørdu sær
dælt av, tveir kassar av øli,
sum hon kortini ikki drakk,
130 krónur og einum pari av
skóm.
Hóast sín unga aldur,
er
kvinnan
longu
ein
kenningur hjá løgregluni
og hesi seks innbrotini eru
øll framd seinastu fýra
mánaðirnar.
Stulu sigarettir frá Á
Fyrsta innbrotið, sum kvinn
an var ákærd fyri, var inn
í Á-handilin á Grønlands
vegnum í Havn í juli í ár.
Kvinnan játtaði seg seka og
greiddi frá, at hon, saman
við tveimum øðrum, hevði
brotið ein rút í eini hurð
og hevði stolið heilt fitt av
sigarettum úr handlinum.
Kvinnan greiddi frá, at
tey sótu og ballaðust, tá siga
rettirnar gjørdust uppi. Hon
fekk tí tað hugskot, at bróta
inn í matvøruhandilin eftir
fleiri sigarettum. Tey fóru trý
avstað á einum skutara. Ein
varð sitandi á skutaranum,
meðan hini bæði fóru inn í
handilin. Vinmaðurin fylti
eina tasku við sigarettum,
men sjálv gloymdi hon at
taka posan fram, sum hon
hevði við sær og fylti tí bara
føvningin.
Úrslitið var, at hon misti
sigarettpakkar allan vegin
frá handlinum og heim til
har, tey sótu. Tí var lag á
manni hjá løgregluni at
fylgja slóðini og handtaka
tey trý fyri innbrotið. Kvinn
an greiddi frá, at løgreglan
var so skjót á staðið, at tey
ikki høvdu fingið sett á
fyrsta pakkan enn.
Í
septembur
endaði
kvinnan aftur í hóslag við
løgregluna. Hon hevði fingið
ov nógv at drekka og var
avdottin. Tí valdi løgreglan
at koyra hana norður til
Klaksvíkar at sova rúsin
av. Í bilinum hevði kvinn
an tó sparkað eina rútin á
løgreglubilinum út. Hetta
hendi
inni
í
Norðskála
tunlinum. Sjálv segði hon
seg ikki minnast hendingina,
men segði, at tað kundi verið
henni líkt.
Hvør breyt inn í Mimir?
Einans eina lítla viku seinni,
8. septembur, verður kvinnan
aftur handtikin. Hon er
undir illgruna fyri at hava
brotið inn í Mimir, saman
við øðrum. Hon er tó so illa
fyri, at heldur enn at koyrast
í varðhaldi, verður hon koyrd
út á Landssjúkrahúsið.
Ein 26 ára gamal vinmað
ur hjá gentuni er dømdur
fyri at hava framt innbrotið
saman við gentuni. Gentan
játtaði seg seka, men vildi
kortini vera við, at tað ikki
var dømdi maðurin, sum
hevði framt innbrotið, men
ein annar vinmaður. Hetta
sama førdi 26 ára gamli
maðurin eisini fram í mál
inum móti sær. Maðurin
varð dømdur, men skeyt
dómin inn fyri landsrættin,
men heldur ikki har trúðu
dómararnir honum. Ein vin
maður hevur í rættinum ført
fram, at tað var hann og ikki
hin 26 ára gamli, sum framdi
innbrotið, men dómsvaldið
hevur ikki fest lít til hansara
frágreiðing. Hinvegin hevur
ákæruvaldið skuldsett hann
fyri at hava logið í rættinum.
Kvinnan heldur tó fast
um, at tað var ein annar vin
maður, sum var við henni
inni í Mimi, tá tey stjólu heilt
fitt av fløskum.
Okkara kamping
vognur
So er friður av gentuni í ein
lítlan mánað, men 3. oktobur
ger hon aftur um seg, saman
við vinmanninum, sum tey
trý vilja vera við er hann,
sum breyt inn í Mimir. Hesa
ferð brutu tey bæði inn í eina
sølubúð hjá Okkara í Havn.
Tey fingu tveir ølkassar við
sær, sum tey bóru yvir á Háls
í Havn, har tey framdu ann
að innbrotið hetta kvøldið.
Ein kampingvognur stóð
á einum parkeringsøki, og
tey bæði brutu inn í hann.
Kvinnan vil vera við, at rút
urin var brotin, og tí var
talan ikki um innbrot, men
annars játtaði hon seg seka.
Hon noktaði tó, at tey høvdu
stolið nakað úr vogninum.
Í
kampingvogninum
drukku tey nakrar øl, men
satt at siga dámar henni ikki
øl og tí lótu tey kassarnar
standa, meðan tey fóru nið
an aftur í ballið, tey vóru
farin úr.
Fór at svimja
Einans tríggjar dagar seinni
eru tey bæði aftur úti og
vála. 6. oktobur bróta tey
bæði inn í svimjihøllina í
Gundadali. Tey bróta ein
rút í eini hurð aftan fyri
høllina, móti húsunum hjá
ÍSF. Tey brutu sær so veg
gjøgnum svimjihøllina inn
í móttøkurúmið í forhøllini.
Tey vónaðu at finna nakað
av peningi, men har vóru
einans 30 krónur í kassanum.
Tey brutu nakrar rútar aft
urat og fóru síðani oman í
býin aftur.
Á veg oman í býin ger
ast tey óklár um eitt hvørt
og fara hvør til sítt. Unga
kvinnan kúvendir, leggur
leiðina niðan aftur í svimji
hylin og fer at svimja. Eina
løtu seinni fer hon oman
aftur í býin og møtir vin
manninum nærindis Auto.
Saman ganga tey yvir í
Blákrossbúðina, har tey fara
inn gjøgnum eitt opið vind
eyga. Vinmaðurin fer avstað
við kassanum, meðan unga
kvinnan skiftir skógvar í
handlinum, tekur einar, sum
standa til sølu og letur sínar
standa eftir. Tað var tó ikki
tað heilt stóra at vinna her
heldur – einans 100 krónur
vóru í kassanum.
Við tað at kvinnan játtaði
seg seka í øllum ákærunum
var lætt hjá dómaranum
at døma hana seka eisini.
Dómarin valdi tó at útseta
at áseta revsingina, til hon
hevði fingið nærri heilsu
frágreiðingar frá læknanum.
FRAMDI SJEY
INNBROT Í
SUMMAR
18 ár og heimleys:
Frá innbrotinum
í Svimjihøllina