mánadagur 7. november 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128
TEY UNGU FLÝGGJA Í MJØRKADAL
Barbara Holm
Hendan 18 ára gamla gentan,
sum var í rættinum herfyri,
er als ikki eitt eindømi. Tað
kemur meira enn so fyri,
at Martin Kúrberg vitjar í
Mjørkadali, fyri at tosa við
ung fólk, sum eru í hesari
støðuni.
– Fyri mong er tað so, at
lívið í Føroyum er ótrygt og
tey hava einki varandi heim
at fara til, sigur Martin Kúr—
berg.
Og tí hendir meira enn so,
at ung bróta lógina fyri at
sleppa framat tryggu kørm—
unum
í
varðhaldinum
í
Mjørkadali.
– Hetta er bestemt ikki
nakað
eindømi.
Eg
vitji
javnan ung, sum eru har, tí
tey við vilja vera trygg eina
løtu, sigur Martin Kúrberg.
Hann fýlist á, at hesi ungu
bara vera send niðan har, tá
ið tey uttan iva skríggja eftir
hjálp frá samfelagnum.
– Tá slíkt hendir, so
kunnu vit ikki bara senda
tey í fongsul og so tveita tey
útaftur, tá ið tey hava sitið
sín dóm. Tey hava brúk fyri
hjálp og vit mugu steðga
við
at
symptonbehandla
og heldur fara til rótina av
trupulleikanum. Hví hava
tey tørv á hesum, sigur Mart
in Kúrberg.
barbara@sosialurin.fo
Martin Kúrberg:
– Alt ov vanligt
– Tað er tryggari fyri summi, at vera í Mjørkadali
heldur enn í vanliga lívinum, og tí hendir hatta alt ov
ofta, sigur Martin Kúrberg, rúsevnisviðgerði
Danjal av Rana
18 ára gamla kvinnan varð
varðhaldsfongslað 11. ok
tobur fyri innbrotið mill
um annað í svimjihøllina.
26. oktobur kom málið
fyri rættin og sum greitt
frá aðrastaðni í blaðnum,
varð kvinnan funnin sek í
ákærunum.
Tað er sera sjáldan, at
fólk fara inn at sita dómin
beinanvegin
eftir,
at
hann er avsagdur. Tað er
sum oftast einans í heilt
grovum málum, tá tey
dømdu hava sitið varð
haldsfongslaði
framman
undan, at biðið verður um,
at tey verða sett inn at sita
beinan vegin.
Brotsgerðirnar
hjá
ungu kvinnuni vóru ikki
av slíkum slag, og dóm
arin ásetti ei heldur nakra
revsing. Ætlanin var tí at
lata ungu kvinnuna sleppa
leysa, inntil heilsufrøðiligu
kanningarnar
av
henni
vóru liðnar og dómarin
kundi áseta eina passandi
revsing.
Heldur óvæntað heitti
unga gentan tó á dómaran
um at loyva sær at sleppa
niðan í Mjørkadal aftur
beinanvegin.
– Eg havi onga aðra
staðni at fara. Um tú ikki
letur meg sleppa niðan
aftur, so fari eg út og geri
okkurt býtt, so at tú verður
noydd at senda meg niðan
aftur, segði unga kvinnan.
Bæði dómarin og ákær
in mettu, at hetta heldur
var ein spurningur fyri
sosialu myndugleikarnar
at viðgera, men við tað, at
gentan hótti við at bróta
lógina aftur, fyri at sleppa
niðan aftur, so vóru sum so
treytirnar fyri víðari varð
haldsfongsling uppfyltar.
Dómarin valdi tó at
varðhaldsfongsla
gent
una í fýra vikur aftur
at, meðan bíða var eftir
heilsufrøðiligu
kanning
unum av gentuni. Orsøkin
var, at dómarin óttaðist,
at hon fór at fremja fleiri
lógarbrot, um hon bleiv
leyslatin.
Unga kvinnan hevur
verið í hóslag við løgregl
una fleiri ferðir áður og er
áður dømd, millum annað
fyri
grovan
harðskap.
Kvinnan
greiddi
sjálv
frá, at hon hevði stórar
trupulleikar við rúsdrekka
og rúsevnum.
– Alt tað býtta, eg havi
gjørt, havi eg gjørt, meðan
eg havi verið ávirkað,
greiddi hon frá. Tað var
eyðsæð, at hon metti, at
Mjørkadalur var eitt betri
stað fyri seg at vera enn at
reika runt í Havnargøtum.
Eg havi ongastaðni at fara
18 ára gamla kvinnan bað um at sleppa niðan í Mjørkadal aftur, tí hon hevði onga aðrastaðni at búgva