mánadagur 7. november 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TEY UNGU FLÝGGJA Í MJØRKADAL
Varðhaldið er einasta rúsfría umhvørv, sum ungir rúsevnismisnýtarar kenna, sigur Jógvan Páll Lassen
Danjal av Rana
Varðhaldið er einasta staðið,
har tey kunnu fáa hjálp, sigur
Jógvan Páll Lassen. Sum
tilnevndur verji hevur Jógv
an Páll Lassen gott innlit í og
samband við ung í Føroyum,
sum enda í klórnum á løg
regluni. Hann ivast ikki í, at
høvuðsorsøkin til, at nógv
gerast lógbrótarar, eru rús
evnini.
– Høvdu vit fingið bilbukt
við rúsevnismarknaðinum
í Føroyum, so høvdu vit
næstan ikki havt kriminalitet
í Føroyum, tí sera nógv av
harðskapsmálunum botna í
rúsevnismálum, sigur hann.
Jógvan Páll Lassen var
ikki sjálvur verji hjá ungu
gentuni, sum er umtalað
aðrastaðni í blaðnum, men
sigur, at hann gerst ikki ov
farin av søguni, og at hann
kennir til trupulleikan frá
øðrum.
– Vit hava onga skipan,
sum loftar okkara ungu rús
evnismisnýtarum.
Okkara
vanligu skipanir eru gjørdar
til rúsdrekkamisnýtslu, men
tá talan er um onnur rúsevni,
hava vit einki. Varðhaldið
og kriminalforsorgin er tað
einasta, sum loftar hesum
ungu, tað einasta, sum kann
bjóða teimum eitt slag av
avrúsing, sigur hann, men
vísir á, at Martin Kúrberg
arbeiðir við at byrja eitt við
gerðarheim fyri ung á Eiði.
– Avúsingin í varðhaldin
um er tó kanska ikki tann
besta. Har verður tað gjørt
upp á tann harða mátan, og
tey fáa kanska eitt sindur av
heilivági til at tálma ringastu
abstinensirnar, men annars
fáa tey einki. Tá tey so lenda
aftur, eru tey sera illa fyri
mentalt, sigur Jógvan Páll
Lassen.
– Aftanfyri hesi ungu
standa
so
foreldrini
og
hyggja hjálparleys at, tí tey
fáa einki gjørt, sigur hann.
Jógvan Páll Lassen held
ur, at samfelagið má taka
trupulleikan við ungum rús
evnismisnýtarum í álvara.
– Tað nyttar ikki at stinga
høvdið í sandin. Rúsevnini
eru í Føroyum og har, sum
rúsevni eru, eru eisini ung
við
rúsevnistrupulleikum.
Tey enda í eini óndari ring
rás, sum førir meiri krimi
nalitet við sær, sigur hann.
Til dømis um ein ferð
niður
at
keypa
rúsevni
fyri fleiri. Tey hava samlað
pening saman áðrenn frá
ferð, men á veg heim, verður
viðkomandi
steðgaður
í
tollinum og rúsevnini verða
tikin frá honum. So skyldar
viðkomandi hinum peningin
aftur og tað endar ofta í
harðskapi.
Jógvan Páll Lassen hevur
eit nógv umstrítt boð upp á
eina loysn.
– Vit eiga at umhugsa at
gera hassj lógligt í Føroyum.
Tað hevði lætt nógv um
trupulleikan. Hann vísir á, at
hóast tað ikki eru rockarar,
sum selja rúsevni í Føroyum,
so keypa føroyingar rúsevni
úr Danmark og pengarnir
enda tí hjá rockarunum kort
ini.
– Við at hava skipaði
sølustøð, kunnu vit beina
fyri svarta marknaðinum og
nógvum av tí kriminaliteti,
sum fylgir við honum. Skuldi
skipanin ikki virka, kunnu
vit altíð lata rockararnar
taka yvir aftur um tvey ár,
sigur Jógvan Páll Lassen.
HETTA ER EITT
NEYÐARRÓP
Jógvan Páll Lassen
heldur, at samfelagið
má taka trupulleikan
við ungum rús
evnismisnýtarum
í álvara
Danjal av Rana
– Tað er syrgiligt, tá fólk
koma í eina slíka støðu, at
Varðhaldið er tryggasta um
hvørvi tey kenna, sigur Elkin
Klettheyggj, leiðari á Varð
haldinum.
Hon sigur, at tað er sera
sjáldsamt, at fólk biðja um
at sleppa niðan í varðhaldið
heldur enn at verða leyslatin.
- Tað er ein syrgilig støða,
fólk tá eru komin í. Sjálvandi
er tað eitt slag av rós til
okkum um, at vit megna
at taka okkum av fólki her
uppi, men so góðar eru
umstøðurnar heldur ikki her
í Mjørkadali, sigur hon.
- So tá fólk siga, at tey
hava tað betri her hjá okkum
enn heima, fara ávaringar
klokkur at ringja í mínum
høvdi. Vanliga vildi man
hildið, at hetta er tað ringasta
staðið at vera, men tíverri
eru fólk, sum eru so illa fyri,
at tey heldur vilja vera her
enn aðrastaðni, sigur Elkin
Klettheyggj.
- Grundarlagið fyri at
fongsla handlar um heilt
onnur ting enn sosial viður
skifti. Tí er tað sera sjáld
samt, at fólk sleppa niðan
aftur í Mjørkadal at sita
orsaka av hesum, sigur Elkin
Klettheyggj.
Hon er samd við Jógvani
Páll Lassen, at tað kanska er
tað rúsfría umhvørvi, sum
ger, at fólk ynskja at sleppa
niðan í Mjørkadal at sita.
- Vanliga hava vit eitt
tilboð um avrúsing gjøgnum
akupunktur,
men
tað
tilboðið er ikki í løtuni. So
nú er einasta avrúsingin, vit
hava at bjóða tann, at her er
eingin atgongd til rúsevni,
sigur hon.
Elkin Klettheyggj fegn
ast um, at tað sær út til at
bati er á økinum um rús
evnisviðgerð til ung. Umboð
fyri
kriminalforsorgina
hava verið á fundi við Al
mannaverkið um at skipa
fyri ymiskum tilboðum.
- Vit hava eitt gott sam
starv við bæði Heilbrigdið
og Bláa Kross. Vit hava
møgu-leikan fyri at bjóða
alternativa avsoning, so at
fólk kunnu avsona dómin,
meðan tey eru í viðgerð
á Heilbrigdi ella hjá Bláa
Krossi. Trupulleikin er tó,
at hesir stovnarnir ikki
eru tillagaðir til ungar rús
evnismisnýtarar, sum ofta
hava nógv meiri samansettar
trupulleikar
enn
eldri
rúsdrekkamisnýtarar, sigur
Elkin Klettheyggj.
Elken Klettheyggj:
Tíbetur ein óvanlig støða
Elkin Klettheyggj veit bara um eitt annað dømi, har ein maður hevur
ynskt at sleppa niðan í varðhaldi at sita, heldur enn at verða leyslatin