Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128 LIKVIDATIÓN Sambært avgerð tann 28. oktober 2016 frá Føroya skiftirætti er Sp/f Berg Rasmussen, skrás. nr. 4367, 380 Sørvágur, farið í likvidatión við undirritaða sum likvidatori. Vísandi til § 227, stk. 3, jfr. § 221, stk. 1, í vinnu­ felagslógini verða kreditorar felagsins bidnir um innan tríggjar mánaðir frá hesi lýsing at boða frá krøvum sínum og samstundis prógva krøvini við fráboðan til undirritaða. Tórshavn, tann 3. november 2016 Óla Jákup Kristoffersen, adv. Advokatskrivstovan Frúutrøð 4 Postboks 6 FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 Fax: 35 33 36 www.jura.fo Valstríð við lítlum biti í Leygarkvøldið var politiskt kjak á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Ósemjurnar millum teir fimm flokkarnir, sum stýra Tórshavnar kommunu, eru ikki lættar at finna Eirikur Lindenskov – Skattaprosent, heitar hend­ ur og húsasølur. Tað vóru nøkur av evn­ un­um, sum vóru uppi og vendu á politiska fund­ inum, sum Miðlahúsið og Reinsaríið skipaðu fyri á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn leygarkvøldið. Allir fimm flokkarnir, sum eru umboðaðir í Tórs­ havnar býráð vóru um­ boðaðir á fundinum, sum varð skipaður við tveimum panelorðaskiftum og »heita stólinum«, har tvey valevni úr hvørjum flokki upp á skift sluppu at svara spurningum. Tað er ilt at síggja teir stóru munirnar á flokkunum, sum allir siga seg vilja býnum og fólki-num væl. Allir vilja vísa skynsemi við fíggjarpolitikki, umenn ikki júst á sama hátt. Tjóðveldi hevur sum einasti flokkar boðað frá, at skatturin skal ikki lækka. Hinvegin kom størsta lyft­ið frá Róaldi Jákupsson úr Framsókn, um at skatt­ urin skuldi lækka niður í 16 prosent. Ruth Vang og Oda Andreassen, eis­ini úr Framsókn, vóru ikki full­ samdar við parta­mann­inum, um at býráðið kann taka so rívan til. Parkeringsviðurskifti vóru eisini uppi og vendu, og nú er nærmast leyst og liðugt við loysnum á parkeringini – sum hevur ligið í andaleypi í ein mans­aldur. Eitt boð var, at byggj­ast skal par­ keringshús í Bøkjara­brekku. Trónd­ur Sigurðsson úr Javnaðarflokkinum, sum er formaður í byggi- og býar­skipanarnevndi vísti á, at her var ein konkret privat verkætlan, sum er til viðgerðar í løtuni. Eis­ ini varð sagt, at býráðið hevur konkretar ætlanir um at leggja dekk á økið við Farstøðina uttan fyri Bursa­ tanga, so bilar kunnu par­ kera í fleiri hæddum har, eins og ein loysn verður gjørd á Skálatrøð. Nakað av kjakið var um húsakeyp og húsasølur hjá Tórshavnar kommunu. Eitt nú hevur Kaj Leo Holm Johannesen víst á, at gerast skal ein listi við húsum, sum Tórshavnar kommuna skal selja. Umframt at Sjó­ vinnuhúsið hjá Tórs­havnar havn er komið á listan, so var ikki nógv ítøki-ligt at frættta um listan, sum borgarstjórin segði seg ikki skilja, tí kommunan hevur ikki tómar bygningar at selja, segði hann. Eldraøkið og barna- og ungdómsøkið fekk eisini nógv frá øllum flokkum og øllum valevnum. Hetta økið fer í øllum førum ikki at líða nakra neyð, tí allir flokkar eru fullsamdir um, at tað hevur hægstu raðfesting. VALFUNDUR