mánadagur 7. november 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FORSETAVALIÐ
– FÓLK VELJA
VIÐ FORDÓMUM
HELDUR ENN
HEILANUM
Tað er grundleggjandi munur á Clinton og Trump, sigur Jaclyn Bealer, ið er úr Pennsylvania. Hon hevur fylgt
valinum tætt og hon finst millum annað at báðum valevnunum, at tey nú kloyva tjóðina meir enn gott er
Sólvit E. Nolsø
A
merikanska forsetavalið er
í morgin. Endiliga siga tey
flestu, tí valstríðið hevur
staðið á leingi og til tíðir hevur
tað verið ógvuliga møtumikið at
fylgja við. Tað hava verið ógvuliga
nógvar analysur og greiningar av
valinum, valevnum og útsagnum.
Valið hevur eisini havt stóran
áhuga í Evropa og nógv køn fólk
hava givið sína bestu meting um
hvat fer at henda annahvørt um
Trump vinnur ella Clinton vinnur.
Hvat siga amerikufólk? Tað vil
siga, tann vanligi borgarin um valið,
ið nú gongur á sínum síðsta degi?
– Eg eri hamrandi
troytt av valinum
Jaclyn Bealer er úr Pennsylvania
í USA. Hon hevur gingið á Penn
sylvania State University í USA og
á Newcastle University í Onglandi.
Hon hevur lisið stjórnmálafrøði í
Ongland. Hon býr aftur í USA nú
og sum verða man, so fylgir hon
væl við valinum.
Jaclyn Bealer er demokratur
um ein háls. Hon dylur ikki fyri,
at hon stuðlar Hillary Clinton og
hon sær stórar vandar við at velja
Donald Trump til forseta.
– Eg atkvøði fyri Hillary Clin
ton. Hon hevur havt eitt langt lív
í politikki aftanfyri seg og hon
hevur borga fyri sosialum fram
burði í landinum. Tann gondin
eigur at at sleppa at halda fram
við. Harafturat, so eri eg bangin
fyri hvat fer at henda, um Donald
Trump endar sum forseti, sigur
Jaclyn Bealer.
Vit, ið hava staðið á síðulinjuni
og eygleitt valið, hava mangan
hugsa okkara. Hvussu ber tað til,
at hesi bæði eru komin so langt
og nú standa sum einastu forseta
valevnini í USA? At síggja til síggja
bæði út til at kloyva fólkið heldur
enn at savna.
– Sum stjórnmálafrøðingur og
politiskt áhuga annars, so havi
eg stóran áhuga fyri valinum. Eg
má tó siga, at nú eri eg hamrandi
troytt av hesum. Drívmegin hevur
verið hatur, heldur enn fakta,
etikkur og politikkur. Fólk velja við
fordómum heldur enn heilanum.
Tað er eingin loyna, at eg eri meira
bangin fyri Trump. Fyrr havi eg
kunna verið ósamd við einum
valevni, men sæð orsøkina handan
grundgevina hjá viðkomandi. Tað
geri eg ikki hesuferð. Tó er tað
ikki bara tað, sum troyttar meg og
aðrar veljarar. Alt rundanum valið
er blivið so negativt og tað snýr seg
um at fáa síðsta orðið, heldur enn
at hava betra ar-gumentið, sigur
Jaclyn Bealer.
Fólk kenna seg
aftur í Trump
Tað kann tykast løgið, at ein sum
Donald Trump er komin so langt.
Hann ímyndar ikki á nakran hátt
tað, ið vit vanliga kenna við einum
politikkara. Hann tosar ikki sum
ein vanligur politikkari, men hel-
dur sum ein ónøgdur borgari.
Hetta hevur fingið fólk við uppá
hansara boðskap og tað skal ikki
un-dirmetast, sigur Jaclyn Bealer.
– Tá tað vórðu fleiri republi
kansk valevnir, sá tað ikki út til
at Trump fór at vinna. Útsagnir-
nar vórðu so løgnar, at vit flentu
bara eftir tí. Politiskt var hann
somikið við síðurnar av tí vanliga,