Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128 FORSETAVALIÐ at fjølmiðlar vístu hann sum eitt objekt hjá fólki at flenna at. Tá bleiv undirmett, at fólk kendu seg aftur í boðskapinum. Serliga tey, ið ikki kenna seg aftur í politisku ski-panini. Fólk, sum leingi hava ynskt ein broyting í politikki hava øll sligið seg um Donald Trump. Um ikki annað, so hevur hann eitt svar uppá alt. So kann tú verða ósamdur við tí ella ikki, sigur Jaclyn Bealer. Hví er tað ikki lættari hjá Hillary Clinton at vinna á Donald Trump? Hon er ein royndur politikkari og Donald Trump hevur ongar royndir í politikki. Hví hevur hon tað ikki lættari í valstríðnum? – Hon sær ikki út til at fáa fólk spent. Hon verður sett í samband við eitt status-quo og nógvi av hennara uppskotum reflektera tað. Clinton sum forseti tryggjar okkum somu kós, sum er løgd, men nógv vilja nakað øðrvísi, nakað meira spennandi. Hillary er hvørki, sigur Jaclyn Bealer. Er nakar grundleggjandi munur á Trump og Clinton? Eitt er hvat mann hoyrir til valfundir og kjakafundum. Tað er ein leikur fyri tað mesta og ofta ikki nakað, ið mann kann gera nakrar skilagóðar avgerðir útfrá. Fyri tað mesta eru tað vandir setningar, ið verða sagdir. Hvør er grundleggjandi munurin á valevn­ unum? – Stórur munur! Í løtuni er USA klovið í tey og valevnini endurspegla tað. Fyri meg at síggja, so livir Donald Trump betur av, at landið gongur í tveimum og hann fær politiska orku burturúr tí. Eg haldi sjálv, at Hillary Clinton umboðar sosialan framburð og tað fær eitt slag, um Trump kemur til valdið. – Síðan kjakið millum tey bæði hitnaði til tað, ið tað er í dag, eru nógv fleiri hatursálop fa-rin fram og nú bíða vit bara eftir, at valið endar so vit kunnu koma víðari, sigur Jaclyn Bealer. Er politikkurin farin afturum valevnini og síggja vit nú bert valdyst uttan innihald? – Ja! Vit eru troytt av valinum. Tað hevur hildi fram alt ov leingi og politisku evnini eru langt síðani slept. Tað er enn ein lítil partur av fólkinum, ið enn veruliga brenna fyri sínum valevni, men tey fækkast skjótt Tey flestu av okkum eru komin hartil, at vit velja eitt valevni, tí tað ikki er hitt. Tað vil siga, ein stór orsøk til, at eg velji Hillary Clinton, er tí hon ikki er Donald Trump, sigur Jaclyn Bealer. solvit@sosialurin.fo