mánadagur 7. november 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐARGREIN
Hallur av Rana
stjórnmálafrøðingur
Í
kjakinum, sum hevur verið
seinastu vikurnar, um hvørt
tað er rætt, at einstaklingar
røkja bæði ein løgtingssess og ein
býráðssess
samstundis,
hevur
sjónarmiðið um, at veljarin hevur
ein grundleggjandi demokratiskan
rætt at velja millum øll valevnir
mangan verið frammi.
So seint
sum í seinastu viku bar til at lesa
hetta sjónarmiðið í eini grein á in.fo,
har Kaj Leo Holm Johannesen, fyrr
verandi løgmaður, nam við evnið.
Greinin ljóðaði:
”Hann spyr, um tað ikki er rími
ligt, at hann í einum fólkaræði
sleppur at spyrja veljaran, um hann
kann stilla upp.
– Tað er jú grundsúlan undir
fólkaræði okkara, sigur hann (Kaj
Leo Holm Johannesen).”
Og so steðgar kjakið vanliga
har, tí hvør vil hava sitandi á sær,
at man virkar móti sjálvum fólka
ræðinum. Eingin ynskir jú at vera
ódemokratiskur.
Tað er tó ein veikleiki við sjónar
miðnum. Okkara fólkaræðisliga
skipan verður nevniliga sett í so
einfalt upp. Millum annað verður
hædd ikki tikið fyri, at føroyska
fólkaræðið ikki er eitt beinleiðis
fólkaræði, men eitt umboðandi
fólkaræði.
Mørk verða sett
Tað er als ikki ókent í umboðandi
fólkaræðum, at ávís mørk verða
sett fyri at verja sjálvt fólka
ræðið móti ov valdmiklum ein
staklingum.
Tí tá borgarin letur
einstøkum persónum vald at gera
inntriv í sítt egna lív, er neyðugt
at seta nøkur mørk, so eingin fær
ov stórt vald yvir lívið hjá einstaka
borgaranum.
Vit hava tað t.d. í før
oyskum landspolitikki, har eingin
einstaklingur kann vera tingmaður
og landsstýrismaður samstundis,
og flestu modernað fólkaræðir
hava eisini okkurt slag av valdsbýti,
so at ongan skipan, tað verið seg
parlament, stjórn ella dómstólar,
fær ov nógv vald.
Professionellir politikarar
Um vit fáa eina gongd í Føroyum,
har alsamt fleiri politikarar røkja
fleiri politiskar sessir, so er tað ein
vandi fyri, at vit fáa eina politiska
stætt í Føroyum, ið livir í síni egnu
politiskari boblu.
Ein stætt, ið brúkar meginpartin
av síni tíð upp á politikk, og dagar
nir fara við at møtast við teimum
somu persónunum á samgongu
fundum í Tinganesi, í kaffistovuni
í Løgtinginum, til nevndarfundir í
býráðnum, til fundir í Kommunu
felagnum, til aðalfundir hjá SEV
og øðrum kommunalum stovnum
o.s.fr.
Um onkur heldur, at hetta er
at gera ov nógv av, so er hetta longu
støðan í dag.
Vandin er fyri, at tað verða teir
somu fáu persónarnir, professio
nellir politikarar, ið koma at hava
síðsta orðið í øllum politiskum
málum. Tað verða teir somu fáu
persónarnir, ið sleppa at avgera
hvussu føroyingar liva sítt lív. Tað
verða teir somu fáu persónarnir,
ið avgera hvat kommunuskatturin
er, hvat landsskatturin er, hvat el-
prísurin er o.s.fr.
Sostatt verða tað
nakrir heilt fáir valdmiklir politik
arar, ið fáa víttfevnandi vald at
blanda seg upp í privatlívið hjá
borgarunum.
Tað
kvalifiseraða
mótspæli, ið tey eiga at fáa frá
øðrum fólkavaldum, t.d. millum
bygdaráðs/býráðslimir og løgtings
limir, hvørvur, tí tað eru tey somu
fólkini, ið taka avgerðirnar báðu
megina borðið.
Hin møguleikin, tá
man avmarkar møguleikan fyri at
fólk sita í fleiri fólkavaldum sessum
er, at man fær eina breiða viftu av
føroyingum, ið umboða fleiri sam
felagsbólkar og sjónarmið, deild
yvir fleiri sessir í politisku skip
anini. Fólkið sjálvt verður betri um
boðað, tá fleiri fólk sleppa framat.
Væl etableraður
hugsunarháttur
Sum skipanin er skrúva saman,
so er tað tó ikki skeivt at velja ein
persón í fleiri politiskar sessir. Í
tí hava Kaj Leo Holm Johannsen
og onnur rætt. Tað er veljarin, ið
avgerð tað.
Men niðurstøðan er
ov grunn, tá sagt verður, at tað
er ein avmarking av grundsúluni
í fólkaræðinum, um man metir
tað vera skeivt, at einstaklingar
bjóða seg fram at røkja fleiri sess
ir.
Tvørturímóti, so er tað ein
demokratiskur hugsunarháttur, ið
er væl etableraður í flestu fólka
ræðisligum
samfeløgum.
Ein
hugsunarháttur, ið hevur til enda
máls at verja fólkaræðið, við at
tryggja, at fólkaræðið verður verð
andi eitt fólka-ræði.
At fólkaræði verður
verðandi eitt fólka-ræði
Jógvan Kallsoy Mørkøre
Eiði
Tá ið hann í Markus 10-7 segði:
Tí skal maðurin fara frá faðir sínum og móðir síni og
halda seg til konu sína.
Um so er, hvør er nøgdur - tey sum halda at tíðin er
farin frá orðum Jesusar ella tey sum ikki siga so.
Sjálvt um hettar er sett fram sum ein spurningur, so stendur eingin
mær til svars, men fara tey sum avgerðina tóku inn í loynikamari, so fáa
tey uttan iva svar.
Fær Løgtingið nú kortini rætta feil Jesusar
VIÐMERKING