mánadagur 7. november 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128
Arbeiði
Alt innandura timburarbeiði
verður gjørt av húsasmiði. Ring og fá eitt gott
tilboð
Tlf 263464
B.H.C smíð Timbur og snikkaratænasta
Treingja hús tykkara til ábøtur? Vit átaka okkum alt
timburarbeiði, vit garantera dygdarsmíð, skjótt og
til ein rímiligan kostnað. Royn okkum! B.H.C smíð
tlf. 218991
Býli í Føroyum
Garaga á Argjum til leigu
Garaga á Argjaboga til leigu frá 01.12.16.
Kostnaður 1500 kr um mð. Stødd á leið 30 m2.
517580/317580
Leiguíbúð í Havn
Rúmlig íbúð við 2 kømurum og stovu/køk. Tætt við
miðbýin. Royking og djór ikki loyvd. Leigan er kr
6.000 + hita & ljós. Depositum krevst.
Bill.mrk 02,11,16
Íbúð ynskist í Havn
ikki roykjari, eg eri handverkari, fari væl um. Er tað
ábøtur á íbúðina, so geri eg tað Ring
Tlf.263464
Íbúð ynskist
Einlig kvinna fyrst í 60 unum ynskir íbúð í Tórshavn
skjótast gjørligt.
216242 og 316242
íbúð
Eg sóknist eftir eini íbúð, 2 kømur, á eystari armi
av Skálafjørðinum til eitt longri leigumál. Kristina
Eldevig
212350
Fundir
Ognarhagin á Mýrunum, Toftir
Hagafundur verður í hølum hjá Fiskamarknaði
Føroya á Toftum 18. nov. 2016 kl. 18.30. Skrá:
Umsókn um keyp av grundøki, Ymiskt. Hagastýrið
Húsarhaldstól
LEIGA FLATSKERM OG HVÍTVØRUR
SAMSUNG 43 SMART TV
,VASKIMASKINUR,TURKITRUMLUR, KOMFÝR
O.A.VIÐ KEYPSRÆTTI, EINKI DEPOSITUM, ÓKEYPIS
ÚTKOYRING.UM ALT LANDIÐ
RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160
Matur
Krov & Avroð
Ymiskt frá slagtinum til sølu. Fótamørðar,
livur, hjørtu, vomb, tálg, blóð, nýrir og mørðar.
Lambskrov til sølu. 90kr/kg.
596516
Ymiskt
Árliga jólasølan í Glyvrahanusarhúsi
í Norðagøtu verður 2. og 3. decembur. Tey ið vilja
verða við, skulu siga frá á telefon 441451 ella
221685
Fyrireikarnir
Marknaðardagur
Marknaðardagur verður í Bylgjuni í Runavík 26 nov.
Tey íð vilja bíleggja borð kunnu ringja til Ragnhild
ella Jónu, Nsí.
222545 og 504761
Basarur í KFUK í Havn
Verður leygardagin 12. novembur kl 15. Við
Eydnuhjóli, tombula, borðsølu og konditaríi. Øll
eru hjartaliga vælkomin niðan í KFUK
Býráðsvalið 2016
Boðað verður frá, at býráðsvalið 8. november 2016 verður
kl. 10.00-20.00.
Valt verður soleiðis:
• Fólk í Havn, Norðradali, Hoyvík, Koltri, á Hvítanesi
og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi
• Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum
• Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum
í Kaldbak
• Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði
• Fólk í Kirkjubø, Velbastað og Syðradali velja í skúlanum
á Velbastað
• Fólk í Hesti velja í bygdarstovuni í Hesti
• Fólk í Nólsoy velja í felagshúsunum hjá Ungmannafelagnum
Royndini í Nólsoy
Vart verður gjørt við, at valrætt
til býráðsvalið hava tey, sum:
• hava fylt 18 ár og annars lúka treytirnar fyri valrætti
og valbæri til Føroya løgting
• standa í fólkayvirlitinum í Tórshavn í seinasta lagi
2 vikur fyri valdagin
Ríkisborgarar úr øðrum londum kunnu, hóast teir ikki eru valbærir til
Føroya løgting, velja til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan
bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.
Bert tey, sum standa á vallistanum, sleppa at velja.
Um onkur er komin á vallistan, sum ikki longur býr í kommununi,
sleppur viðkomandi ikki at velja.
Eisini verður boðað frá, at valkort til býráðsvalið eru send teimum, ið
standa á vallistanum. Um veljari ikki hevur fingið valkort, ella okkurt
annað er komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast Snarskivuni frá
hesum.
Harumframt verður boðað frá, at veljarar, ið sambært vallógini lúka
treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða í Snarskivuni.
Sjófólk, sjúk og onnur, sum ynskja at brævatkvøða, kunnu boða frá
í Snarskivuni, tlf. 302010, sum er opin vanliga dagar kl. 9.00-16.00,
tó fríggjadag frá kl. 9.00-15.00.
Vikuna undan valinum ber somuleiðis til uttanfyri upplatingartíðirnar
hjá Snarskivuni at boða frá á vakttelefon 212011.
Í seinasta lagi mánadagin 7. november 2016, dagin fyri valið, kunnu
brævatkvøður greiðast í Snarskivuni kl. 9.00-22.00.
Valnevnd Tórshavnar býráðs
torshavn.fo
Ávísir borgarar, sum eru búsitandi í Føroyum
og arbeiða í øðrum norðurlandi, kunnu verða
frítiknir fyri heilsutrygdargjald, um teir rinda
til heilsutrygdarlíknandi skipan aðrastaðni
Sosialurin / KvR 34 18 00
Sambært heilsutrygdarlógini, skulu
føroy ingar, 18 ár og eldri, rinda
heilsutrygdargjald. Heilsu trygdar
gjaldið er í løtuni 175 kr. um
mánaðin, umframt 0,60% av skatt
skyldugu inntøkuni.
Føroyingar, sum arbeiða í øðrum
norðurlandi, kunnu koma undir
reglurnar í norðurlendska sáttmál
an um um sosiala trygd.
Føroyingar, sum arbeiða í øðrum
norðurlandi og eru fevndir av norð
ur lendska sáttmálanum um sosiala
trygd, og annars lúka ávís krøv,
sum t.d. at rinda til sosiala heilsu
trygdarskipan í arbeiðslandinum,
eru sambært sáttmálanum frí tik
nir fyri at rinda heilsutrygd argjald í
Føroyum eisini. Hesi kunnu tí
skrivliga venda sær til Heilsutrygd,
fyri at sleppa undan at rinda
heilsutrygdargjald.
Borgari, sum ynskir at sleppa
undan at rinda heilsutrygdargjald í
Føroyum, og lýkur treytirnar, verð
ur frítikin fyri heilsutrygdargjald frá
tí degi at Heilsutrygd fær skriv ligu
boðini frá borgaranum.
Borgarin hevur skyldu at boða
Heilsu trygd frá, um viðurskiftini
broyt ast soleiðis at hann aftur skal
rinda heilsutrygdargjald í Føroyum.
Frítøkan frá at rinda heilsu trygd
argjald, er annars galdandi álman
nakkaárið út, og boðast skal frá
aftur hvørt ár, so leingi sum frítøkan
skal vera.
Saman við fráboðanini um at sleppa
undan at rinda heilsutrygd argjald í
Føroyum, skal borgarin senda
Heilsutrygd nøktandi skjal prógv fyri,
at hann rindar til sosiala heilsu
trygdarskipan í øðrum norð ur landi
og annars lýkur treytirnar fyri
frítøku.
H E I L S U T R Y G D · P O S T S M O G A 52 · K L A K S V Í K S V E G U R 2 · 710 K L A K S V Í K
H E I L S U T R Y G D @ H E I L S U T R Y G D . F O · T L F : 6 1 40 00
LÝSINGARTORGIÐ