Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KOMMUNUVALIÐ Árni Gregersen Tá ið avgjørt var at leggja eldraøkið út til komm­un­ urnar 1. januar í fjør, so var hetta ein stór ábyrgd og ein stór arbeiðsbyrða, sum var løgd út til kommunurnar. – Tað er onki at ivast í, at eldraøkið er tað mál, sum fyllir nógv mest í bý­ ráðs­arbeiðnum nú, sigur Torbjørn Jacobsen, borgar­ stjóri í Runavíkar kommunu. Runavíkar kommunu er so mikið stór, at hon kundi havt sítt egna eldraøkið, men hon er farin í samstarv við hinar báðar kommunurnar á Skálafjørðinum, Nes komm­ unu og Sjóvar kommunu. – Fíggjarliga fyllir hetta nógv hjá okkum, kanska ser­ liga tí vit eru ein av komm­ unum, sum fáa í minna lagi endurrinda fyri økið, leggur hann afturat. Borgarstjórin í Runavík sigur, at hendan fyrsta tíðin, tað vil siga síðani 1.januar í fjør, fyri tað mesta er brúkt til at fóta sær. Eldraøkið er stórt og kommunan og kommunala samstarvið hevur yvirtikið ábyrgdina og harvið eis­ini hevur ábyrgdina av starvs­ fólkunum. Eitt annað er, at komm­ unurnar eisini hava yvirtik­ ið tær mannagongdir, sum vóru áðrenn økið var yvir­ tikið. Í fleiri samstarvum eru ætlanir um, at gera broyt­ ingar, so tænastan verður smid­ligari. – Men hartil eru vit als ikki komin enn. Vit hava brúkt tíðina at fóta okk­ um, og so mugu vit fara at arbeiða við øðrum, helst smid­ligari, loysnum, sigur Tor­bjørn Jacobsen, borgar­ stjóri Semja um at leggja út Politiskt var arbeitt leingi í Løgtinginum við at fáa lagt eldrarkøtina út til komm­ unurnar at umsita. 1. januar bleiv sker­ings­ dato, tá ið so kommunurnar yvirtóku økið. Ein fíggjar­ leistur var fingin uppá pláss í samráðingum við Komm­ unufelagið. Hann er eitt sindur fløkt­ ur, tí ymisk onnur viður­ skifti eru vavd uppí fígg­ ingarleistin. Millum annað er talið av útsiglarum ein part­ur av leistinum, sum fígg­ingin er gjørd eftir. Atlit verður tikið til júst hetta, tí summar kommunur hava fleiri íbígvar, sum ar­ beiða undir øðrum skatta­ viður­skiftum og tí ikki gjalda vanligan skatt til komm­ununa, tey búgva í. Tað vísir seg nú, at ikki Fyllir nógv mest Árni Gregersen Enn eru kommunurnar ikki lagdar saman í størri eindir við lóg, men tungu upp­gávurnar, sum sein­ astu árini eru lagdar út til kommunurnar beina komm­ unurnar nærri at saman­ leggingum – ella í hvussu so er tøttum samstørvum. Í sambandi við, at eldra­ økið var lagt út til komm­ un­urnar at taka sær av fyri skjótt tveimum árum síð­ ani, so var eisini ásettt, at kommunurnar skulu arbeiða saman í størri eindum. Hetta er gjørt, tí at mun­ urin á fólkatalinum í teimum ymsu kommununum er so stórur, at tað er órímiligt at áleggja stórum og smáum kommunum somu byrðar – bæði umsitingarliga og í annan máta. Minsta kommunan í Før­ oy­um er Fugloyar kommuna við 37 íbúgvum. Harumframt eru tríggjar kommunur við færri enn 100 íbúgvum – tær eru Húsa kommuna, sum tó á nýggjárinum verður inn­ limað í Klaksvíkar komm­ unu, Skúvoyar kommuna og Fámjins kommuna. Halda við høvuðsstaðar­ komm­ununa uttanfyri, so búgva 5000 fólk í Klaks­víkar kommunu, sum er næst­ størsta kommunan í Før­oy­ um. Tað sigur seg sjálvt, at kommunur við so ymiskari stødd ikki kunnu loysa somu uppgávur. Tað er tó ikki tí kommun­ urnar einsamallar skulu gjalda fyri eldrarøktina, men meira tí smæstu komm­ un­urnar ikki hava orku til at umsita hetta stóra mál. Kommunurnar fáa einar pengar frá landinum at røkja eldrarøktina fyri, men hetta skal gerast í størri eindum. Norðoyggin er ein eind fyri seg, Eysturkommuna og Fuglafjørður eru eitt øki, Skálafjørðurin er eitt øki, Sundalagið, Eiði, Vestmanna og Kvíkvík eru eitt øki og Vágar eru eitt øki, Havnin er eitt, Sandoy eitt og Suðuroy eitt øki. Stórar avbjóðingar At eldrarøktin er løgd út til kommunurnar at um­sita í átta samstørvum er stór­ broyting fyri kommunurnar, sjálvt um summar teirra áður hava arbeitt saman í smærri málum. Til dømis kann barna­ verndartænastan eisini nevn­ast, sum eitt øki, sum kommunurnar hava yvir­tikið og sum tær samstarva um. Kommunurnar hava í stóran mun samstarva á øðrum økjum, kanska fyrstt og fremst skúlaøkinum, men tað er vanliga sjálvboðið. Á eldraøkinum er samstarvini fastløgd, so kommunurnar skulu finna útav, hvussu hetta kann gerast. Tað er onki at ivast í, at hendan uppgávan, komm­ unurnar hava fingið, geva kommununum størri av­bjóð­ ingar. Eldraøkið og hvussu okk­ara eldru medborgarar hava tað, er ein tænasta, sum nú er flutt nærri at lokalpolitikarunum. Tað ger, at nývaldu bý- og bygda­ ráðini alla tíðina fara at noyðast at fyrihalda seg til, hvussu eldrarøktin virkar og um tænastan er nóg góð. Tosað verður um, at al­ mennu Føroyar skulu hava eftirlit við, hvussu komm­ unurnar røkja hesa tænastu, sum tær nú í átta ymiskum sam­støvum hava ábyrgdina av. Slíkt eftirlit er ikki neyð­ ugt, heldur ein av borgar­ stjórum. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, segði herfyri, at av tí at alt nú er so nær, so er ikki neðugt við slíkum eftirliti. – Er døgverðin ikki í lagi á Hamragarð klokkan 12, so vit minst trý fólk í býráðnum av At landið hevur lagt fleiri stórar uppgávur út til kommunurnar ger arbeiðið í bý- og bygdaráðum meira spennandi ELDRAØKIÐ HEVUR GJØRT KOMMUNALA ARBEIÐIÐ MEIRA AVBJÓÐANDI Dennis Holm heldur ikki, at neyðugt eer við eftirlitið. Tað syrgir lokalsamfelagið sjálvt fyri, heldur hann. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at tey fyrstu tvey árini eru fyri tað mesta brúkt til at fóta sær, so uppgávan kann loysast Borgarstóstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, hedlur, at eldraøkið er tað, sum fyllir allarmest í kommunala arbeiðnum nú Runavík - kommunan hevur fingið stórar avbjóðingar í samband við, at hon hevur yvirtikið eldraøkið