Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi Eitt eyðkenni fyri Tórs­ h a v n ­a r k o m m ­u n u er, at her hava ment­ an og ítróttur brúkilig kor. Fast­ar stuðuls­skipanir eru fyri ítróttafeløg og ítrótt­ arvirksemi. Fastar stuðuls­ skipanir eru eisini fyri mentanarligt virksemi av allahanda slag. Stuðulin hevur stóran týdning fyri mentanarlívið og ítróttalívið. Bæði mentamálini og ítrótta­málini verða viðgjørd í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs. Eg havi havt sæti í hesi nevnd øll árini, eg havi verið í býráðnum, og var formaður valskeiðið 2008- 2012. Sumt av tí, sum arbeitt varð við í tí skeiðnum, kom ikki rættiliga í eyga fyrrenn í skeiðnum, sum nú rennur út. Einafegnast var eg um, at tað eydnaðist at fáa semju millum býráðslimir um at gera Reinsa-ríið í Tórsgøtu til eitt rútmiskt spælistað, har okkara mongu tónleikarar kunna royna síni kynstur. Tað hevur víst seg, at har er eisini pláss fyri øðrum mentanarligum virksemi, ið tó ikki skal troka tónleikin út. Reinsaríið í Tórsgøtu Reinsaríið bleiv ein perla, men var ein tungur burður. Fyrsta stigið var at rætta húsið upp, leggja nýtt tak á og klæða hetta næstan 200 ára gamla hús. Síðani var at finna útav, hvussu tað skuldi gerast innan. Tøkar vóru tríggjar hædd­ir, har lágt var millum loft og gólv. Tú sást ikki reiðiliga fyri tær, at hesar lágu hæddir kundu rúma tí rútmiska tónleikinum. Men her syrgdu tónleikararnir sjálvir fyri loysnini, tá teir løgdu fram eina ætlan um at hava opið millum 1. og 2. hædd. Síðani var stórur dentur lagdur á at varðveita sum mest av tí upprunaliga og at gera nógv burtur úr aku­ stikkinum, ið hevur hepn­ ast so sjáldsama væl. Við tí virksemi, sum síðani hev­ur verið fyriskipað í hesum gamla pakkhúsi, er Reinsa­ ríið vorðið eitt tað best umtókta hølið í býnum, ið dregur nógv fólk í mentunar­ gøtuna í miðbýnum. Gloymdar ætlanir Innan ítrótt eru nógvar íløg­ ur gjørdar í vøllir, hallir og breytir, men sumt haltar enn. Hóast stórar íløgur verða gjørdar, so stendur ovari vøllur í Gundadali fram­vegis óliðugur. Hetta er heimavøllurin hjá okkara EFFO-liðum, men har er enn sum áður eitt stórt gapandi hol millum B36-húsið og HB-húsið. Tað átti at verið fylt út við eini lítlari høll til innanduraven- jingar og áskoðaraplássum omaná. Onnur aktuell íløga er 50 metra svimjihylurin. Vit taka undir við teimum, sum siga, at svimjingin eigur tørn. Víst hava vit eina tað bestu svimjihøllina í Norð­ urlondum, men tíðin stendur ikki í stað. Golfvøllur var tað stóra nummarið, tá vit umhugsaðu Oyggjaleikir. Tað datt niður­ fyri, men golfáhugin er ikki minkaður. Tað ber eisini til at gera golfvøll uttan at ovtaka seg. Leggjast kunna hóvligar ætlanir, sum eftir nøkrum árum fáa til vega ein hálvan vøll, ið kann byggjast út seinni. Vit hava golfvøllin á okkara skrá. Tórshavnar býráð hevur langtsíðani ásannað, at tað loysir seg fyri felagsskapin at lívga men-tan og ítrótti. X við E Mentan og ítróttur í býráðnum KOMMUNUVALIÐ ✗ Annika Olsen Forkvinna í Havnar Framburðsfelag. Valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið T ó r s h a v n er hjart­að í Før­oyum, og har tað er hjartarúm, er tað eisini húsrúm. Tórshavn er okkara alra høvuðsstaður. Vit skulu hava ein høvuðsstað, ið gev­ur rúm fyri fjølbroytni, fjølbroytni tá tað kemur til menniskjaliga tilfeingið, til vinnuna, til mentanina v.m. • Vit skulu bjóða øllum hjarta­liga vælkomnum til Havnar. Fólkum av bygd, fólkum, ið hava hug at leita sær til Havnar eftir útlegd og fólkum av øðrum uppruna, sum hava valt at búleikast her. • Vit skulu gera tað rúmligt fyri teir borgarar, sum búgva og virka her. Her eru bústaðarviðurskiftini ein týðandi táttur • Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum at menna okkara høvuðsstað enn meira. • Vit ynskja, at Tórshavn verður førandi høv­uðs­ stað­urin í norður­at­lants­ havi. Ferðavinnan er m.a. ein týðandi táttur fyri at náa hesum máli. • Vit skulu hava ein høv­ uðs­stað, sum gevur um­ hvørvinum og orkuni ans, tí umhvørvið er bert til láns frá okkara eftir­ komarum. Hetta setir eitt nú krøv til spilli­vatns­ viðurskiftini, sum skulu loysast nú. • Vit skulu skapa fíggjarligt rásarúm, so vit kunnu bjóða vælferðartænastur í heimsflokki. Lang­tíðar­ ætlan skal gerast bæði á íløgum og rakstri. • Vit skulu gera tað rúm­ ligt hjá vinnuna at virka. Vinnan skal hava javn­ bjóðis møguleikar at bjóða uppá alt kommunalt ar­ beiði og tænastur. • Vit skulu gera tað heimligt hjá okkara eldri borgarum at búleikast sum longst í egnum heimi. Starvsfólk skulu hava virðiligar og rúmligar umstøður at virka undir á eldraøkinum. • Vit skulu hava ein ítróttar­ politikk, har vit miðja eftir at hava altjóða kappingar innan øll ítróttarøki, eitt nú svimjing og badmin­ ton. • Vit skulu hava eitt útbygt samferðslukervi, sum er grundarlagið undir allar menning av býnum. • Vit skulu skapa rúm fyri einum fjølbroyttum ment­anarlívi. Mentanin er hjartaslátturin í býnum. Steðgar hann, steðgar alt annað. Vit ynskja at skapa framburð á øllum økjum. Ynskir tú eisini hetta, vilja vit inniliga heita á tygum um at fara á val týsdagin 8 nov. og stuðla Fólkaflokkinum. Ein rúmlig kommuna BERGUNKASS Listi F Ein matstova b o rð r e i d d i við serdeilis góð­um mati, og hóast gesturin fekk upp­s­kriftina, so fekk hann ikki matin at smakka eins væl og á matstovuni. Gesturin eygleiddi kokk­ in og beit merki í, at hann ávegis matarsalinum snar­ aði sær á, nippaði til eitt­ hvørt og ymiskt sum stóð í forbífartinum og drússaði á tallerkin. Og hetta var tað! Hetta var munurin, hetta var loyni­ dómurin. -- Var í paneli á Boðanes­ heiminum í gjárkvøldið – royndir og óroyndir politikk­ arar, starvs­fólk og bú­fólk. Evnið var m.a. inni­hald hjá búfólki og starvs­fólka­ normeringar. Sum kvøldið leið, setning­ arnir blivu teir somu sum áðrenn løgtingsvalið, punk­ teraðu úti í salinum ella vendu tómir aftur – bleiv eg meira og meira kúrr, spyrj­ andi og hugleiðandi um, at panel og forum átti at verið øðrvísi við broyting og framsókn fyri eyga. Tí vit hava ikki fyri neyð­ ini fleiri staðfestingar um manglar, um stóra kostnaðin ella um ónøgd hjá bú- og starvs­fólki. Vit vita hetta. Ikki fyri at tileinkisgera eldhugan hjá teim, ið kastaðu ljós á málið – tað er gull vert. Meira fyri at spyrja hvat flytir. Tað snýr seg óivað ikki um pengar tí, staðgjaldið á o.u. fimtitúsund um mán­ aðin, kann ikki hækka – tvørturímóti. Tað rokni eg við øll kunnu verða samd um. Kanska smakleyst at nevna krónur í sambandi við menniskju og lívslagnur, men fyri at lýsa støðuna. -- Vit hava brúk fyri paneli og luttakarum, ið saman hugsa loysnir. Vit hava brúk fyri nýggjum kokkum. Vit hava brúk fyri ‘drússi’ úr øllum møguligum herðahornum. Hetta verður avbjóðingin og hetta verða fólkini – sum í og saman við fyrisiting, leiðslum og starvsfólki, sjálv­bodnum, avvarðandi og eldri skulu fáa gerandisdagin góðan og at hanga saman hjá øllum pørtum. Hugsi nú um eldraøkið sum heild. Citeri aftur úr aðrari grein hjá mær sjálvari –Absolutt neyðugt! Har nærdemokratiið kem­ur við loysnum og týdn­ingar­miklum sam­fe­ lags­ligum avbjóðingum, og har vit menna heilt nýggjar fatanir av kommunum. Kommunan er ikki bara eitt system og ein organisatión, men lokalsamfelagið og øll tey menniskju, sum her búgva. og Hesir nýggju upp­gávu­ hætt­ir, politikkmenning og arbeiði við at fáa til vega ressourcir í fólkinum og økja um nyttuvirðið av átøkunum, stillar stór krøv til em­bætis­verkið, og stór krøv til tillaging, dagføring og nýggjar arbeiðshættir. (úr Skanderborg, Assens og Gentofte kommunu) Nakað av bóltum í luftina ella ‘drússi’: Kunnu starvsfólk skifta ímillum stovnarnar? Kann kommunalur yvir­ kapasitetur á einum staði ávís tíðarskeið á degi, brúk­ ast aðrastaðir? Kann fyrisitingin vera fjøl­broyttari við atliti til starvsfólkatypur - hugsi kreativitet? Kunnu vaktætlanir á heim­ um broytast? Kunnu leiðslukrøv endur­ skoðast? Hvussu kann sjálvboðið arbeiði skipast? Kunnu kømur normerast øðvísi, alt eftir støðuni hjá búfólki? Kunnu venjingar og ítriv skipast av fleiri – við veg­leiðing frá fysio­tera­ peutum? Kunnu fitness-centur síggja marknað og geva tilboð? Kunnu hýruvognsførarar síggja marknað, geva flutningstilboð, hjálpa, samskipa og føra fólk til ymsar dagdvøljur? -- Og nógv afturat at hugsa, hug­leiða, spyrja og kjakast um. Við fyrivarni fyri og vitandi um, at nakað av hes­ um er í gongd. Og fyri at taka sam­an­um og enda aftur á Boða­nes­ heiminum í gjár­kvøldið, so vóru tað dømi um átrokandi avbjóðingar, so sum heimið í W.U.Hammershaimbsgøtu. Tær mugu avgreiðast! “Kommunal nytænkning” er en bog om, hvordan du inddrager virksomheder, medarbejdere og borgere i nytænkning af offentlige velfærdsydelser. Kommunal nýhugsan!