mánadagur 7. november 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÚTISETAR
ÚTISETAR
Í MÁLHÝRI
Brandur H. Olsen, Jóan Símun Edmundsson og Gilli R. Sørensen skoraðu allir mál
um vi-kuskiftið. Tað boðar frá góðum, nú landsliðið aftur skal í eldin.
Tróndur Arge
Serliga fyri Brand Hendriks
son Olsen hevði tað stóran
týdning, at hann tók av
møguleikanum. Skálvíkingur
hevur ikki fingið nógva
spælitíð síðani hann skifti
til Randers. Leygardagin av-
gjørdi hann dystin móti FC
Norðsjælland, tá hann eftir
innskifting sendi bóltin í
netið.
Sjálvur
er
miðvallarin
fegin um málið.
– Tað kendist sjálvandi
væl. Eg føldi meg væl fyri
reikaðan og var grúiliga
uppsettur upp á at fáa so
nógv burturúr sum møguligt,
tann hálva tíman eg spældi,
sigur Brandur Hendriksson
Olsen og fortelur víðari:
– Bólturin verður spældur
í millumrúmið til Ishak.
Hann vendir sær og leggur
bóltin út til mín. Eg so taki
eitt 'touch' og so handlar
bara um at knalla til, sigur
Brandur H. Ol-sen.
Føroyski
miðvallarin
sendir eitt gott vinstrabeins
skot í handara síðnunet.
Hetta er fyrsti ordiligi møgu
leikin, ið skálvíkingur hevur
fingið á Randers liðnum. Nú
er spurningurin um hetta er
startskotið til meiri spælitíð.
– Tað fer tíðin at vísa.
Hetta gjørdi so ikki støðuna
verri, sigur miðvallarin.
Ikki Portugal umaftur
Brandur Hendriksson Ol
sen er sum vant úttikin
til landsliðið, sum seinni í
vikuni skal spæla móti Sveis.
Vónbrotið eftir 6-0 tapið fyri
Portugal hevur ikki lagt seg
enn – og skal ikki endur-
takast.
– Dysturin móti Portugal
skar djúpt í okkum spælarar.
Vónbrotið aftaná tann dyst
in er ein kensla eg nokk ikki
gloymi. Tað ætli eg mær ikki
at uppliva aftur, sigur lands
liðsmiðvallarin.
– Sveis er ein stór tjóð
og hava eitt ómetaliga gott
landslið, men vit hava bygt
ein vinna-ramentalitet upp í
hópin, og eina trúgv upp á at
alt ber til. So vit fara til Sveis
við góðum vónum, sigur
Brandur H. Olsen.
Hann leggur dent, at tað
er av stórum týdningi at av
rikið er gott.
– Uttan ein 120 prosents
innsats frá hvørjum ein
staklingi verður trupult. Tað
er nakað, ið skal raðfestast
høgt. Tá dómarin bríkslar
skal berjast og arbeiðast fyri
tjóðina. Vit gleða okkum, sigur
Brandur H. Olsen at enda.
Fleiri mál
Jóan Símun Edmundsson
skoraði, tá OB enn eina
ferð tapti. hesa ferð 2-1 fyri
Lyngby. Tof-tamaðurin skor
aði eftir hornaspark. Hann
setti høvdið á bóltin til 1-1.
Í
Norra
vann
Brann
Bergen silvur við 2-0 sigri í
seinasta dystinum. Gilli R.
Sørensen skoraði málið til
2-0. Tað er tað fyrsta fyri
níggja felagið.
trondur@sosialurin.fo
Brandur H. Olsen