Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 7 Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128 PÆTUR ALBINUS T að hevur gingist ótrúliga væl hjá føroyska súkkluessinum, Torkil Veyhe, síðan hann fyri fýra árum síðani flutti til Danmarkar at lesa og valdi at hava súkkluna við sær. Hann byrjaði í Odder CK, men skifti í fjør til Team WeBike-CK Aarhus, har ferð av álvara kom á súkkluleiðina hjá havnamanninum. Hóast hann skifti longri upp í støði, so vaks hann við uppgávuni og mentist at gerast ein profilur á liðnum hjá sær, sum – eins og Torkil sjálvur – gjørdist sjónligt í danska súkklulandslagnum. Hæddarpunktið mundi vera, tá ið Torkil eftir eina røð av góðum úrslitum varð úttikin til danska landsliðið at súkkla í Post Nord Danmark Rundt. Her var hann eisini sjónligur, og á tí eina teininum framdi hann eitt bragd við at – eftir at hann var punkter­ aður – súkkla einsamallur upp aftur til útbrótararnar heldur enn at verða inn­ heintaður av feltinum. Hetta varð umtalað sum satt bragd í beinleiðis sjón­ varpi á DR. Nú mundu øll kenna Torkil, og helst kundi hann vænta sær at boð vóru eftir honum, nú lið hansara, Team WeBike-CK Aarhus, hevði mist høvuðsstuðulin og var tætt við at snara lyklinum eina seinastu ferð. Vil meira Tað eydnaðist hósdagin í síðstu viku Team WeBike- CK Aarhus at finna nýggjan høvuðsstuðul, soleiðis at liðið nú eitur Team AURA Energi- CK Aarhus, men Torkil segði hendan dagin við Sosialin, at framtíð hansara fór at verða avgreidd innan fáar dagar. Og tað bleiv hon. Dagin eftir, tað var fríggja­dagin í síðstu viku, kunngjørdi ColoQuick-CULT, at tað hevði gjørt sátt­mála við Torkil Veyhe, sum er nummar 11 á danska styrkis­ listanum framman­fyri navn­ framar súkk­lar­ar so sum OL-súkklaran Lasse Norman Hansen. Tað skínur heilt greitt í­ gjøgnum, at ColoQuick- CULT, sum er eitt sokallað kontinental-lið og súkklar nógvar kappingar uttan­ lands, ógvuliga fegið vildi hava Torkil Veyhe. - Vit hava fingið ein av Danmarks stinnastu súkkl­ ar­unum í 2016 á liðið, segði Christian Andersen, ítróttar­ stjóri, sum eisini vísti á, at Torkil var sera ovarliga á ynskilepa teirra. Christian Andersen lýsir Torkil at vera ein súkklara við ótrúligari kropsligari styrki og egin­ leikum út yvir tað vanliga. Eisini Torkil segði seg vera væl nøgdan við skiftið. - Eg gleði meg til mítt fyrsta ár sum kontinental- súkklari. Eg havi havt eitt gott kappingarár, har eg hevði tað stuttligt við at súkkla og fekk loyvi at vera við í Post Nord Danmark Rundt. Tað gevur blóð á tonna til meira, og eg gleði meg at royna meg í nøkrum av teimum størru kappingunum, sum ColoQuick- CULT kann bjóða, segði Torkil við feltet.dk. Kollvelting Tað, sum serliga verður ein broyting hjá Torkili Veyhe, verður tað, at hann nú fer at súkkla nógv fleiri kappingar uttanlands, um­framt at hann nú verður semiprofessionellur súkklari – tað vil siga súkklari hálva tíð. — Hetta kemur at merkja, at eg og liðið koma at fáa atgongd til munandi størri kappingar enn tær eg havi koyrt í ár. Tað kemur at merkja, at eg framyvir komi at kappast í evropeisku kappingini umframt eisini at súkkla í besta klassanum í Danmark. Millum annað kunnu nevnast kappingar í Fraklandi, Hollandi, Belgia og Norra. Komandi ár komi eg at koyra sum semi­profess­ ionellur súkklari, sigur Torkil, sum síðani greiðir frá at hvat tað fer at merkja fyri hann sjálvan. — Tað merkir, at eg komi at kunna súkkla burturav við tí sáttmála­ num, sum eg havi fing­ ið. Eg havi gjørt eitt projekt í mínari master­ uppgávu, sum eg royni at sleppa at arbeiða víðari við, og sum skal brúka hina helvtina av tíðini uppá, sigur Torkil, sum hevur lisið bærende konstruktioner við Engineering College of Aarhus. Leikluturin Tað er framvegis ikki greitt, hvønn leiklut Torkil Veyhe fær hjá coloQuick-CULT. — Tað er ikki heilt avgjørt enn. Vit hava okkara fyrstu samling seinast í hesum mánaðinum, so tá vænti eg at vit fáa meira at vita. Men sum tað stendur í skrivinum, sum teir sendu út, so havi eg víst meg sum ein av sterkastu súkklarunum í Danmark í ár, og eg havi staðið ovarliga á listanum hjá honum, so eg rokni við, at eg komi at fáa ein týdningarmiklan leiklut á liðnum og fái loyvi at koyra mínar egnu møguleikar av og á. Tað var eisini ein av grundunum til at eg valdi coloQuick-CULT, sigur Torkil. Torkil, sum er 26 ára gamal, er nú væl lisin, og súkklingin, sum hann hevur havt við síðuna, hevur nú borið hann allan vegin upp í fremsta klassa í Danmark. — Dreymurin hevur altíð verið har, men tað hava verið løtur, har eg ikki havi trúð líka nógv uppá tað, sum eg geri nú, sigur Torkil Veyhe. ALBINUS@SOSIALURIN.FO Framúr avrikini í Danmark hava givið úrslit hjá føroyska súkklaranum, sum hevur tikið eitt fet upp eftir stiganum við at skriva sáttmála við ColoQuick-CULT. - Dreymurin hevur altíð verið har, men tað hava verið løtur, har eg ikki havi trúð líka nógv uppá tað, sum eg geri nú, sigur Torkil Veyhe, sum nú verður súkklari hálva tíð. VERÐUR NÚ SÚKKLARI HÁLVA TÍÐ Torkil Veyhe ■ Navn: Torkil Veyhe ■ Føddur: 9. januar 1990 ■ Heimbýur: Tórshavn ■ Hædd: 1,86 m ■ Vekt: 80 kg ■ 2007 ­-2012: Tórshavnar súkklufelag ■ 2012 - 2015: Odder Cykel Klub ■ 2015 - 2016: Team WeBike-CK Aarhus ■ 2017 : Team ColoQuick-CULT Mynd: Sigmar Mørkøre