Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Pætur Albinus HB og B68, sum hvør í sínum lag hava havt eitt vónbrot av einum kapping­ ar­ári, vóru tey bæði liðini í Effodeildini í ár, sum brúktu flest av egnum uppaldum leikarum. Onnur lið, sum hinvegin hava havt nógvar leikarar uttanífrá, hava tó ikki staðið seg nógv betri. Tað vísir seg, at tað eru feløgini miðskeiðis á hesi stiga­talvuni, sum standa seg best – altso liðini, sum hava eina góða blanding av egn­ um leikarum og leikarum uttanífrá. Skipanin fyri saman­ teljing­ina, ið vit her hava nýtt, er ein nógv brúkt skipan í útlondum, og gevur hendan stigatalvan eina mynd av í hvussu stóran mun feløgini velja at dúva upp á egnar uppaldar leikarar. HB OG B68 FLEST EGNAR UPPALDAR LEIKARAR Samanteljing vísir, at tað vóru HB og B68, sum brúktu flest av egnum uppaldum leikarum í kapp­ ingarárinum 2016. Í hinum endanum finna vit AB, sum enn einaferð spældi við flest leikarum uttanífrá Nýklaktu føroyameistarar­ nir úr Gøtu og Leirvík kunnu ikki leggjast undir at hava keypt seg til FM-heitið. Á liðnum hevur meira enn helvtin av liðnum verið egnir uppaldir leikarar, og ímillum teirra eru bæði ársins verjuleikari, Atli Gregersen, og ársins yvir teimum øllum, ársins leikari, Sølvi Vatnhamar. Stigatalva fyri flestar egnar uppaldar leikarar: 1. B68 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25 2. HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25 3. NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24 4. Skála . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21 5. B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21 6. Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 7. KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18 8. TB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 9. ÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 10. AB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 Stig: 3 stig = Uppvaksin ella lutvíst uppvaksin í felagnum* 1 stig = Komin til felagið sum 21 ára gamal ella yngri 0 stig = Komin til felagið sum 22 ára gamal ella eldri * Lutvíst uppvaksin í felagnum merkir, at hann í seinasta lagi er komin til felagið í U16-aldri. Reglur: Støðið verður tikið í teimum 11 leikarunum, ið hava leikt flestar minuttir. Knívskorið og uttan mun til hvar á vøllinum teir spæla. Erling Jacobsen 3 Sølvi Vatnhamar 3 Geza Turi 0 Hans Pauli Samuelsen 0 Filip Djordjevic 1 Gert Hansen 0 Atli Gregersen 1 Andreas Lava Olsen 3 Hanus Jacobsen 3 Heðin Hansen 3 Bárður J. Hansen 3 Stig: 20 Víkingur Leikarar uppaldir í felagnum: 6 KÍ Leikarar uppaldir í felagnum: 6 Fyri tveimum árum síðani var KÍ tað liðið, sum hevði flestar egnar uppaldar leik­ arar í Effodeildini, men hetta er nú broytt rættiliga nógv. Málsetningarnir eru hægri í Klaksvík, og hetta sæst aftur á hesari stiga­talvuni, har útlendingar og leikarar úr øðrum før­oysk­um feløgum eru fingnir inn og hava varpað nakað av egnum tilfeingi út av liðnum. Páll A. Klettskarð 3 Kristian Joensen 0 Sørmundur Kalsø 3 Jóannes Bjartalíð 3 Jonas Flindt Rasmussen 0 Jákup Andreasen 3 Hjalgrím Elttør 3 Semir Hadzibulic 0 Ísak Simonsen 3 Ahmed Mujdragic 0 Súni Olsen 0 Stig: 18 NSÍ Leikarar uppaldir í felagnum: 8 Ein kann loyva sær at siga, at NSÍ er tað liðið, sum er komið longst við lutfalsliga flest av egnum uppaldum leikarum. Felagið úr Runavík vann sær bronsuna við heili átta av egnum leikarum, og á liðnum vóru tað eisini tveir av teirra egnu, sum spældu nógv teir flestu minuttirnar, nevniliga profilarnir báðir, Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg. Klæmint A. Olsen 3 Árni Frederiksberg 3 Pól Jóhannus Justinussen 3 Símun Rógvi Hansen 0 Per Langgaard 3 Monrad Holm Jacobsen 3 Jens Joensen 3 Nikolaj Køhlert 0 Petur Knudsen 3 Johan Jacobsen 0 Einar Tróndargjógv 3 Stig: 24 Jónas Tór Næs 3 Róaldur Jacobsen 3 Andrias Eriksen 3 Gestur B. Dam 3 Hørður Askham 3 Tórður Thomsen 0 Lukasz Cieslewicz 0 Sebastian Pingel 0 Jógvan Skeel Nolsøe 0 Høgni Eysturoy 3 Hannes Agnarsson 3 Stig: 21 B36 Leikarar uppaldir í felagnum: 7 Teir nú fyrrverandi føroya­ meistararnir úr høvuðs­stað­ num hava eina rímiliga stóran hóp av egnum leikarum, tó at hjálp til ávís pláss eru fingin uttanlands og úr øðrum føroyskum feløgum. Nevnast skal, at Hørður Askham og Andrias Eriksen spældu fyrstu ungdómsárini í HB, men eru lutvíst uppvaksnir í B36.