mánadagur 7. november 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VB-StÍF 29-23 (13-9)
VB: Maria Halsdóttir Weyhe 7, Danijela Mistric 7, Bára Krosslá Mortensen 4, Rúna
Jacobsen 3, Gurið Krosslá Augustinussen 3, Rannvá Johannesen 3 og Christina Holm 1.
StÍF: Guðrið Poulsen 10, Ninna K. Poulsen 8, Rebekka Poulsen 2, Erla Petersen 1, Sunfríð
B. Johansen 1 og Paula B. Høgnesen 1.
Dystir komandi vikuna: Hósdagin 10. november: Neistin-StÍF
Sunnudagin 13. november: Kyndil-StÍF, Stjørnan-Neistin og VB-VÍF
Neli Heldarskarð
Steðgur hevur verið í FTZ-
deildini hetta vikuskiftið, tí
at A-landsliðið hjá monnum
hevur verið í Póllandi og
luttikið í venjingarkapping.
Kvinnurnar hava tó ikki
havt nøkur landsliðsørindi
hetta vikuskiftið, og tískil
var ongin forðing fyri, at
tveir dystir kundu spælast í
Hvonndeildini sunnudagin.
Í Vestmanna tók VÍF
ímóti Neistanum, meðan VB
spældi ímóti StÌF í høllini í
Vági.
Neistin er oddalið
Tað var fyri aðru ferð í hes
um
kappingarárinum,
at
VÍF og Neistin brustu sam
an í landskappingini. Liðini
hittust eisini í fyrsta leikum
fari, og tá vann Neistin triv
aligt - 27-18. Í gjár endurtók
søgan seg, tí at enn einaferð
var greiður munur á kvinnu
liðunum hjá VÍF og Neist
anum.
Dysturin varð avgjørdur
longu í fyrra hálvleiki. Mun
urin á liðunum var sera
stórur, og hetta sást aftur á
máltalvuni. Hálvleiksstøðan
var heili 21-10 til Neistan. Í
seinna hálvleiki megnaðu
heimakvinnurnar at bjarga
eitt sindur av æruni við
at minka um munin, so at
endaligi málmunurin á lið
unum ikki var størri enn sjey
mál. Neistin vann 31-24.
Sigurin merkir, at neista
kvinnur eru nýtt oddalið í
Hvonndeildini. Stutt er tó
til nærmasta eltaran, sum
er Kyndil, ið hevur sama
stigatal, 12 stig. Kyndils
kvinnur hava tó spælt ein
dyst meir, og harafturat hev
ur Neistin betri málmun.
VB er komið fyri seg
Í Vági var talan um ein
meira spennandi dyst, men
har var eiheldur tann heilt
stóri ivin um vinnaran. VB
vann 29-23 ímóti StÍF eftir
hálvleiksstøðuna 13-9.
Sum heild gongur nú bet
ur hjá vágbingum, ið høv
du eitt rættiliga keðiligt
kappingarár í fjør, tá ið liðið
endaði næstaftast í Hvonn
deildini - bara Stjørnan fekk
færri stig enn VB. Í ár er tó
líkt til, at VB kann spæla við
um heiðursmerki, tí eftir sjey
dystir er VB á bronsuplássi.
Tá ið hugt verður eftir
stigatalvuni er tó ringt at
ímynda sær annað enn, at
meistaraheitið verður ver
andi í høvuðsstaðnum. Hjá
antin Neistanum ella Kyndil,
ið hava spælt finalurnar
seinastu árini.
HØVUÐSSTAÐAR
FELØGINI STRÍÐAST
UM MEISTARAHEITIÐ
Líkt er til, at tað enn einaferð verða grannafeløgini úr Havn, Neistin
og Kyndil, ið skulu stríðast um føroyameistaraheitið í Hvonndeildini