Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Bárður S. Guttesen Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur um viku­ skiftið luttikið í venj­ing­ar­ kapp­ing í Płock í Póllandi. Á skránni vóru tríggir dyst­ir upp á tríggjar dagar. Fríggja­dagin var spælt ímóti teimum næstbestu úr Dan­ mark, leygardagin ímóti Est­ landi, og sunnudagin tóku teir næstbestu úr Póllandi ímóti. Venjingarlegan er liður í fyrireikingunum til EM- undankappingina, sum verð­ur í Føroyum frá 13. til 15. jan­uar. Tá gesta ávikavist Kýp­ros og Grikkaland. Taptu fyri Jóhan á Plógv Hansen Fyrsti dysturin var móti teim­um næstbestu úr Dan­ mark. Har í millum før­oy­ing­ urin Jóhan á Plógv Han­sen, sum hevur valt at umboða Danmark í vón um at røkka longri í hond­bólts­heiminum. Hann spælir til dagligt í Bjerringbo/Silkeborg í fremstu donsku deildini, og bleiv fyri stuttum valdur til besta høgra vong í Champ­ ions League, eftir fimta umfar. Ímeðan føroyingur um­ boð­aði danska liðið, var eisini ein danskari á før­ oyska liðinum. Nicklas Selvig spældi sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar. Hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta otta mál, og var harvið topp­ skjútti á føroyska liðinum. Nicklas Selvig hevur havt eitt ynski um at spæla fyri Føroyar, nú landsliðið aftur luttekur á hægsta stigi. Nicklas Selvig kom sum 18-ára gamal til KÍF og spældi hareftir fimm ár í Føroyum. Hann skilir føroyskt, hevur føroyska unnustu og spælir nú fyri TMS Ringsted saman við Áka Egilsnes, eftir at teir báðir fóru úr VÍF í ár. Starvsnevndin hjá HSF hevur nú eisini gjørt ræt­ nings­linjur, viðvíkjandi dansk­arum og útlendingum á føroyskum landsliðum, eins og vit hava sæð í føroyskum fótbólti. Meiningin var eisini at Andreas Eriksen, sum eisini er danskari, skuldi vera við í kappingini, men hann fekk tíverri skaða stutt undan fráferð, skrivar hond­ bólts­sambandið á heimasíðu teirra. Stórur munur á stødd Føroyska liðið arbeiddi sum altíð gróthart, men álops­ spælið tóktist ósaman­hang­ andi og við ov lítlum tolið. Í verjuni kempaðu menn væl og serliga miðverjar okk­ ara Tony Weyhe og Rókur Akralíð sluppu veru­liga at royna seg ímóti stóru bakspælarunum hjá Dan­ mark, men ov stórur munur var á støddini á føroysku og donsku spælarunm. Danskarnir sluppu ov ofta ígjøgnum, hóast danska álopsspælið ikki tóktist at vera nakað dreymakent. Heldur sást at teir vóru á hesum liðnum, fyri at vísa sínar dygdir og síðani koma longur upp í stigsskipanina. Dysturin endaði 33-23 til danir eftir hálvleiksstøðuna 13-10. Brendu ov illa móti Estlandi Dysturin leygardagin skuldi á pappírinum verið tann, har føroyingar høvdu best­ an møguleika at kanna sær stig. Eftir ein fínan fyrra hálvleik, við støðuni 11-11, vóru vónirnar avbera góðar. Hans Eli Sigurbjørnsson var serliga eyðsýndur, har hann fleiri ferðir kom ígjøgnum og fekk mál ella brotskast, sum Hjalti Mohr Jacobsen tók sær av. Í byrjanini av seinna hálvleiki var Nicklas Selvig flúgvandi og skeyt fýra mál nærmast uppí slag. Tá 42 minuttir vóru spældir vóru Føroyar á odda 17-14, men eftir hetta steðgaði álops­ spælið upp, og sum hevur verið eyðkent undir hesi venj­ingarleguni. Álopið verður óskipað og spælt verður við ov lítlum toli, har menn skjóta áðrenn nakar opin málmøguleiki hev­ur boðið seg. Dysturin endaði 24-20 til Estlands. Føroyska liðið skoraði bara trý mál seinastu 18 minuttirnar, umframt at okkara bara skoraðu 20 mál upp á 48 skot. Kenna okkum snýttar Sunnudagin var síðsti dyst­ ur á skránni. Hesaferð stóðu teir næstbestu úr Pól­landi fyri skotum. Eftir tap í báðum undanfarnu dystunum vóru føroyingar svangir eftir stigum. Pólland var sterkari á pappírinum og hetta fingu føroyingar at merkja frá byrjan. Eftir lítlari løtu var støðan 5-1 til póllendingar, orsakað av óítøkiligum og ókonsentreraðum álops­ spæl­ið frá føroyskari síðu. Eftir gott føroyskt spæl stóð aftur á jøvnum, tá 22 minuttir vóru spældir. Støð­ an í hálvleikinum var 12-10 til Pólland. Beint eftir hálvleik koyrdi Pólland á við somu ferð, og økti um leiðsluna. Óskipaða álopsspælið hjá okkara kom aftur til sjóndar, og ein leiðsla upp á trý til fimm mál helt sær til bert tíggju min­ uttir vóru eftir. Tá kom føroyska liðið fyri seg aftur. Ári Dam ger nakrar framúr bjargingar í málinum, og føroyingar eru ikki at kenna aftur í álops­ spælinum. Tá tveir minuttir eru eftir, er bert tað eina málið á muni. Føroyar megna ikki at gagn­nýta støðuna til fulnar, og dysturin endar 24-23 til Pól­land. Føroyingar føla seg tó eitt sindur snýttar av dómarunum tey síðstu sekund­ini, tí júst tá Føroyar fara í skjótálop verður frí­ kast til okkara. Bólturin verður kastað­ur til viks, so at síðstu sekund­ini av dystinum fara fyri skeyti. Alt í alt besti dysturin før­ oyingar hava spælt í hesum umfari, og við eitt sindur av neyvleika kundi føroyska liðið fingið eitt stig ella enntá tvey. Týðandi royndir Hóast tað ikki bleiv til stig á hesum sinni, so er talan um týðandi royndir fyri føroysku spælararnar. Um vit hyggja eftir fótbólts­ lands­liðnum, sum í løtuni hev­ur viðgongd, so verður stórur dentur lagdur á, at spæl­ararnar hava nógvar al­tjóða royndir. Tá spælarar sum Hallur Hansson, Sonni Ragnar Nattestad og Brandur H. Olsen koma á landsliðið sum ungir, so hava teir spælt við U15, U17, U19 og U21, áðrenn teir koma á A-landsliðið, sum so aftur hevur spælarar við nógvum royndum. Føroyskur hondbóltur er nú aftur á rættari kós. Tað verður ikki í dag ella í morgin, at vit koma at síggja úrslitið av hesi kappingini, men tað er týdningarmikið ikki at und­ir meta royndirnar. ið okk­ara fáa av eini slíkari kapp­ing. TÝÐANDI ROYNDIR FYRI FØROYSKAN HONDBÓLT Tríggir dystir upp á tríggjar dagar og trý tap. Tað ljóðar ikki av nógv, men tað týdningarmesta er, at føroyskur A-landsliðshondbóltur aftur er í gongd. Hetta eru týðandi royndir ÚRSLIT: Føroyar – Danmark B 23-33 (10-13) Føroyar – Estland 20-24 (11-11) Føroyar – Pólland B 23-24 (10-12) Føroysku málskjúttarnir í kappingini vóru hesir vóru hesir: Nicklas Selvig – 15 mál Áki Egilsnes – 12 mál Hjalti Mohr Jacobsen – 9 mál (8 brotskøst) Julian Olsen – 6 mál Eirikur Simonsen – 6 mál Hans Eli Sigurbjørnsson – 5 mál Kjartan Johansen – 4 mál Rókur Akralíð – 2 mál Allan Norðberg – 2 mál Tróndur Kragesteen – 2 mál Rúni Joensen – 2 mál Tony Hammer Weyhe – 1 mál