Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128 Vikan ið fór Gilli Róaltsson Sørensen skorar, tá Brann Bergen vinnur silvur í Tippuliguni í Norra. Talan er um fyrsta málið í nýggja felagnum Súkklarin Torkil Veyhe skiftir felag í Danmark. Hann skal nú súkkla hálva tíð og tað er eitt stórt framstig Landsliðið til dystin móti Sveis verður úttikið. Andreas Lava Olsen er aftur á landsliðnum, eftir at hann vísur stórform móti endanum av landskappingini Føroyska mandslandsliðið í hondbólti tapur allar tríggjar dystirnar í venjingarkapping í Pállandi. Ein av dystunum er móti Jóhan á Plógv Hansen og Danmark ÍF setir Jákup Mikkelsen sum venjara fyri komandi kappingarár Hørður Askham skiftir frá B36 til KÍ. ...við ítróttinum Hetta er bókin um ”Exit” hjá Flemming Østergaard, eisini kendur sum Don Ø. Hann er maðurin, sum stóð á odda fyri stóru framgongdini hjá FCK frá síðast í 90 unum til fyri fáum árum síðani, tá hann bleiv kroytur út úr felagnum, tí nýggju eigarnir ikki ynsku at hava hann har. Hann er síðani ákærdur fyri svik við partabrøvum og øðrum í tíðini sum formaður í FCK. Tað er serliga hetta, sum bókin snýr seg um. Hon er skrivað av vinmanninum David Trads og tað hómast eisini í bókini, at hetta er eitt aftursvar til allar tær ákærurnar, sum Don Ø hevur verið fyri. Bókin er, sum flestu donsku ítróttarbøkurnar, væl skrivað og løtt at lesa. Hon rørir við FCK sum felag frá 1997, tá Don Ø millum annað heintaði Toda Jónsson við úr Lyngby. Men sum heild er talan um ein bók, sum skal avsanna tær ákærur, ið Flemming Østergaard hevur verið fyri. Bókin nokk meiri áhugaverd fyri tey, ið fylgja við FCK og gongdini rundan um felagið, ið eisini fevnur um Fitness og Lalandia. Tað er tó ikki ókent, at pengamenn ikki tola eina sterka persónligheit. Tað kostar Don Ø. LES HANA UM: Tú hevur fylgt FCK í eina tíð og hevur áhuga fyri eitt sindur av tí, sum fyrigongur handan leiktjøldini IKKI LESA HANA UM: Tú væntar eina objektiva gjøgnumgongd av fótbóltsfelagnum FCK HVUSSU ER HON AT LESA: Dankarar duga at gera bøkur. Løtt at lesa og væl uppsett HVAT SIGUR TÚ: Um tú sum eg minnist Don Ø frá Toda-tíðini, ella er FCK fjeppari, so er hon áhugaverd. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ FAKTA: Kristoffer Henriksen verður væntandi at síggja í Føroyum eftir ársskiftið. Zlatan Ibrahimovic um at skjóta mál nummar 25 túsund samanlagt í Premier League Brandur H. Olsen um at skjóta sigursmálið fyri Randers Ha? Eg helt tað var mítt mál nummar 25 túsund Hetta er tað tú droymir um, tá tú verður skiftur inn Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Hvørjum felagi í Føroyum er Gilli Rólantsson uppvaksin í? 2. Hvørjum felagi í Skotlandi hevur Gilli Rólantsson spælt við? 3. Brandur H. Olsen hevur spælt við trimum feløgum í Danmark. Hvørjum? 4. Zlatan Ibrahimovic skoraði eitt serligt mál fyri Manchester United í gjár. Hvat var selrig við málinum? 5. Hvussu eitur ”danskarin”, sum fekk debut á føroyska hondbóltslandsliðnum um vikuskiftið? 6. Jóan Símun Edmundsson skoraði um vikuskiftið í Superliguni, men hvørjum var tað ímóti? 7. Hvat nummar er Jóan Símun Edmundsson hjá OB? 8. Hvør er spælarin á myndini? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! EXIT PARKEN ÍTRÓTTAR UMMÆLI Quizzin, svar: 1. TB 2. Aberdeen 3. FCK, Vendsyssel og Randers 4. Tað var mál nummar 25.000 í Premier League 5: Nicklas Selvig 6: Lyngby 7: 7 8: Lionel Messi (Sløra andlitið á Barcelona spælaranum) 1. Tú skoraði um vikuskiftið títt fyrsta mál fyri Brann. Hvussu kendist tað? At skora fyrsta málið frammanfyri 17.500 fólki í seinasta dysti, kann ikki blíva nógv betur. So tað kendist væl. 2. Hvussu eru fólk í Bergen sum heild nøgd við kappingarárið hjá Brann? Fólk i Bergen eru ótrúliga væl nøgd og stolt av hesum. Liðið kom jú upp frá fyrstu deild i fjør, so at fáa annað plássið er ótrúliga flott. 3. Persónliga upplivingin. Tú hevur verið í Noregi nú nakrar mánaðir. Hvussu hevur tað verið? Eg havi fingið gongd a fótbóltin aftur, so tað er bara gleðiligt. Og eg trívist væl í Noregi. 4. Hvussu sært tú uppá komandi landsdyst móti Sveis? Vit skylda okkum øllum ein betur innsats enn seinast, tí tað var ikki gott nokk. Nu er fokus sett á Sveis og vit trúgva fult og fast uppá at vit kunnu yvirraska. Men tað verður ikki nøkur lætt uppgáva. 5. Hvussu sært tú uppá 2017 sum fótbóltsár hjá tær persónliga? 2016 hevur verið nógv upp og niður, men skiftið til Brann hevur gjørt tað, at eg havi fingid gleðina til fótbóltin aftur. Trúgvi 100 procent at 2017 verður árið eg fái mítt gjøgnumbrot bæði í Brann og á landsliðnum, tí nú eri eg glaður fyri at spæla fótbólt aftur og tað var eg ikki í Aalborg. Navn: Gilli Rólantsson Sørensen Aldur: 24 Starv: Fótbóltsspælari (Brann Bergen)