mánadagur 7. november 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
23
Mánadagur 7. november 2016 · Nr. 128
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
KLUMMAN
Heri sigur sína hugsan...
Bæði í hondbólti og í fótbólti var talan um eitt
spennandi vikuskiftið, um ein tekur landsliðs
brillurnar á. A-landsliðið í hondbólti royndi seg
ímóti trimum sterkum liðum í einari venjingar
kapping í Póllandi. Talan gjørdist um eitt rímiliga
greitt tap til Danmark B, meðan talan var um
tepur tap ímóti Estlandi. og serliga Póllandi B.
Dystirnir høvdu stóran tydning fyri áhaldandi
menningini hjá hondbóltslandsliði okkara, og
hesir tríggir dystirnir góvu vónandi okkara
landsliðsvenjarum fleiri svar enn spurningar.
Seinastu fyrireikangarnar skulu nú gerast
áðrenn Grikkaland og Kýpros koma á vitjan
í januar at spæla HM-undankappingardystir
ímóti okkara monnum. Altjóða avbjóðingin
tykist eisini at hava verið góð fyri FTZ deildina,
sum neyvan hevur verið so spennandi og jøvn
áður. Vit gleða okkum stórliga til januar, tá
Kýpros og Grikkaland koma hendavegin, og
vóna, at landsliðshondbóltur aftur fær sítt
gjøgnumbrot í Føroyum.
Nógv jaligt var at frætta um fleiri av okkara
landsliðsspælarum í fótbólti farna vikuskiftið.
Seinast í september kundu vit staðfesta, at
Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu vunnu
íslendska meistaraheitið, og nú hava vit eisini
ein silvurvinnara í Noregi. Tað var eitt stórt stig
hjá Gilla Rólantssyni at skifta tað kenda Danmark
út við tað fyri nógvar føroyingar meiri ókenda
Noreg, hóast Noreg og Bergen liggja væl nærri
okkum landafrøðiliga. Gongdin hevur víst, at
talan var um eina góða avgerð hjá Gilla.
Venjarin í Brann Bergen hevur víst honum álit,
og hann hevur fingið nógva spælitíð. Við mál
skjótingini brast loksins fyri nev, tá Gilli skeyt
sítt fyrsta mál fyri Brann Bergen, tá Brann
Bergen vann 2-1 á Sarpsborg í tí seinasta dyst
inum í hesum kappingarárinum. Aftaná kundi
ein fegin Gilli Rólantsson taka ímóti einum
væluppibornum silvurheiðursmerki.
Hjartaliga tillukku Gilli.
Spennandi var at fylgja donsku superliguni
farna vikuskiftið. Full spælitíð var til Hall Hansson
í AC Horsens, og eisini full spælitíð til Jóan Símun
Edmundsson í OB, og Brandur Hendriksson slapp
loksins á vøllin fyri Randers FC. Gleðiligt var, at
ungi og evnaríki Brandur skeyt sigursmálið fyri
Randers FC ímóti FC Nordsjælland. Ein hart til
trongd og jalig uppliving, sum vónandi kann
gerast ein av mongum fyri Brand. Tað gongur
ikki væl hjá OB, sum aftur tapti hetta vikuskiftið.
Tó var tað góður uggi, at Jóan Símun Edmundsson
fekk eitt gott mál, og eisini fekk góð skoðsmál í
donskum miðlum. Hallur Hansson hevur gjørt
tað framúr í AC Horsens, men hesaferð fall hann
saman við øllum liðfeløgunum, tá AC Horsens
tapti 1-5 ímóti FC Midtjylland á heimavølli. Í
næstbestu donsku deildini eru René Shaki Joensen
og liðfelagarnir í Vendsyssel FF á øðrum plássi, og
liðið hjá Heina Vatnsdal og Bárði J. Hansen
liggur á triðja plássi, so nú er veruliga stuttligt
at fylgja útisetunum í Danmark. Hetta boðar
frá góðum fyri einum líkinda úrsliti ímóti Sveis
komandi sunnudag. Úrslitini í Sveis áður eru
1-5 og 0-6 tap. Tað kunnu vit gera væl betur
hesaferð. Góða eydnu við tí.
Fótbóltsspælarar í
hopla og hondbólts
spælarar í menning
Tróndur Arge
Jákup Mikkelsen er ein av
fimm venjarum, sum situr
frá farna kappingarári. ÍF
kunngjørdi um vikuskiftið, at
fyrrverandi landsliðsmálverjin
verður venjari komandi kapp
ingarár. Nú manglar bara, at TB
setur venjara. So hava øll liðini
í Effo-deildini sett venjara til
komandi kappingarár.
Fimm nýggir
Jákup á Borg, Sigfríður S.
Clementsen, Heðin Askham,
Trygvi Mortensen og nýggi
venjarin hjá TB, verða allir
nýggir í sínum sessi í hesi
atløguni.
Sigfríður S. Clementsen
hevur verið venjari hjá HB
fyrr, men stóð á odda fyri
TB í seinnu hálvu farna
kappingarár. Hann tekur
við eftir at Jan C. Dam bleiv
koyrdur.
Heðin
Askham
hevur
eisini verið venjari hjá EB/
Streymi fyrr. Tað var frá
2009 til 2012. Hann er aftur í
sessinum og tekur yvir eftir
Olgari Danielsen, ið flutti EB/
Streym upp úr bestu deildini.
Jákup á Borg er heldur
ikki nýggjur í venjaratoym
inum hjá B36. Hann var í fjør
spælandi hjálparvenjari, men
hetta er fyrstu ferð, at hann
stendur á odda fyri B36 sum
venjari.
Trygvi Mortensen er nýggjur
venjari hjá 07 Vestur, eftir at
Hegga Samuelsen ikki heldur
fram.
Fimti nýggi venjarin verður
so tann, sum TB velur at seta til
komandi kappingarár. Greitt
er tó, at talan verður ikki um
Sigfríð S. Clementsen, tí hann
er nýggjur venjari hjá HB.
Tað er framvegis ikki greitt,
um talan verður samanlegging
í suðri. Arbeitt verður í løtuni
við málinum og leiðslurnar í
TB, FC Suðuroy og Royn eru
samdar um at arbeiða víðari
við tí.
Fimm sita
Topp trý feløgini halda øll
fram við sínum venjara. Eisini
Skála, sum hevur havt eitt
meiri enn góðkent kapping
arár, heldur fram við sínum
venjara.
Sámal Erik Hentze hevur
longt sáttmálan við Víking,
sum hann gjørdi til FM
vinnara. Bagge er givin eftir
FM heitini við HB í 2009 og
B36 í 2014. Tí varð eisini tosað
um, at hann fór at gevast um
hann vann FM við Víkingi.
Soleiðis bleiv ikki.
Í KÍ síggja tey nógv gott í
Mikkjali Thomassen, ið hevur
verið venjari hjá KÍ seinastu
tvey árini. Partarnir hava
gjørt ein nýggjan trý ára
sáttmála. Mikkjal Thomassen
hevur í ár ført KÍ til fyrsta
gullið síðani 1999, umframt
Evropa-fótbólt.
Anders Gerber hevur eisini
staðið seg væl í Runavík, har
tað í ár bleiv til eina bronsu.
Her hava partarnir eisini
avgjørt at leingja sáttmálan.
Fyribils fyri komandi kapp
ingarár.
Skála mundi komið í
niðurflytingarvandi í seinnu
hálvu, men sum heild er
talan um eitt sannførandi
avrik ein stóran part av
kappingarárinum í ár. Tí
kemur tað heldur ikki óvart
á, at Pauli Poulsen heldur
fram á Skála.
ÍF stórar avbjóðingar
Jákup Mikkelsen hevur
seinnu árini verið partur av
ÍF. Tað verður hann eisini
komandi kappingarár. Hann
er settur sum venjari fyri
komandi kappingarár. Hann
tók við eftir Jógvan Martin
Olsen fyrr í ár. Úr ÍF verður
sagt,
at
tey
í
felagnum
eru
so
mikið
væl
nøgd
við
fyrrverandi
landsliðs
málverjan, at tey ynskja at
hann heldur fram.
Hesum
hevur
Jákup
Mikkelsen nú játtað. ÍF hevur
stórar
avbjóðingar
fyriu
framman. Felagið hevur ikki
eins nógvar pengar, sum
undanfarnu árini. Eisini eru
fleiri spælarar farnir til onnur
feløg. Eitt nú Karl Løkin og
Jan Ó. Ellingsgaard, sum eru
farnir til NSÍ. Tað ljóðar eisini,
at Adeshina Lawal endar í
Víkingi komandi kappingarár.
Fyribils er talan um eitt ára
sáttmála.
Nú bíða vit bara eftir TB.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Níggju av tíggju
venjarum settir:
Víkingur: Sámal Erik
Hentze (Settur í 2016)
KÍ: Mikkjal Thomassen
(Settur í 2015)
NSÍ: Anders Geber (Settur
í 2016)
B36: Jákup á Borg
(Nýggjur)
HB: Sigfríður S. Clementsen
(Nýggjur)
ÍF: Jákup Mikkelsen (Settur
í 2016)
TB:
Skála: Pauli Poulsen (Settur
í 2014)
EB/Streymur: Heðin
Askham (Nýggjur)
07 Vestur: Trygvi
Mortensen (Nýggjur)
BARA EITT KORT MANGLAR Í
VENJARAKABALINI
Jákup Mikkelsen er settur sum venjari hjá ÍF. Nú hava níggju av teimum
tíggju feløgunum í Effo-deildini, sett venjara til komandi kappingarár.
Helmingurin situr frá farna kappingarári, meðan fimm eru nýggir