mánadagur 7. november 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Beinir Troest Rasmussen
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Smílandi, kreativur og positivur.
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Apple.
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Ta ferðina tá eg var og vitjaði »Las lagunas
de ruidera« í Albacete í spania. Veðrið var
gott, og vit upplivdu eina rúgvu av ymiskum
spennandi tingum. Vit leiddu eitt hús, har vit
vóru í bert 3 dagar, men tað var tað feitasta
upplivingin. Vit svumu í einum kempi vatni
í fjøllunum, leigaðu kajakir, súkklubátar og
surfbrettir, vitjaðu holur, har vit sóu flogmýs,
vitjaðu eisini gomul slott við fantastiskum
útsýni. Tað var simpulten so hugnaligt.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Eingin trupulleiki.
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Smílinum og verumátanum.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
At spæla tónleik ger meg altíð í góðum lag.
HVAT STRESSAR TEG?
Tá eg einki havi at gera, tað er
tað sum stressar meg mest.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
KyllingaPaella.
HVAT GLEÐIR TEG?
Spæla tónleik, ganga ein túr í góð
veðri í Føroyum ella bara vera
saman við familju ella vinum.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Tað var møguleikin til at fara í holt við eina
fløgu við ensku sangunum, eg havi skrivað.
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Gangi í skúla, men í løtuni eri eg í
starvsvenjing í Miðlahúsinum.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Bæði eftir modernaðum poppi og eldri
tónleiki. Mær dámar sera væl at lurta
eftir føroyskum tónleiki, tí eg haldi tað
er umráðandi at stuðla tónleikinum í
Føroyum. Tá eg ikki fái sovið ella bara vil
slappa av, lurti eg ofta eftir Mozart.
HVAT ER BESTA UPP
FINNINGIN OG HVÍ?
Tað er klokkan, tí hon ger at øll
kunnu planleggja dagin betur ...
HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT?
Tað er at brúka trý ár í Spania. Tí
eg havi lært ein rúgvu av tí.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Um tú einki gott hevur at siga,
so skalt tú bara tiga.
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Nei, men vissi beiggi mín Rani
telur við so havi eg.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Brúkt tað upp á tónleikin.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Goymt tær og hugsa meg væl um,
áðrenn eg taki tað næsta stigi.
HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Summardagarnir, tí tað blívur
næstan ikki myrkt, og tá Føroyar
eru allarflottast um summarið.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Dreymurin er at liva av mínum egna
tónleiki, men um tað ikki ber til, síggi eg
meg sjálvan sum útlærdan sálarfrøðing.
Smílandi,
kreativur
og positivur
Føroyar eru
allarflottast
um summarið