mánadagur 7. november 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016
7
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Kommunuvalið 2016
✗
Óli M. Lassen
Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri
Góðu veljarar!
Eg var við í Býráðnum tá vit fóru
úr kreppu til framgongd. Vinnu
ligt viðrák á fleiri økjum, hevur
ført til, at kommunan hevur havt
støðuga framgongd tey seinastu
árini. Kommunan er í dag eitt stórt
arbeiðspláss, og eftir at eldraøki er
lagt út, starvast eini 400 fólk hjá
kommununi. Inntøkurnar eru oman
fyri 230 milliónir krónir. So her eru
allar fortreytir til at skapa eina av
heimsins bestu kommunum.
Eg var saman við býráðnum
frá 2009 til 2012 við til, at leggja
gott grundarlag undir framhaldandi
menning av kommununi. Tí gleddi tað
meg nógv, tá borgarstjórin Jógvan
Skorheim ynskti at fáa meg at stilla
upp á listanum hjá teimum. Vit høvdu
eitt sera gott samstarv í býráðnum frá
2009 til 2012.
Tí vóni eg, at tað verður møguligt
hjá mær, at verða við til at mynda
gongdina hjá býnum og allari komm
ununi komandi árini.
Málið er: Heimsins
bestu Kommunu
Eg ynski at finna loysnir á øllum økjum
sum kunnu skapa trivna og framburð
í okkara kommunu. Málið er einfalt,
vit skulu hava eina av heimsins bestu
kommunum á flest øllum økjum.
Hetta krevur gott samstarv, og útsýn.
Vit fara at byggja nýtt røktarheim,
vit fáa rennibreyt, áskoðaraskýlið,
mentunarhús og skúlabyggjan er
ígongd. Vit mugu fáa bygt fleiri
íbúðir til borgarar í vilja liva og virka
í okkara kommunu og vit mugu virða
tey eldru í hava bygt hetta samfelag
og geva teimum virðilig kor, og tí skal
akuttlistin til røktarheim fáast burtur
beinanvegin. Innan barnaansing ar
beiðir kommunan longu nú við at
finna eina loysn so tað eru nokk
stovnspláss í kommununi.
Viðvíkjandi kommunulæknskipanini
er neyðugt at fáa sett í starv komm
unulæknar í kunnu virka her í minst 3 ár.
Viðlíkahald av býnum og fríðkan
gongur sína gongd og har ynski eg
eisini at seta míni fingramerkir. Ídn
aðarøkið má gerast á Borðoyarvík, og
neyðugt viðlíkahald av bryggjukant
inum og bátabrúgvunum má eisini
uppraðfestast.
Tá dóttir mín segði við meg
"babba eg visti ikki, at tað kundi blíva
so hugnaligt í Klaksvík", tá visti eg,
at vit vóru á rættari kós. Hetta var eitt
tað besta herðaklapp eg kundi fáa
og tað gevur einum áhuga at halda
fram við hesum arbeiði til trivna og
framburð fyri alla kommununa.
Tit eru vælkomin at ringja til mín
á telefon 215924 ella vitja mína
heimasíðu: omlassen.com
Vónandi vilja tit stuðla mær, so
eg eisini kann vera við til, at menna
Klaksvíkar Kommunu komandi 4 árini.
Eg vil ynskja tykkum øllum eitt
gott val
Bestu heilsanir
Ynskja tit bil á valstaðið ring til
mín á telefon 215924
Ein av heimsins
bestu kommunum
KOMMUNUVALIÐ
Í SØRVÁGS KOMMUNU
X VIÐ JÁKUP SUNI LAURITSEN
Á LISTA B
Vit vilja halda
á við positivu
gongdini