Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016 8 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Kommunuvalið 2016 ✗ Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi E itt eyðkenni fyri Tórshavnar komm­unu er, at her hava ment­ an og ítróttur brúkilig kor. Fastar stuðulsskipanir eru fyri ítrótta­feløg og ítróttarvirksemi. Fastar stuð­uls­ skip­anir eru eisini fyri mentanar­ligt virksemi av allahanda slag. Stuð­ulin hevur stóran týdning fyri mentanar­ lívið og ítróttalívið. Bæði mentamálini og ítróttamálini verða viðgjørd í mentanarnevnd Tórs­ havnar býráðs. Eg havi havt sæti í hesi nevnd øll árini, eg havi verið í býráðnum, og var formaður valskeiðið 2008-2012. Sumt av tí, sum arbeitt varð við í tí skeiðnum, kom ikki rætti­ liga í eyga fyrrenn í skeiðnum, sum nú rennur út. Eina fegnast var eg um, at tað eydn­ aðist at fáa semju millum býráðs­limir um at gera Reinsaríið í Tórsgøtu til eitt rútmiskt spælistað, har okkara mongu tónleikarar kunna royna síni kynstur. Tað hevur víst seg, at har er eisini pláss fyri øðrum mentanarligum virksemi, ið tó ikki skal troka tónleikin út. Reinsaríið í Tórsgøtu Reinsaríið bleiv ein perla, men var ein tungur burður. Fyrsta stigið var at rætta húsið upp, leggja nýtt tak á og klæða hetta næstan 200 ára gamla hús. Síðani var at finna útav, hvussu tað skuldi gerast innan. Tøkar vóru tríggjar hæddir, har lágt var millum loft og gólv. Tú sást ikki reiði­liga fyri tær, at hesar lágu hæddir kundu rúma tí rútmiska tónleikinum. Men her syrgdu tónleikararnir sjálvir fyri loysnini, tá teir løgdu fram eina ætlan um at hava opið millum 1. og 2. hædd. Síðani var stórur dentur lagdur á at varðveita sum mest av tí upp­ runa­liga og at gera nógv burtur úr akustikkinum, ið hevur hepnast so sjáldsama væl. Við tí virksemi, sum síðani hevur verið fyriskipað í hesum gamla pakkhúsi, er Reinsaríið vorðið eitt tað best umtókta hølið í býnum, ið dregur nógv fólk í mentunargøtuna í miðbýnum. Gloymdar ætlanir Innan ítrótt eru nógvar íløgur gjørdar í vøllir, hallir og breytir, men sumt haltar enn. Hóast stórar íløgur verða gjørdar, so stendur ovari vøllur í Gunda­dali framvegis óliðugur. Hetta er heimavøllurin hjá okk­ ara EFFO-liðum, men har er enn sum áður eitt stórt gapandi hol mill­ um B36-húsið og HB-húsið. Tað átti at verið fylt út við eini lítlari høll til innanduravenjingar og áskoð­ara­pláss­ um omaná. Onnur aktuell íløga er 50 metra svimjihylurin. Vit taka undir við teim­ um, sum siga, at svimjingin eigur tørn. Víst hava vit eina tað bestu svimji­ høllina í Norðurlondum, men tíðin stendur ikki í stað. Golfvøllur var tað stóra nummarið, tá vit umhugsaðu Oyggjaleikir. Tað datt niðurfyri, men golfáhugin er ikki minkaður. Tað ber eisini til at gera golfvøll uttan at ovtaka seg. Leggjast kunna hóvligar ætlanir, sum eftir nøkrum árum fáa til vega ein hálvan vøll, ið kann byggjast út seinni. Vit hava golfvøllin á okkara skrá. Tórshavnar býráð hevur langt síðani ásannað, at tað loysir seg fyri felagsskapin at lívga mentan og ítrótti. X við E Mentan og ítróttur í býráðnum Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo