mánadagur 7. november 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Kommunuvalið 2016 ✗
Í fýra ár havi eg umboðað Javnaðar
flokkin í Tórshavnar Býráði sum
forkvinna í Mentamálanevndini. Eg
tori at siga, at vit hava flutt okkum
framá við risafetum. Eg hugsi
tey flestu eru samd um, at Tórs
havnar Kommuna er ein sterk og
ein góð kommuna. Fyri framman
liggja stórar avbjóðingar at tryggja
vælferðina – eisini tá ið bakkøst
koma.
Tí bjóði eg meg fram til býráðsvalið
í Tórshavnar Kommunu.
Hesi mál vil eg fremja:
• Skúlin á Fløtum skal byggjast
eins og musikkskúlin og lang
hylurin
• Vit skulu hava betri normering
ar á eldraøkinum og dagstovna
økinum
• Greiðan umhvørvis og orku
politikk
• Neyva fíggjarstýring, so at ráð
verða til raðfestingarnar
Hesi úrslit fegnist eg um
Skúlin
• Eg segði at nýggjur skúli skuldi
byggjast í Vesturbýnum. Og nú
verður Skúlin á Fløtum bygdur.
Vælferðin
• Eg vísti á at, at vit skulu lætta
um hjá barnafamiljum.
• Vit hava lækkað kommunuskatt
in og hækkað barnafrádráttin
upp í 8000 kr pr. barn.
• Eingin barnafamilia rindar dag
stovnagjald fyri meira enn eitt
barn. Í næsta valskeiði skulu vit
tryggja betri normeringar á dag
stovnaøkinum
• Ungdómsklubbar eru raðfestir
í Hoyvík og í Kollafirði – og nú
stendur Argir fyri tørni
Eldraøkið
• Vit yvirtóku eldraøkið. Og Tórs
havnar Kommuna hevur megnað
tað.
• Nú skal eldraøkið raðfestast við
20 milliónum um árið til fleiri
heitar hendur, fyribyrging og
demensumsorgan.
Mentanin
• Musikkskúlin er farin í útboð. Og
lýkur øll krøv til framtíðina.
• Reinsaríið er liðugt, og karmur
um fleiri hundrað tónleikatiltøk
um árið.
• Vit hava stuðlað omanfyri 400
mentanarligum
verkætlanum
hesi árini, og lagt lunnar undir
Loftbrúnni, sum kann verða út
bygd.
Ítrótturin
• Tvær ítróttarhallir eru í gerð. Á
Argjum og á Hálsi
• Felagshøli er bygt í Hoyvíks
høllini.
• Fótbóltsvøllur í Hoyvík verður
skjótt klárur til omanfyri 3000
hoyvíkingar
• Svimjihøllin verður dagførd við
baðilandi, og langhylur bygdur
í 2018
• Umstøðurnar kring vøllin á
Argjum eru munandi betraðar
Bústaðarmál
• Vit hava stykkjað uml. 160
nýggj grundstykki út í Havn og
í Kollafirði.
• 37 lestraríbúðir verða skjótt
lidnar í Kommunuskúlanum, og
kommunan bjóðar til samstarv
um eitt Universitet í Havn.
• Á Óðinshædd eru tær fyrstu 22
leiguíbúðirnar tøkar í heyst, og
hildið verður fram
Lív í býin
• Vit vildu fríðka um býin. Trappan í
Vágsbotni, Grasagarður, Steina
tún, Perlutún og Kommunuskúlin
tala sítt týðiliga mál.
Fíggjarstøðan
• Fíggjarliga er kommunan væl
fyri. Pengar eru settir av til stóru
átøkini, og lániskuldin er søgu
liga lág. Frameftir skal fíggjar
stýringin vera sera neyv og
gjøgnumskygd.
Samanumtikið mugu vit siga, at tað
hevur eydnast væl at menna Tórs
havnar Kommunu til ein tann besta
høvuðsstaðin yvirhøvur.
Eg vóni at tú vilt vera við til at
stuðla Javnaðarflokkinum, so at vit
kunnu halda fram í næsta valskeiði,
at gera ein góðan bý enn betri.
Helena Dam á
Neystabø, valevni fyri
Javnaðarflokkin til býráðið
Nú dregur Tórshavnar Kommuna ung fólk til býin og til landið. Og tað er gott
Kósin skal haldast