Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016 11 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Kommunuvalið 2016 ✗ Danjal Bjarkhamar Listi E T á okur fyri fýra árum síðani fingu álit frá tykkum vágbingum at stýra Vági, var nettoskuldin góðar 45 mió. kr., men við góðari og skilvísari fíggjarstýring síðani okur settust við stýrisvøl, er netto-skuldin við ársbyrjan 2017 komin væl undir 10 mió. kr. Hetta fer at geva okkum størri frælsi til at skapa ein uppaftur meiri spennandi bý, betri liviumstøður fyri tey, sum búgva her og framúr góðar møguleikar at gera tær íløgur, sum eru neyðugar. Við lista E við róðrið í Vági eru stórur batar framdir. Tølini tala sítt greiða mál, og hetta merkist í hvørjum húsar­haldi! Betri kor hjá barnafamiljum Seinastu 4 árini hava okur lækk­að kommunuskattin, lækkað barna­ans­ ingargjøldini og hækkað barna­frá­ dráttin. Hetta merkist aftur í hvørji einastu barnafamilju í Vági, sum hevur fingið eitt munandi størri fíggjarligt rásarúm. Tølini tala sítt greiða mál, og tekur tú eitt dømi um eina barnafamilju, har konan er lærari og maðurin er ar­ beiðsmaður, sum hevur 3 børn - 2 í ansing og 1 í skúla – so hevur henda familjan fingið omanfyri 10.000 kr meir at ráða yvir í 2017 enn hon hevði í 2013, tá ið okur á lista E tóku við valdinum. Okur kunnu við hesum staðfesta, at tað er vorðið munandi betur at verða barnafamilja í Vági meðan listi E hevur havt leiðsluna í kommununi. Øll fáa ágóðan Tá ið okur tóku við leiðsluni í Vágs kommunu, høvdu okur hægsta skatta­ prosent í landinum, men við miðvísum arbeiði og góðari fíggjarstýring hevur tað eydnast okkum at lækka skatta­ prosenti úr 23,25% niður í 21,95%. Tað man neyvan verða nakað hús í Vági, sum ikki hevur fingið ágóðan av hesi lækking. Árini listi E hevur stýrt í Vági hava tímalønt, lærarar, námsfrøðingar, hand­verkarar, dagrøktara o.o hvør fingið 2000 – 4000 kr í skattalætta. Og okur steðga ikki her, eisini komandi árini fara okur at fremja batar, sum gera tað uppaftur meira liviligt í heimbýi okkara. Okur bjóða tykk­um borgarum í Vági at verða við í hesi spennandi gongdini, har okur halda góðu kósina. Íverksetan Okkara kós er ikki svartskygni, okkara kós er ikki afturhald, nei okkara kós er framskygni, framburður og at skapa møguleikar fyri børnini, teimum ungu, tilkomnu og eldru, sum her bú­ leikast. Hjálpið okkum á valdegnum 8. november at halda fram við góðu gongdini. Eisini komandi árini verða av­ bjóðingar, sum okur sum kommuna mugu finna loysnir á. Tað er eitt áhald­andi arbeiði at skapa fortreytir og góðar karmar til okkara vinnulív. Eisini her ganga okur undan og skapa bestu fortreytir hjá teimum, sum vilja seta á stovn nýggjar fyritøkur við at lata 20.000 kr í ígongdsetanarstuðli. Onga aðrastaðni í Føroyum eru fortreytirnar so góðar sum í Vági, tá tað kemur til at hjálpa nýggjum fyritøkum og nýggjum vinnum í byrjunartíðarskeiðinum. Næsta stóra takið verður at fáa landsins myndugleikar at skipa alilóg­ gávuna soleiðis, at okur tryggja 50 støðug arbeiðpláss í býnum. Tað er onki at ivast í, at eisini hetta fara okur at megnað at fáa loyst, um tit vísa okkum álit 8. november. X við E Vágur er eitt gott stað at búgva og virka í og okur, sum her búgva, eiga øll ábyrgdina av at skapa framburð og menning. Okur hava hópin av jaligum søg­ um at siga um framtaksfýsnar vág­ bingar og eldsálir innan nógv økir. Musikskúlin stendur í besta blóma, Ruth Smith savnið er einastandandi, grindabátarnir eitt eyðkenni fyri býin, okur eiga ítróttarfólk á ovastu rók­ um, okur eru undangongufólk, tá tað kemur til at bróta uppúr nýggjum við Páls Høll, fjarlestrardepli, ítróttar­ háskúlanum, og í komandi tíðum fara vit at slóða fyri Marghøll og nýggjum ítróttareftirskúla. Vísir tú okkum álit 8 november, fara okur við áræði og góðum treysti at halda góðu kósina. X við Danjal Bjarkhamar Listi E Seinastu árini hava verið góð fyri Vág, og okur kunnu staðfesta, at eftir 4 árum undir leiðslu av lista E er kommunan væl fyri. Fíggjarstøðan er sera góð, skattainntøkurnar seta met og liviumstøðurnar hjá fólki eru betraðar munandi. Fólkatalið veksur og á nógvum økjum er brotið uppúr nýggjum Tað er gott at búgva í Vági!