Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Kommunuvalið 2016 ✗ Vilmund Jacobsen K vívíkar kommuna hevur ikki hægsta árliga barnafrádrátt og ei heldur lægsta skattaprosent sum er 21. Men, eitt hevur kommunan, sum eingin onnur kommuna í Føroyum hevur. Barnaansingin á lutfalsliga nýggja stovninum í Kvívík - Áarlon - er púrasta ókeypis. Tað var eitt einmælt bygdaráð, sum í samband við fíggjarætlanina fyri 2016 tók hesa avgerð. – Tað var ikki tí, at vit í bygdaráð­ num sjálvi høvdu børn, at vit samtyktu at taka ansingargjøldini av. Men, nøkur okkara hava ommu-og abbabørn, sum verða ansað á stovninum. Borgarstjórin vísir á, at ein avtøka av ansingargjaldinum svarar til um- leið eitt skattaprosent, og bygdaráðið valdi heldur at stíla henda lætta til barnafamiljurnar enn at fremja eina generella skattalækking. Nógvar spardar krónur Dánjal Petur Müller sigur seg hava skilt, at tey, sum hava børn á stov- ninum, hava verið ógvuliga fegin um ókeypis ansingina. – Gjaldið fyri fyrsta barnið var einar 1900 krónur, og síðan var avsláttur upp á tey næstu børnini. Onkur, sum hevði fleiri børn, kundi soleiðis gjalda út við 5.000 krónur um mánaðin - í 11 mánaðir um árið. So, tað sigur seg sjálvt, at hetta er komið ógvuliga væl við hjá familjum við fleiri børnum. Spurdur, um borgarar í kommun­ uni, sum ikki fáa lut í avtiknu ans­ ingar­gjøldunum, hava víst ónøgd, tí tey kanska heldur vildu havt eina generella skattalækking, sigur borgar­ stjórin, at okkurt einstakt orð er fallið um hetta, men hann heldur, at flestu fegnast um, at ansingargjøldini eru burtur. – Sum so mangt annað, er barna­ ansingin ein partur av fíggjarætlanini fyri kommununa, og tí er skipanin, sum nú er galdandi, í gildi hetta fígg- jaárið. Ætlanin hjá núsitandi bygdaráði í Kvívíkar kommunu hevur tó verið, at gjaldið skal ikki koma aftur. – Nú arbeitt verður við fíggjar­ ætl­anini fyri 2017 er barnaansingin í Áarlon framvegis ókeypis. Tað verða tó tey, sum verða vald í nýggja bygdaráðið, sum taka endaligu av­ gerðina um fíggjarætlanina fyri 2017 - og soleiðis eisini um barnaansingina. Sjálvur stillar borgarstjórin, Dánjal Petur Müller ikki uppaftur á kom- munuvalinum hin 8. november. Hann hevur sitið tvær setur í bygda-ráðnum - og báðar seturnar sum borgarstjóri. – At eg ikki stilli upp aftur, er ikki ein avgerð, sum eg havi tikið nú um dagarnar. Tað er nokso langt síðan, at eg tók hesa avgerð eftir hesi átta árini sum borgarstjóri. Um eg vendi aftur til kommunalpolitikkin einaferð seinni, fer tíðin at vísa, sigur hann. Nakað til øll Borgarstjórin vísir á, at seinastu árini hevur verið arbeitt við at betra um ymisk viðurskifti í kommununi, og fyri umleið seks árum síðan fekk Kvívíkar kommuna nýggja ansingarstovnin, sum er bygdur til 98 børn. – Vit hava júst biðið um tilboð uppá bátabrúgvar til bátahylin, og her skal eisini ein sandbátur koma at taka sand upp. Nógvur sandur er komin inn í hylin. Sandbáturin skuldi faktiskt verið komin, men er sein- kaður. Ætlandi verður sandurin tikin upp í hesum mánaðinum. Síðan Kvívíkar kommuna avtók gjaldið fyri barnaansingina, hevur kommunan havt fleiri fyrispurningar um sethúsabygging, og onkur grund­ stykki eru seld. – Vit hava eini 4-5 planerað og óseld grundstykki eftir í Leynum, og fyri umleið tveimum árum síðan vórðu seks nýggj grundstykki gjørd í Kvívík. Hann vísir á, at øll grundstykkini í Kvívík eru seld, og kommunan ar- beiðir nú við einari nýggjari útstykking í Kvívík á 19 grundstykki,. – Vit hava einar 10 umsóknir liggj­ andi um grundstykki í Kvívik, og her eru eingi hús til sølu í løtuni. Tey, sum hava selt seinastu tíðina, hava eisini fingið rímiliga góðan prís fyri húsini. Dánjal Petur Müller sigur, at netto­ skuldin hjá Kvívíkar kommunu við árslok fer at liggja um seks miljónir krónur, og kommunan eigur einar tvær miljónir krónur á bók. At Kvívíkar kommuna einki gjald hevur kravt fyri barnaansing í dagstovninum Áarlon í 2016 hevur havt við sær, at barnafamiljur hava spart nógvar túsund krónur. Ein slík avgerð kundi verið gott valagn, nú kommunuval verður í morgin, men soleiðis er ikki hjá borgarstjóranum, Jákup Peturi Müller, tí hann stillar ikki uppaftur Avtók ansingar­gjøldini og stillar ikki uppaftur Tey, sum hava børn á stovninum Áarlon í Kvívík, eru ógvuliga fegin um ókeypis barnaansingina – At eg ikki stilli upp aftur, er ikki ein avgerð, sum eg havi tikið nú um dagarnar, sigur Dánjal Petur Müller