Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016 15 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Kommunuvalið 2016 ✗ Mítt virksemi í ungdómspolitikki Ungmannafelagið Ungt Sjálvstýri varð endurstovnað í fjør summar, og var eg við til at skipa fyrstu nevndina og varð vald til næstforkvinnu. Stutt eftir hetta fór táverandi formaður niður at lesa, og havi eg síðani tá verið forkvinna í felagnum. Eg siti eisini í landsnevndini hjá Nýtt Sjálvstýri sum umboð fyri ungmannafelagið. Afturat arbeiðinum í Ungt Sjálvstýri, havi eg verið virkin í Norrøna Ungmannafelag Føroya, og havi umboðað felagið til ráðstevnu í Helsinki og fundir í Tallinn. Tí ynski eg at luttaka í politikki Eg ynski at luttaka í politikki, tí eg haldi tað vera umráðandi, at ungdómurin verður umboðaður í býráðnum. Eg havi og eri enn virkin í ungdómspolitikki, og tísskil trúgvi eg, at eg hevði umboðað ungdómin væl í býráðnum. Í fleiri førum havi eg samrátt við onnur før­ oysk ungmannafeløg um tiltøk, út­ meldingar og tílíkt, og dugi eg væl at síggja styrkina í at standa saman um felags meiningar, heldur enn at arbeiða hvør sær orsakað av ósemjum. Eg haldi, at meira kemur burtur úr at byggja brýr enn at laga múrar. Míni politisku áhugamál Eg ynski at virka fyri at Klaksvíkar Tónlistaskúli fær sømilig og virðilig kor, ið eru eggjandi fyri bæði næm­ ingar og lærarar. Harafturat er tað av stórum týdningi, at Klaksvíkar Komm­una fer undir at betra um bú­ staðarmøguleikarnar. Vit síggja eitt vaksandi rák av ungum fólkum, ið velja at lesa heima í Føroyum heldur enn aðrastaðni. Vit mugu lofta hes­ um rákinum og syrgja fyri, at tey fáa bústað fyri rímiligan prís. Birgit greiðir frá: Eg vil virka fyri, at lesandi í Klaks­vík­ar Kommunu fáa meiri víð­fevndar lestrarmøguleikar. Tað kunnu vit gera við at sam­ starva við Fróð­skaparsetrið og aðrar útbúgv­inga­stovnar, bæði í Føroyum og í Dan­mark, um at gera ein skúladepil í Klaksvík. Eftir mínum tykki eru ov fáir út­ búgvingamøguleikar í Klaksvíkar Kommunu, og tá Fróðskaparset-rið hevur fleiri skúladeildir spjaddar runt í ymsum bygninum í Havn, kunnu tað sama deildir verða lagdar aðra­staðni í landinum. Eg haldi, at Klaksvíkar Komm­ una skal taka stig til at byrja eitt samstarv við føroyskar út­búgv­inga­ stovnar um ein skúladepil í Klaks­vík. Fróð­skaparsetrið hevur ikki nøkt­ andi kor fyri undirvísing, og tí haldi eg tað vera tíð uppá, at hugsa útum Havnina. Klaksvíkar kommuna kundi eis­ ini samarbeitt við danskar ella út­ lendskar útbúgvingarstovur sum heild. Til dømis kundu verið gjørd­ar avtalur um undirvísingar gjøg­num netið. Tað hevði givið ungu familj­ unum møguleikar at lesa, uttan at skula flyta av landinum. Um vit arbeiða víðari við fjøl­ broyttum møguleikum innan fjar­ lestur, verður áhugin fyri komm­un­ uni størri, og tí haldi eg, at tað skal raðfestast. Hetta skal ikki bert geva lesandi í kommununi betri møguleikar, men eisini skapa arbeiðspláss, sum annars verða alsamt meiri miðsavna í høvuðstaðnum. Eg eiti Birgit Sivertsen og eg stilli upp til býráðsvalið í Klaksvíkar Kommunu Universitetsdepil í Klaksvík Eg fari at arbeiða fyri, at foreldrapør í Klaksvík, sum hava trupulleikar í par­ lagnum, kunnu fáa ókeypis ráðgeving. Í Danmark bjóða heilt nógvar kommunur ókeypis parterapi. Orsøkin er, at alt fleiri og fleiri foreldur fara frá hvørjum øðrum. Í Noregi eru hjúnaskilnaðir, í eitt 10 ára skeið fram til 2014, minkaðar við 12 prosentum og sepera-tiónir við 17 prosentum, síðani tey har fóru at veita hjúnum ókeypis ráðgeving. Hjúnaskilnaðir í No-regi vóru í fjør teir lægstu síðani 1999. Eisini í Føroyum er hjúna- og par­ lagsskilnaður ein trupulleiki, sum hóttir børnini og samfelagið. Børn líða, tá foreldrini ikki einast og tað kann skaða tey fyri lívið. At foreldur fara frá hvørjum øðrum er ein samfelagstrupulleiki, sum vit eiga at taka í størsta álvara. Barnafamiljurnar eru okkara fram­ tíð. Tað eru tær sum skulu bera bý okkara víðari. Barnafamiljurnar eru grundarsteinurin undir framhaldandi menning og trivnaði í Klaksvíkar komm­unu. Tí er tað alt avgerandi at tryggja, at børnini og foreldur teirra fáa hjálp, tá teirra familjugrundarlag er hótt. Rúna Sivertsen, valevni til Klaksvíkar býráð Ókeypis terapi til foreldur Tey eldru skulu spyrjast og takast við upp á ráð, nú kommunan hevur yvirtikið eldraøkið, tí einki er meira sjálvsagt enn at spyrja tey, sum skulu brúka tænasturnar. Tá ið fólk fylla 67 ár, verða tey av tí almenna roknað sum gomul. Hevur ein eitt likamligt brek, sum ger ógjørligt at klára seg, so er einki annað tilboð at fáa enn heimahjálp ella røktarpláss. Hetta nýtist ikki at vera so, tí loysnir finnast, sum væl kunnu lata seg gera - eisini í Klaksvíkar kommunu. Eldrapolitikkur er mítt hjartamál, og ynki eg at arbeiða fyri, at tey eldru verða hoyrd og fáa tilboð, sum eru lagað eftir teirra tørvi og ynskjum. Vit mugu eisini hyggja at, hvørja ávirkan broytingarnar á eldra­økinum hava havt á innihaldið og arbeiðs­ umstøðurnar hjá starvs­fólkunum. Fyri at fyribyrgja strongd, bæði hjá starvsfólkum og teimum eldru, er neyðugt við fleiri starvsfólkum. Hetta verða í løtuni gjørdar kanningar av í Danmark, og eiga vit at hyggja at úrslitunum av kanningunum har. Eldri og avvarðandi hoyrast Stutt um Birgit Birgit er forkvinna í Ungt Sjálvstýri og nú stillar hon upp til val á fyrsta sinni. Hon hevur lisið Stjórnmálafrøði á Fróð­ skapar­setrinum í eitt ár, men hevur nú valt at bíða við at fara víðari til komandi ár. Ein stórur partur av tíðini fer til ungdómspolitiskt virksemi. Umframt Ungt Sjálvstýri er hon í nevndini hjá Norrøna Ungmannafelag Føroya, sum er ungmannafelagið hjá Norrøna felagnum. Birgit leggur stóran dent á ungdómin, bústaðarmøguleikar, fíggjarligu umstøðurnar hjá lesandi og mentanarlívið í Klaksvík. Stutt um Rúnu Sivertsen • gift Birgir Sivertsen og eiga tey fimm børn og 10 barnabørn • arbeiðir í dag sum málsviðgeri í Eysturoyar barnaverndartænastu • skrivar í løtuni bacheloruppgávu í sambandi við útbúgving til sosialráðgeva • leggur stóran dent á umstøðurnar hjá børnum og barnafamiljum • vil virka fyri nýhugsan innan eldrarøkt og tilboðum til eldri