mánadagur 7. november 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Kommunuvalið 2016 ✗
Vilmund Jacobsen
H
in 18. oktober í ár fylti Jákup
Michael Mikkelsen á Toftum 92
ár, og er hann næst elsti maður
í Nes kommunu.
Søren Johannesen, sum nú býr á
eldrasambýlinum Vesturskini á Toft
um, er eisini føddur í 1924. Hann
fyllir nakrar mánaðir fyrr enn Jákup
Michael og er soleiðis elsti maður í
kommununi.
Hóast høga aldurin, er Jákup
Michael væl fyri og er bæði rættur,
birgur og klárur sum rennandi vatn.
Hann er ein av teimum, sum trúliga
vitja í Undirhúsinum á Toftum, og
hann syngur eisini við vælljómandi
kórinum í Undirhúsinum.
– Jú, eg haldi, at eg eri væl fyri, og
eg føli meg væl, men tað er altíð ok-
kurt smábrek, tá aldurin er so høgur.
Fer á kommunuval
Jákup Michael Mikkelsen hevur í nógv
ár verið fúsur á vali, tá val er. Sum
sjómaður í eini fimmti ár hevur tað
tó ikki altíð eydnast honum at vera
heima á valdegnum.
– Men, síðan eg legðist uppi, havi
eg verið á vali, tá høvi hevur verið til
tess. Tað er serliga løgtingsvalið, sum
hevur mín áhuga, men eg fari eisini
fúsur á kommunuval. Hinvegin eri eg
ikki so áhugaður í fólkatingsvalinum.
Jákup Michael Mikkelsen sigur, at
sjálvandi er áhugi fyri kommununi, tú
býrt í og er partur av.
– Men, eg haldi, at tú slappar meira
av, sum árini ganga, og tú verður ikki
so upptikin av tí, sum hendir ella
ikki hendir. Og tó; sjálvandi ynskja
vit øll, at okkara kommunu og fólki
gongst væl, og eg ætli mær eisini á
kommunuval í morgin.
Sjálvstýrissinnaður
Longu sum 14 ára gamal fór Jákup
Michael Mikkelsen til skips við slupp
ini, Elsu, sum Hans í Norði førdi.
Á túrinum hevði hann eina tvey-
manskoyggju saman við einum øðrum
av manningini. Teir vóru á hvør sínari
vakt, men tað vóru eisini løtur og
dagar á túrinum, at teir báðir høvdu
frí samstundis.
– Vit vóru staddir í Grønlandi,
tá seinni heimsbardagi brast á í
1939, og hetta var um tað mundið,
tá flaggstríðið kom í hæddina. Sum
ungur kundi tú ikki vera annað enn
sjálvstýrissinnaður, og tað havi eg
altíð verið.
Jákup Michael Mikkelsen heldur tó
ikki, at kommunuvalið eigur at vera
politiskt, og í Nes kommunu er heldur
ikki politisk uppstilling.
Seint í skúla
Undir seinna heimsbardaga sigldi
hann við norskum útróðrarbáti undir
Føroyum. Tað var JKF Kjølbro, sum
gjørdi bátin út.
Sum ungur droymdi Jákup Michael
Mikkelsen um at fáa sær eina na-
vigatørútbúgving, men tað gekk ikki
so væl, tí hann stóð ikki kravdu sýns
royndina.
– Eg var ikki litblindur, men eg
sá ikki nóg langt. Tá eg var um 40
ára aldur, kom ein nýggj lóg um, at
sýnsroyndin nú kundi takast í brillum,
og tá bar betri til.
Hann fór upp á skúla, og eftir at
hann varð liðugur, sigldi hann við út-
lendskum tangaskipi í eini tvey ár.
Men, tað var fiskivinnan sum dró,
og tað var línuvinnan, sum gjørdist
lívið hjá Jákupi Michael.
Bestimaður og skipari
Í fleiri ár sigldi hann við línuskipunum,
Jógvani Norði og seinni við Mascot,
bæði sum bestimaður og skipari.
– Tey seinastu árini á sjónum
var eg við línuskipinum, Mascot, og
tá eg var komin upp í sekstiárini og
hevði verið á sjónum í eini fimmti ár,
helt eg, at tíðin var komin at gevast
á havinum, sigur 92 ára gamli, Jákup
Michael Mikkelsen.
Jákup Michael Mikkelsen sigldi sum sjómaður í eini fimmti ár, og sum 14 ára
gamal var hann í Grønlandi, tá seinni heimsbardagi brast á. – Tað hevur ikki
altíð eydnast mær at vera heima á valdegnum, men tá eg havi verið heima,
havi eg eisini roynt at gjørt mína borgarligu skyldu, sigur hin 92 ára gamli
Næst elsti maður
á Toftum fer á val
– Vit ynskja øll, at okkara kommunu og fólki gongst væl, og eg
ætli mær eisini á kommunuval í morgin, sigur 92 ára gamli, Jákup
Michael Mikkelsen, sum er næst elsti maður í Nes kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
»Tað er serliga løgtingsvalið,
sum hevur mín áhuga, men eg
fari eisini fúsur á kommunuval.
Hinvegin eri eg ikki so áhugaður
í fólkatingsvalinum«