mánadagur 7. november 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016
20
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
B
ilurin er ein Ford Anglia hjá
Johan Mouritsen í Havn, sum
koyrdi skúlakoyring við hesum
bilinum. Johan Mouritsen hevði í mong
ár kioskina við Sjónleikarhúsið.
Hesir Ford Anglia vórðu framleiddir
av Ford Motor Company í Onglandi frá
1959 til 1967. Anglia vórðu avloystir
av Ford Escort í 1968.
Fólkini eru frá vinstru: Helena
Debes Hentze, Wenzel Hammer, Mia
Hammer og Demmus Hentze. Helena
og Mia vóru systrar.
Myndaeigari: Bergljót D. Hentze
BILASØGA
Ford Anglia Deluxe
R. C. Effersøesgøta knýtti saman býarpartarnar
A
t veganetið í Havn er nógv út
bygt seinasta mansaldurin,
man hendan myndin vera gott
dømi um.
Myndin er tikin á vegamótinum R.
C. Effersøesgøta/Gripsvegur niðan
ímóti SMS áleið 1973.
Miðskeiðis í sjeytiárunum fór Tórs
havnar kommuna undir at gera nýggja
farleið niðan í Hoydalar og ovara part
in av býnum.
Apotekið og SMS vórðu bygd um
hetta mundið. Í 1977 flutti Apotekið
av Vaglinum og niðan á Trapputrøðna,
har tað er í dag, og seinni sama ár, 2.
november, lat SMS upp.
Tá var R. C. Efferøesgøta komin
nakað niðan um SMS, men vegurin var
ikki liðugur og var ikki asfalteraður.
Men tað var koyrandi til SMS gjøgnum
R. C. Efferøesgøtu.
Á hesi myndini sæst Volvo 144
bilurin hjá Frank Jaocbsen, sum hevði
matvøruhandil í bláu húsunum, har A.
D. Import í dag selur skutarar o. a.
Longri uppi á vegnum sæst Bed
ford lastbilur hjá Jógvan Haraldsen,
sum hevði renovatiónina í Havn um
hendi og slamsúgvara.
Jógvan Haraldsen hevði verkstað í
kjallaranum á Tjarnastovu, har hand
ilin Hon og Hann heldur til í dag.
Tjarnastova var stórt hús í trimum
hæddum við fleiri íbúðum. Húsini
brunnu í grund í augst í 1972, og Jógv
an Haraldsen bygdi tey ikki uppaftur.
Ovaru hæddirnar vórðu tiknar niður
og tak lagt á – og hann helt fram við
verkstaðnum.
Hvítu húsini hinumetin átti Dánjal
Davidsen, málarin.
Seinastu næstan 40 árini hevur R.
C. Effersøesgøta verður høvuðsleiðin
til alla ferðslu oman í miðbýin í Havn.
Fyri ta tíð var bara koyrandi eftir
gamla Hoydalsvegnum, ella Sanatorii
vegnum, tey kallaðu, úr Havn og niðan
í Hoydalar. Tað er vegurin, sum byrjar
við Sjónleikarhúsið og gongur fram
við KFUM niðan í Gundadal, fram við
niðaru ítróttarhøllini.
Vegurin hvørvur undir Tórsvøll,
men gongur fram við reyðu húsunum
hjá Daniellu Olsen, sum framvegis
standa beint við Tórsvøll. Einasta
staðið, har gamli Hoydalsvegur sæst
enn er við innkoyringina til svimjihylin
og oman móti innkoyringini til Fimi og
HB og B36 húsini.
Av Hálsi gekk gamli Hoydalsvegurin
har, sum ringvegurin er í dag. Fram við
Sápufabrikkini og snaraði um hornið
við trøðna hjá Jákup Sverra Joensen,
har vegamótið Hvítanesvegur/Eyst
ari Ringvegur er í dag. Haðani gekk
vegurin beint oman í Hoydalar til
Sanatoriið – harvið hjánavnið Sana
toriivegurin. Í dag eitur vegurin frá
Hvítanesvegnum og oman til stu
dentaskúlan »Sanatoriivegur«.
Hvítanesvegurin tók við har, sum
Hoydalsvegur fór oman í Hoydalar.
R. C. Effersøesgøta umleið 1973 og 2016. Tað var miðskeiðis í sjeytiárunum, at Tórshavnar kommuna fór
undir at gera nýggja veg at knýta saman miðbýin og ovaru býlingarnar í býnum