mánadagur 7. november 2016síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016
21
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Kommunuvalið 2016
✗
At velja um ein mánalending er meira
umráðandi enn ein containarahavn
Nær hevur tú valrætt og valbæri?
At hava visiónir og at raðfesta er tað, ið hevur størst týdning í mínum politiska virki
Ríkisborgarar úr øðrum londum hava valrætt og valbæri til kommunuval í Føroyum, um
viðkomandi hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum
T
að er sera umráðandi at hava
eina klára visión og at seta
kósina á rætta leið - um visiónin
er klár, er lætt at seta kósina og
raðfestingarnar gerast sjálvfylgjur.
Mín visión fyri Fuglafjørð er, at
Fuglafjørður skal vera ein kommuna,
har øll trívast – tað skal vera pláss
fyri øllum og vit skulu veita eina
einastandandi
tænastu.
Vinnulív,
mentanarlív og gerandisdagurin skulu
ganga hond í hond. Tað skal vera lætt
og trygt at lata børn síni vaksa upp í
Fuglafjarðar kommunu og tað skal
vera áhugavert og innlimandi at vera
vaksin í kommunu okkara. At gerast
eldri skal vera hugaligt og nærverandi,
og skal tænastan til eldri veitast í
góðum samstarvi vid Eysturkommunu.
Nú hetta er mín visión, er ikki ringt
at raðfesta, hvussu tað fíggjarliga
tilfeingi skal brúkast. Tað er mær
ein sjálvfylgja, at peningur fyrst og
fremst skal brúkast uppá trivna –
skúlabyggingin, sum nú fer í gongd,
hevur verið tiltrongd í nógv ár. Og
gleðist eg um, at tað endiliga eydnaðist
at fáa hetta samtykt í býráðnum. Hetta
er ein stór íløga, ið fer at hava ávirkan
á íløgu møguleikar okkara komandi
árini. Men um vit raðfesta rætt og
tilrættaleggja fíggjarstýringina næstu
árini, fer eisini at bera til at gera
aðrar umráðandi íløgur. Eg hugsi her
serliga um íbúðarbygging, ítróttarhús,
matarskipan til dagstovnabørnini, eitt
nýtt rusk – og endurnýtslupláss og
eina hækking av barnafrádráttinum.
Sum eg nevndi í visión míni, so
haldi eg, at vinnulív, mentanarlív og
gerandisdagurin eiga at ganga hond
í hond – eg meini heilt avgjørt, at
kommunan eigur at ganga á odda at
skapa gott samstarv millum hesar
eindir. Vit eru øll á ein ella annan hátt
knýtt at vinnulívinum, vit eru øll meir
ella minni knýtt at mentarnarlívinum
og gerandisdagurin er okkara trummi
rum.
Tá nógvar stórar íløgur eru, haldi eg,
at kommunan eigur at kanna, hvar
og hvussu vinnulívi kann takast uppí
– eitt nú meini eg, at sjálvandi skal
vinnulívi gerast partur av byggingini
av ítróttarhúsinum. Hetta kann gerast
á ymiskan hátt t.d. kann vinnulívi
gerast partur av at innrætta ovaru
hæddirnar til skrivstovur, fundarhølir
og venjingarhølir.
Íbúðarbygging er eitt aðalmál hjá
lista D og hjá mær. Aftur her kann
vinnulívi dragast uppí, men her kunnu
privatir íleggjarar eisini gerast partur
av verkætlanini. Sum eg nevndi á
valfundinum mikukvøldið 2. november,
so ber til at gera eitt lutafelag, sum
byggir íbúðir at leiga út. Kommunan
kann og skal ikki byggja íbúðir. Men
kommunan skal ganga á odda fyri at
fáa sett hetta í verk. Býráðið skal virka
fyri, at kommuna okkara gerst dragandi
hjá íleggjarum og íverksetum, ið ynskja
at fara undir bústaðar bygging.
Soleiðis síggi eg fleiri møguleikar fyri
at fáa íverk tiltøk, sum eru avgerandi
fyri trivnaðin.
Einki er at ivast í, at eg trívist í
Fuglafirði – eg eri uppvaksin her og
havi valt at seta búgv her sum vaksin.
Eg vil fegin, at børn míni skulu vaksa
upp her, og vóni eg, at tey seta búgv
her, tá tey gerast vaksin.
Og fyri at kunna siga, at mítt ikki
liggur eftir fyri at fáa tey at búleikast
her, fari eg enn einaferð at bjóða
meg fram at umboða tey og tykkum
í býráðnum.
Sonni á Horni
Vilmund Jacobsen
Á
heimasíðuni
hjá
Heilsu-og
Innlendismálaráðnum – www.
himr.fo – kann lesast um,
hvør hevur valrætt og valbæri til
kommunuval.
Her verður sagt, at -
• tú hevur valrætt og valbæri, tá tú
ert 18 ár og annars lýkur treytirnar
fyri valrætti og valbari til løgtingið.
• tá tú ert tilmeldaður fólkayvirlitið
í avvarðandi kommunu í seinasta
lagi tvær vikur fyri tann dag, at
valið fer fram.
• og at tú valdagin framvegis ert
búsitandi í kommununi.
Aðrir ríkisborgarar
Um ríkisborgarar úr øðrum londum
verður sagt, at hesir hava valrætt
og valbæri til kommunuval, um við
komandi hava havt fastan bústað
í Føroyum seinastu trý árini undan
valinum.
– Hetta er eitt undantak til kravið
um, at borgarar skulu lúka treytirnar
fyri valrætti og valbæri til løgtingið
fyri at kunna velja til kommunuvalið.
Lagt verður aftrat, at fyri at kunna
útinna valrættin, skalt tú standa á val
listanum í kommununi. Er onkur hin
vegin komin á vallistan, men sum ikki
longur er fastbúgvandi í kommununi,
hevur viðkomandi ikki rætt til at velja.
Lesandi uttanlands
Um lesandi, sum hava bústað uttan
lands, verður sagt, at hesi hava ikki
valrætt og valbæri til kommunuval, tí
hesi lúka hvørki treytina um at vera
tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi
kommunu í seinasta lagi tvær vikur
fyri valdagin - og ei heldur treytina um
at vera búsitandi í kommununi sjálvan
valdagin.