Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. november 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Eftir at landssstýrismaðurin fyrst hitti fleiri umboð fyri hvønn andstøðuflokkin, so hevur hann hesas vik­una havt fund við andðstøðu­ floks­fomenninnar. Aftutmeldingarnar frá andstøðuformonnunum er, at samráðingarnar higartil ikki hava flutt seg yvirhøvur. – Tað er sum vit framvegis dansa indianaradansin um bálið, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Hann heldur at ein av orsøkunum til, at onki kemur burtur úr er tí, at partarnir tosa hvør sítt mál. Tað er sum hvørki samgongan ella teir serfrøðingar, sum hava luttikið á fundunum hava skil fyri, hvussu fiskivinnan virkar í veruleikanum. – Tað sær út sum hesir serføðingasr halda, at alt virkar á sama hátt, sum tað ger eftir teirra teorium, men soleiðis er tað ikki, sigur Jørg­en Niclassen Nærkast ikki Formaðurin í Fólkaflokkin­ um sigur, at ssamráðingarnar ikki flyta seg og tað tí mest líkist einum indianaradansi um legubálið. Í ósemjuni millum lands­ stýrismannin, Høgna Hoydal, umboðandi samgonguna, og andstøðuflokkarnar, er tað, hvussu fiskivinnurættindini skulu latast, sum er tann stóri spurningurin. Hini fýra punktini er ikki serlig ósemja um. Alllir flokkar ganga inn fyri, at vit hava eina burð­ ar­dygga veiðu og at ein um­ sitingarætlan verður gjørd fyri fiskastovnarnar. Spurningurin um út­ lendskan kapital í fiski­vinn­ uni er kanska ikki full semja um, men tannn spurningurin er kortini so háttaður, at har kunnu loysnir finnast. At virðisøkja tær kvotur, sum føroyingar eiga bæði í føroysku og útlendskum sjógvi, er eisini semja um, men eins og við útlendskum kapitali, so eru kanska ym­ iskar áskoðanir um, hvussu hetta kann gerast á besta hátt. Reglurnar um, at alt skal landast í Føroyum og at øll føroysk virkir skulu hava atgongd til kvoturnar er ein partur. Ein annar partur er um áleggjast skal gjald á, um skipini ikki selja fiskin í Føroyum, men heldur lata hann fara óviðgjørdan víðari. Men sum sagt verður í politisku skipanini, so eru hetta mál, sum kunnu regu­ lerast á slíkan hátt, at øll kunnu taka undir við tí. Stór virðisøking At talan er um nmøguleikar fyri stórari virðisøking, veiða vit burðardygt, hevur lands­ stýrismaðurin fingið eitt grannskoðaravirkið at gera eina uppseting av. Høgni Hoy­dal skrivar: Tølini eru greið og sigandi: Grannskoðaravirkið setur við støði í søguligum tølum eina burðardygga veiðu fyri hesar stovnarnar til árliga í miðal: 25.000 tons av toski 15.000 tons av hýsu 40.000 tons av upsa (Hesi tølini eru ikki høgt sett í mun til góð fiskiár). Ómetalig virðir og møguleikar Og grannskoðarvirkið stað­festir, at um hetta eydnast, so fer tað at hava hesa avleiðing, um vit saman­bera við árið 2014 – bert við støði í núverandi prísum, framleiðslu og sáttmálum (t.e. uttan at taka við møguleikarnar í betri virðisøking, nýggjum framleiðslum og marknaðaratgongd): Økt avreiðingarvirði um árið: 575 mió. kr. Øktar hýrur til manningar um árið: 215 mió. kr. Í hesum tølum er ikki víst nak­að um, hvussu nógvur pen­ingur liggur eftir í sam­ felagnum, verður allur fisk­ urin virkaður í Føroyum.. Nýggjar samráðingar Eftir at floksformennirnir nú saman hava verið á fundi við landsstýrismannin er spurningurin um næsta stig. Høgni Hoydal, lands­stýr­ is­maður, vil fegin nú sleppa at samráðast við einstøku andstøðuflokkarnar hvør sær. Hóast andstøðan í sein­ asta valskeiði ilskaðist um somu ætlan hjá hinari sam­ gonguni, so játtaðu floksfor­ mennirnir at hetta kann vera næsta sig. – Men vitr søgdu eisini greitt, at tekur landsstýris­ maðurin punktið um upp­ boðs­sølu úr allari nýskip­an­ ini, so kunnu vit lætt fara undir samráðingar, sigur Jørgen Niclasen, Fólka­flokk­ urin. Sjálvt um fleiri umfør eru farin afturum, so heldur andstøðan seg ikki vera komna nærri einari loysn uppá fiskivinnunýskipanina FISKIVINNA INDIANARADANSUR ER ENN UM BÁLIÐ Jørgen Niclasen sigur at dansurin heldur fram um indianarabálið Høgni Hoydal, landsstýrismaður vil nú sleppa at samráðast við andstøðuflokkarnar hvør sær