týsdagur 8. november 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Støðan innan giktaøkið er
støðugt versnað seinnu árini.
Ein grund leggjandi orsøk er, at
privat praksis hjá giktalækna ikki
longur er fevnd av Heilsutrygd.
Tí er hetta tilboð í dag avmarkað
til teirra, sum hava ráð, meðan
onnur mugu skriva seg upp á
skjótt vaksandi bíðilistanum
hjá giktalæknanum.
13. november kl.15 hevur Gikta
felagið limafund í hølunum hjá
MBF við Íslandsvegin í Havn.
Á skránni er umrøða av gikta
økinum og tí arbeiði, sum felagið
annars ger. Pero Sore, giktalækni
verður eisini á fundinum, har
hann fer at greiða frá um
viðgerð av giktasjúkum í
Føroyum.
NEVNDIN