týsdagur 8. november 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Floksformennirnir í and
støðuni hava í hesi vikuni
verið á fundi við Høgna
Hoydal,
landsstýrismann
við fiskivinnumálum, um ný
skipan av fiskivinnuni.
Galdandi lóg um vinnu
ligan fiskiskap fer úr gildi
nýggjársaftan
2017.
Tá
fella øll fiskiloyvir og fiski
rættindi aftur til tað al
menna, so verður oonki
gjørt, so steðgar okkara høv
uðsvinna upp.
Lógin kom í gildi 11. mars
1994 og við seinni broyt
ingum er ásett, at hon fer úr
gildi í endanum av 2017. Tað
er soleiðis, at verða ongar
broytingar gjørdar, so kann
lógin leingjast í fimm ár.
Samgongan hevur sett
sær fyri, at uppskot um
nýggja lóg verður samtykt í
hesi tingsetuni. Hvussu tað
verður gjørt er enn óvist.
Samgongan hevur meir
lutan í tinginum og kann
samtykkja nýggja lóg, men
alla tíðina hevur verið sagt –
bæði undir hesi samgonguni
og undir seinastu samgongu
– at politiska skipanin helst
vil hava eina breiða semju
um júst nýggju lógina um
vinnuligan fiskiskap.
Álitið
Landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum,
Høgni
Hoydal, setti eftir at hann tók
við sum landsstýrismaður
ein nýskipanarbólk at koma
við einum álitið um, hvussu
fiskivinnan best verður skip
að komandi árini.
Samlaða álitið telur slak
ar 250 blaðsíður við fylgi
skjølum, men fyribils er onki
ítøkiligt lógaruppskot komið
bururúr.
Nýskipanarbólkurin fekk
ein arbeiðssetning, sum mill
um annað segði, at farast
skal frá politiskari útluting
av fiskirættindum til ein
marknaðarskipan av onkr
um slag.
Nýskipanarbólkurin hev
ur eisini fleiri onnur viður
skifti, sum hann hevur við
gjørt.
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum hevur býtt
málini upp í fimm bólkar:
Burðardygg veiða, stovns
røkt uppboðssølu, útlendskur
ognarskapur og virðisøking.
Tað er út frá hesum fimm
punktunum, at samráðingar
fara fram í løtuni.
Nakrir fundir hava verið,
har andstøðuflokkarnir hava
luttikið við formanni og
tveimum øðrum tinglimum,
men í seinastuni – tað vil siga
í hesi vikuni – hevur fundur
verið við floksformennirnar.
Sum nevnt omanfyri so
hevur samgongan sett sær
fyri, at uppskot um nýggja
lóg skal leggjast fyri tingið í
hesi tingsetuni.
Sum er nú, so er seinasti
framløgudagurin settur til
fyrstu vikuna í mars, so tíðin
til samráðingar er ikki serliga
long, tí minnast skal til, at
eftir at ein politisk semja er
gjørd, so skal lógin skrivast
og passast inn í allar aðrar
lógir, sum eru galdandi á øk
inum.
Bæði
Høgni
Hoydal,
landsstýrismaður og sam
gonguleiðarin, Aksel V. Jo
hannesen, løgmaður, hava
sagt, at hetta er eitt mál, sum
hevur hægstu raðfesting í
hesi tingsetuni.
Teir halda, at vinnan má
fáa vissu fyri, hvussu hon
skal arbeiða komandi árini
og í minstalagi kenna yvir
skipaðu treytirnar í vinnuni.
Sjálvt um andstøðan eftirhondini hevur verið á fleiri fundum við
landstýrismannin í fiskivinnumálum, so er ongan veg komið enn
FISKIVINNA
STENDUR Í BOTNI MILLUM
ANDSTØÐU OG SAMGONGU
At øll føroyska fiskivinnan verður
skipað undir tryggum og haldførum
lógarkørmum, fyrisiting og skipanum. –
At livandi tilfeingið í føroyskum
sjógvi og tey rættindi Føroyar eiga í
altjóða sjógvi og hava samrátt seg til
við onnur lond, eru ogn Føroya fólks og
eru varandi grundarlag undir føroyska
búskapinum og vælferðini hjá tjóðini. –
At Føroyar skulu gerast
undangonguland at umsita allar
fiskastovnar burðardygt – bæði í egnum
sjógvi og í altjóða samstarvi – og at
hava fremstu vitan og gransking um
fiskastovnar og vistfrøðiligu skipanirnar
í havinum. –
At tilfeingið er tryggjað sum ogn hjá
fólkinum, og at rættindini at troyta tað
eru á føroyskum hondum. –
At til ber at skapa mest møguligan
virðisvøkstur og avkast í Føroyum
av fiskatilfeinginum til reiðarí,
manningar, virkir, fyritøkur, starvsfólk,
tænastuveitarar og samfelagið alt, og
at vit støðugt menna nýskapan og
føroyskar førleikar í øllum pørtum av
virðisskapanini. –
At tilfeingisrentan gerst so optimal
sum gjørligt, og at størst møguligur
partur av tilfeingisrentuni fellur til
landið. –
At til ber at virka í eini
marknaðargrundaðari fiskivinnu
við vinnuligum frælsi undir jøvnum
kappingartreytum. –
At vinnumøguleikar ikki savnast á
fáum hondum, men at somu rættindi
eru at bjóða seg fram at reka vinnu, og
grundarlag er fyri fjølbroyttum virksemi,
nýskapan og menning kring landið.
- At Føroyar støðugt menna
sín leiklut og sína ábyrgd í altjóða
samstarvi og avtalum um fiskiskap og
fiskivinnu – og tryggja sín rættvísa part
av rættindunum til felags og ferðandi
fiskastovnar, umframt at samráða seg
til skilagóðar avtalur við onnur lond um
møguleikar og atgongd at fiska hvør hjá
øðrum.
Høvuðsmálini í nýskipanini: