týsdagur 8. november 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Vit minka heldur um lesnaðin,
skúva upp fyri ljósinum, droppa
ítriv og leggja ger-tað-sjálv/ur verk
ætlanir á hillina enn at gera nakað
við niðursettu sjónina.
Hetta er galdandi fyri meira enn
annan hvønn dana, sum er 40 ár og
eldri.
Tað er minni enn helvtin av
fólkinum, sum bíleggur sær tíð hjá
eygnalækna, tá sjónin byrjar at
vikna.
Tað vísir ein norðurlendsk kann
ing um tað, sum danir rópa »alders
syn« – ella, hvussu tú sært, tá aldur
byrjar at koma á.
Tá fólk fylla 40, føla tey seg als
ikki gamlan. Tó er tað ein sann-
roynd, at okkara eygu eldast skjót
ari, enn vit sjálvi gera. Tá fólk fara
um tey 40 árini, minka evnini hjá
eygunum at fokusera og síggja
skarpt við umleið 68 prosentum.
Hóast tøknin hevur verið í stór
ari menning við nógvum loysnum,
bæði innan kontaktlinsur, brillur
og skurðviðgerðir fyri betri sjón,
har mong bæði sleppa av við brill
ur og kontaktlinsur, gongur tað
kortini illa at viðurkenna, at sjónin
heilt náttúrliga viknar við aldri-
num.
Føla seg eldri
Norðurlendska
kanningin
um
aldursjón, sum sipað verður til,
er gjørd av Megafon í samstarv
við TargetPR vegna Alcon Nordic
A/S og fevnir um 5.195 persónar í
Danmark, Noregi, Svøríki og Fin
landi.
Í kanningini vórðu 1.023 danir
yvir 40 ár spurdir.
Hóast 85 prosent av spurdu
dønunum siga, at teir dragast við
viknandi evni at fokusera og síggja
skarpt, eru tað kortini bert níggju
prosent sum viðurkenna, at eyguni
eru viknaði.
Tá fólk ikki vilja síggja veru
leikan í eyguni, er tað tí, at hetta
fær fólk at føla seg eldri, og tað
kann kennast trupult í einari ung-
dómsmentan, sum tikið verður til.
So, í staðin fyri at gera nakað við
viknandi sjónina, leggja fólk hel-
dur bókina á hillina, arbeiða minni,
flyta runt á sjónvarpsskíggjanum,
flyta runt við møblunum og gevast
við frítíðarvirksemi heldur enn at
rætta sjónina.
Týdningur av kosti
Norðurlendska kanningin vísir eis
ini, at tað er munur á, hvussu danir
og sviar taka trupulleikarnar við
niðursettari sjón orsakað av aldri.
Sviar royna nevniliga at »eta«
seg til eina betri sjón. Umleið 26
prosent av svium leggja kostin um,
og tað eru serliga kvinnurnar, sum
velja hesa loysnina.
Og líkt er til, at svensku kvinn
urnar eisini hava nakað at hava
hetta í, tí gransking prógvar, at
kostur og serliga samansett kost
ískoyti hevur eina gagnliga og fyri
byrgjandi ávirkan á títtleikan av
eygnasjúkum.
Serliga innan tað, ið rópt verður
AMD, sum merkir aldursrelaterað
eygnakálking, er nakað at heinta.
Fleiri kanningar vísa, at kostur
við nógvum grønmeti og serlig
vitamin- og miniralískoyti kann
byrgja upp fyri AMD, sum er mest
vanliga orsøkin til lesarablindnið
millum eldri í ídnaðarlondunum.
Kelda: www.helse.dk
Sviar royna at »eta« seg til eina betri sjón. Umleið 26 prosent av svium, sum eru 40 ár og eldri, leggja
kostin um, og tað eru serliga kvinnurnar, sum velja hesa loysnina. Gransking prógvar nevniliga, at kostur og
serliga samansett kostískoyti hevur eina gagnliga og fyribyrgjandi ávirkan á títtleikan av eygnasjúkum
Vilja treyðugt viðganga
at sjónin viknar
HEILSA
Tøl úr kanningini
Tøl úr kanningini vísa, at 56 prosent av dønum eldri enn 40 ár
- heldur enn at fara til eygnalækna - broyta gerandisvanar og
aktivitetir.
•
Lesa minni (42 prosent)
•
Broyta ljósføring (41)
•
Minka um ger-tað-sjálv/-ur verkætlanir (13)
•
Flyta møblarnar (11)
•
Fara fyrr í song (11)
•
Brúka smart-telefonina minni (9)
Viknaða sjónin er eins og rukkur eitt fyribrigdi, ið kemur við
aldrinum og sum er náttúrligt og nakað, sum ikki slepst undan.
Tá vit fylla 40, eru fokuseringsevnini í miðal minkað við umleið 68
prosentum.
Vanligt er, tá aldur viknar um sjónina, er, at tað, tú lesur, verður
hildið í størri frástøðu frá eygunum. Tað gerst truplari at fokusera
í longri tíð, og hjá nøkrum kann tað elva til høvuðpínu. Vit kunnu
gerast svimbul, tá vit skulu fokusera frá onkrum, sum er nær til
okkurt, sum er longur burturi, eitt nú frá telduni og út í rúmið - ella
frá instrumentbrettinum á bilinum og út í ferðsluna.
Kelda: www.helse.dk
Hóast tøknin hevur verið í stórari
menning við nógvum loysnum,
bæði innan kontaktlinsur,
brillur og skurðviðgerðir fyri
betri sjón, gongur tað kortini illa
at viðurkenna, at sjónin heilt
náttúrliga viknar við aldrinum
Fleiri kanningar vísa, at kostur við nógvum grønmeti og serlig
vitamin- og miniralískoyti kann byrgja upp fyri AMD, sum er mest
vanliga orsøkin til lesarablindnið millum eldri í ídnaðarlondunum