týsdagur 8. november 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ávísir borgarar, sum eru búsitandi í Føroyum
og arbeiða í øðrum norðurlandi, kunnu verða
frítiknir fyri heilsutrygdargjald, um teir rinda
til heilsutrygdarlíknandi skipan aðrastaðni
Sosialurin / KvR 34 18 00
Sambært heilsutrygdarlógini, skulu
føroy ingar, 18 ár og eldri, rinda
heilsutrygdargjald. Heilsu trygdar
gjaldið er í løtuni 175 kr. um
mánaðin, umframt 0,60% av skatt
skyldugu inntøkuni.
Føroyingar, sum arbeiða í øðrum
norðurlandi, kunnu koma undir
reglurnar í norðurlendska sáttmál
an um um sosiala trygd.
Føroyingar, sum arbeiða í øðrum
norðurlandi og eru fevndir av norð
ur lendska sáttmálanum um sosiala
trygd, og annars lúka ávís krøv,
sum t.d. at rinda til sosiala heilsu
trygdarskipan í arbeiðslandinum,
eru sambært sáttmálanum frí tik
nir fyri at rinda heilsutrygd argjald í
Føroyum eisini. Hesi kunnu tí
skrivliga venda sær til Heilsutrygd,
fyri at sleppa undan at rinda
heilsutrygdargjald.
Borgari, sum ynskir at sleppa
undan at rinda heilsutrygdargjald í
Føroyum, og lýkur treytirnar, verð
ur frítikin fyri heilsutrygdargjald frá
tí degi at Heilsutrygd fær skriv ligu
boðini frá borgaranum.
Borgarin hevur skyldu at boða
Heilsu trygd frá, um viðurskiftini
broyt ast soleiðis at hann aftur skal
rinda heilsutrygdargjald í Føroyum.
Frítøkan frá at rinda heilsu trygd
argjald, er annars galdandi álman
nakkaárið út, og boðast skal frá
aftur hvørt ár, so leingi sum frítøkan
skal vera.
Saman við fráboðanini um at sleppa
undan at rinda heilsutrygd argjald í
Føroyum, skal borgarin senda
Heilsutrygd nøktandi skjal prógv fyri,
at hann rindar til sosiala heilsu
trygdarskipan í øðrum norð ur landi
og annars lýkur treytirnar fyri
frítøku.
H E I L S U T R Y G D · P O S T S M O G A 52 · K L A K S V Í K S V E G U R 2 · 710 K L A K S V Í K
H E I L S U T R Y G D @ H E I L S U T R Y G D . F O · T L F : 6 1 40 00
ANDERSEN FURNITURE hátíðarheldur 100 ár
A1 SOFA – JUBILÆUMSMODEL
SPAR upp til kr. 10.000,-
3 persóns sofa
L230 x D90 x SH45 x H80 cm
Vel ímillum 10 ymsar litir av toyi, og
trý ymisk sløg av beinum (sápuvið-
gjørt, natúrolja ella svart)
A1 Design: byKATO
Tilboðið er galdandi til
31. december 2016
3 PERS. SOFA
Vanligur prísur kr. 24.950,-
JUBILÆUMSMODEL
14.950,-
SPAR KR. 10.000,-
Smyrilsvegur 5 – www.nema.fo
Deildarstjóri til netpartin hjá SEV
SEV sóknast eftir deildarstjóra til netpartin.
Deildarstjórin er partur av leiðsluni hjá SEV, sum
er myndað av stjóra og trimum deildarstjórum fyri
ávikavist framleiðslu, neti og fyrisiting. Leiðslan
luttekur í nevndararbeiðinum.
Saman við nevnd og leiðslu hevur deildarstjórin fyri
netpartinum ábyrgdina av strategiini og arbeiðinum
at røkka visjónini hjá SEV um, at øll orka á landi
verður burðardygg og grøn í 2030.
Deildarstjórin hevur eisini ábyrgdina av
rakstrarleiðsluni.
TÚ
Neyðugu styrkir tínar eru millum aðrar hesar:
Góðar leiðsluførleikar
Góðar samstarvs- og samskiftisførleikar
Nýhugsandi
Strategisk/ur
Fakliga væl fyri
Tú kanst vísa á hollar leiðsluroyndir og førleikar –
eisini innan umsiting. Umráðandi er, at tú megnar
at arbeiða undir stórum trýsti, og tað eyðkennir teg,
at tú ert savnandi. Tú hevur í minsta lagi útbúgving
sambært krøvunum í sterkstreymskunngerðini partur
5, kapitul 4.4, t.e. eitt nú sterkstreymsverkfrøðingur
ella løggildur elinnleggjari. Væntað verður, at tú
dugir væl at orða teg bæði munnliga og skrivliga á
føroyskum og á enskum máli. Koyrikort til persónbil
krevst.
UPPGÁVUR
Arbeiðsuppgávurnar snúgva seg í stóran mun
um – saman við starvsfólkum, leiðslutoymi, nevnd,
ráðgevum og veitarum – at røkka málunum hjá
SEV. Eisini er uppgáva tín at leiða og kveikja tíni
starvsfólk. Stórar verkætlanir – nýbyggingar og
umbyggingar – verða komandi árini ein stórur
partur av uppgávunum hjá deildarstjóranum fyri
netpartinum. Ein týdningarmikil uppgáva hjá
deildarstjóranum er eisini at geva sítt íkast til eitt
munagott samstarv við avvarðandi myndugleikar.
LØN
Starvið er lønt samsvarandi 38. lønarflokki sum
tænastumaður, tó uttan at vera tænastumannastarv,
umframt rakstrarleiðaraviðbót.
UMSÓKNIN
Nærri fæst at vita um starvið frá Bergtóru
Høgnadóttir, HR-leiðara, á tel. 286011 ella
hjá Hákuni Djurhuus, stjóra, á tel. 211161.
Setanartilgongdin verður løgd til rættis saman við
HR-virkinum Input. Umsókn við prógvum, lívsrensli
og viðkomandi skjølum skulu sendast til:
input@input.fo
Viðmerk: deildarstjóri til SEV
Umsóknarfreistin er týsdagin hin
15. november 2016.
Setanarsamrøður verða væntandi
21. og 22. november.
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 157 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni
starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elfram -
leiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er ein fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.