Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. november 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Bakkafrost boðaði í gjár frá, at tøkan av laksi í triðja ársfjórðingi í ár var 10,7 túsund tons, og smolt­út­ setingin var 3,8 milliónir smolt. Eisini sigur felagið, at Havs­brún keypti 11,0 túsund tons av rávøru til framleiðslu av fiskamjøli og lýsi. – Bakkafrost hevði sam­ an­umtikið eitt nøktandi úr­slit í triðja ársfjórðingi. Marknaðarprísurin á laksi er framvegis høgur, tó eitt vet lægri enn í undanfarna ársfjórðingi, og alivirksemið gav sera gott úrslit. – Framleiðslan av liðug­ vør­um hevur trupult við at geva positivt úrslit, tá ið spotprísurin á laksi er so høgur, men nakrir batar eru gjørdir í liðugvøruprísinum í hesum ársfjórðinginum. – Framleiðslan av fiska­ mjøli, lýsi og fóðri gav aft­ur eitt gott úrslit. Fram­tíðin er spennandi, nú aling í Suðuroy er vorðin partur av Bakkafrost sam­tak­in­um, og vónandi gev­ ur hon okkum nýggjar menn­ ingar­møgu­leikar, sigur Regin Ja­cobsen, stjóri í Bakkafrost. Trupul gongd við liðugvørum Rakstrarúrslitið hjá alideild­ ini var 294 milliónir krónur, og framleiðslan av fiska­ mjøli, lýsi og fóðri gav eitt rakst­rarúrslit áðrenn av­ skriv­ingar á 62 milliónir krón­ur triðja ársfjórðing 2016. Framleiðslan av liðugvør­ um hevði eitt rakstrarhall á 47 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2016. Eftirsum sølusáttmálarnir á lidnar vørur ganga yvir langa tíð, hevur verið trupult at fáa endarnar at røkka saman higartil í 2016. 280 fólk starv­ ast í hesum parti av fram­ leiðsluni, og útlitini fyri fram­haldandi hækkandi sølu­prísir á liðugvørum eru góð. Nettoskuldin hjá Bakka­ frost var 504 milliónir krón­ ur tann 30. september 2016, og samtakið hevði ótroyttar kredittir á umleið 767 milli­ ónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 63 prosent tann 30. september 2016. Høgur laksaprísur Prísurin á laksi hevur verið søguliga høgur í 2016 orsakað av minkandi útboði í 2016. Samlaða útboðið av laksi lækkar væntandi umleið 4 prosent í 2016 samanborið við 2015. Saman við einum støðugt stórum eftirspurningi eftir laksi í nærum øllum markn­ að­um viðførir hetta týðandi hækking av laksaprísinum í 2016. Væntandi hækkar samlaða útboðið av laksi bert umleið 1% í 2017 samanborið við 2016. 47.000 tons í kruvdari vekt Bakkafrost sigur í fráboð­ anini í gjár, at tøkumeting og útseting av smolti altíð eru tengdar at ávísari óvissu, m. a. lívfrøðiligu gongdini. Íløgurnar til at framleiða størri smolt fara so við og við at føra við sær, at neyðuga tíðin at ala laks á firðunum styttist. Væntandi fer hetta eisini at lækka lívfrøðiliga váðan og økja um framleiðsluorkuna. Vøksturin í framleiðslu­ork­ uni frá hesum íløgunum fer sum frálíður at síggjast aftur í tøkuni fram til 2021. Tøkumetingin hjá Bakka­ frost fyri 2016 er lækkað frá 49.000 tonsum í kruvdari vekt til 47.500 tons í kruvdari vekt. Bakkafrost væntar at taka 56.000 tons í kruvdari vekt í 2017. Bakkafrost væntar at seta 11,5 milliónir smolt út í 2016 og 11,5 milliónir smolt í 2017. Raðfesta sjúkufyribyrging Illgrunin um sjúkuelvandi ILA á einum aliøki hjá Bakka­frost, sum varð frá­ boð­aður tann 14. juli 2016, vísir týdningin av góðari eini aliskipan, har sjúku­fyri­ byrging verður raðfest høgt. Bakkafrost setir áhald­andi lívfrøðiliga váðan í mið­depil­ in og hevur gjørt fleiri nýggj­ ar íløgur og manna­gongdir, sum skulu minka um váðan. Niðurberjing av laksalús tekur nógva orku og er part­ ur av lívfrøðiliga váðan­um. Bakkafrost miðar eftir, at minka sum mest um ella helt sleppa undan nýtslu av kemiskum evnum í viðgerð móti laksalús. Bakkafrost hevur gjørt sølu­avtalur um alla fram­ leiðsluna hjá liðugvøru­deild­ ini fyri restina av 2016. Liðug vørur standa samanlagt fyri áleið 43 prosent av mettu sølumongdini fyri 2016. Bakkafrost hevur gjørt av­ talur um umleið 50 prosent av framleiðslumálinum hjá liðugvørudeildini í 2017. Fiskamjøl, lýsi og fóður Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2017 hjá ICES av svartkjafti er 1.342 túsund tons, samstundis sum til­ mælini fyri sild og makrel eisini eru økt. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluni av fiskamjøli og lýsi eru góð, og sannlíkindi eru, at framleiðslan økist komandi ár orsakað av hægri kvotum. Samlaða sølan av laksa­ fóðri verður mett til 80.000 tons í 2016. Treytað av sølu til aðrar kundar kann vænt­ast, at samlaða sølan av laksa­ fóðri verður áleið 85.000 tons í 2017. Íløgur fyri 2,2 milliardir krónur Í juni 2016 kunngjørdi Bakka­ frost fimm ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milli­ardir krónur, íroknað viðlíka­ halds­íløgur. Endamálið við íløguætl­ an­ini er framhaldandi at hava eina av mest kostnaðar­ tilvitaðu virðisketunum í ali­ vinnuni, at fremja organisk­ an vøkstur, økja um liðileikan og lækka lívfrøðiliga váðan, so framtíðar tørvir hjá kund­ unum verður nøktaður. Íløgan í nýggja kryvji- og liðugvøruvirkið á Glyvrum er um at vera liðug. Kryvjingin byrjaði í summar og økti virksemið í triðja ársfjórðingi 2016. Liðugvøruframleiðslan skuldi ætlandi byrja í fjórða ársfjórðingi 2016, men er útsett til fyrsta ársfjórðing 2017 fyri at sleppa undan hægsta eftirspurningi eftir liðugvørum, meðan liðug­ vøru­framleiðslan byrjar. Eykakostnaður verður í byrjunartíðarskeiðum, men samlaða íløgan í nýggja virkið fer væntandi at spara Bakkafrost 70-90 milliónir krónur um árið, sum fara st síggjast so við og við frá 2017. Útlitini fyri laksamark­ n­aðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakka­ frost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møgu­ leikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginogin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman. VINNULÍV RAKSTRARÚRSLITIÐ ER 255 MILLIÓNIR KRÓNUR Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 255 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í 2016 samanborið við 206 milliónir krónur sama ársfjórðing í 2015 Fakta um Bakkafrost: Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum, í Kollafirði og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði, meðan alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðu-roy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 765 fulltíðar starvsfólk. Á Funningsfirði