týsdagur 8. november 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
varð føddur, hevði Caspar, pápi
hansara útgivið eitt stórt medi
cinskt verk, sum umrøddi alla ta
tá kendu anatomiina. Thomas
átók sær at revidera og ajour-
føra verkið hjá pápanum. Tað
bleiv eisini illustrerað við heilt
nýggjum
myndatilfari.
Hetta
bókaverkið var leingi ein tann
mest brúkta anatomiin við uni
versitetini í Norðureuropa.
Tummas var tá blivin so kend
ur um alt Europa, at hann bleiv
útnevndur til fleiri leiðandi álitis
størv á universitetinum. Hetta
førdi til, at hann fekst minni
og minni við beinleiðis eksperi
mentella medicinska gransking,
men hann helt alsamt fram
við at skriva sum stovulærdur
vitskapsmaður.
Tann óivað mest kendi næm
ingurin hjá Bartholin var NIELS
STEENSEN, sum sjálvur gjørdist
verðinskendur
natúrvitskaps
maður, bæði sum lækni, fysikari
og geologur.
Ein lítil gøta í Kjøpinhavn,
sum nógvir føroyingar kenna væl,
eitur Bartholinsgade. Hon gongur
úr Øster Søgade framvið tí gamla
kommunuhospitalinum til Nan
sensgade .
“Bartholin-instituttet” er ein
medicinskur granskingarstovnur,
sum er uppkallaður eftir Thomasi
Bartholin. Stovnurin er í dag bein
leiðis undir patologi-deildini hjá
Tí danska Ríkishospitalinum.
Í 1680 fór heilsan at bila hjá
Bartholini, sum leingi hevði lið
ið av herviligum nýrasteins-
anføllum. Hann visti væl, hvat
feilti sær og hevði eisini sínar
kompetentu teoriir um, hví hann
var blivin sjúkur.
Hann gjørdi av at selja tann
stóra arbeiðskrevjandi garðin og
flytti aftur til Kjøpinhavnar, har
hann doyði í december mánaði
1680.
Hann var saman við nógv
um seinni ættarfólkum og skila
góðum næmingum við til at
skapa
internationala
virðing
fyri Kjøpinhavnar iunivesiteti
sum einum førandi européiskum
lærustovni.
Thomas Bartholin er grivin í
Frúu kirkju, sum liggur beint yvir
av hansara gamla arbeiðsplássi.
400 ára jubilantur
Tøkk
Øllum tykkum, sum við
vitjan, gávum, uppring
ingum og heilsanum
mintust meg á 75
ára degnum, takki eg
hjartaliga.
Eina serliga heilsan til
tykkum trý, Jonhard, Jóna
og Atla, sum við tykkara
øðrvísi fyrireiking gjørdu
dagin so serligan.
Takk til øll, sum bakaðu og serveraðu.
Eg vil eisini takka Hotel Føroyar fyri lán av fisk- & kips
bili og Páll Gregersen fyri heimsins besta saltfisk.
Tónleikurin hetta kvøldið setti ein sera góðan dám á
veitsluna. Tónleikinum stóðu Theodor Petersen, Steintór
Rasmussen, Erik Biskupstøð og Vinjard Hammer fyri.
Harald Hammer
NØVN
2 x 50 ár
Nú vit bæði runda tey 50 árini, hevði tað glett okkum at sæð familju, vinir,
kenningar, fyrr- og núverandi arbeiðsfelagar til opið hús í HB-húsinum,
leygardagin 12. november frá kl. 18:00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Eyðun og Harriet
Gullbrúdleyp
Leygardagin tann 3. december hava Ingeborg og Andru Vinther verið gift
í 50 ár. Veitsla verður í VB-húsinum í Vági sama kvøld kl 19. Tað hevði glett
okkum, at sæð familju, vinir og kenningar, at hildið henda stóra dag saman
við okkum. Vinarligast boða frá á tlf 573427 ella 503427 ella teldupost
adressu vinther@mail.fo í seinasta lagi 20. november.
Heilsan
Ingeborg og Andru
70 ára føðingardagur
22. november verður Christopher
Ripley 70 ár. Dagurin verður hildin
19. november í Irish Pub kl. 10–15
(brunch). Øll eru hjartaliga væl
komin.
70 ára føðingardagur
Mánadagin 21. november fyllir
Anfinn Johannesen í Dali 70 ár.
Dagurin verður hildin sunnudagin
20. november frá kl. 13 og úteftir í
Eiriksgarði í Dali. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
70 ára føðingardagur
19. nov. fylli eg 70 ár, føðingardag
urin verður hildin heima á Leitis
vegi 76, Saltangará frá kl.11 - 18. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Ragnhard Hansen