Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. november 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VIÐMERKINGAR Tá ið eitt menniskja verður rakt av sjúku á ein ella annan hátt og er í tí støðu, at tað krevur við­gerð á sjúkrahúsi, hava vit í Norður­ londum eina vælferðar­skipan, ið tryggjar øllum eina dygdargóða viðgerð og ta hjálp, ið tann einstaki hevur fyri neyðini. Í einum tíðarhóskandi sam­ felag, eru vit í dag tilvitað um, at slík viðgerð tekur støði í tí einstaka menniskjanum og røkkur tvørtur um vanlig fakmørk. Eisini Landssjúrkahúsið sigur at, at tey ‘seta sjúklingin í miðdepilin og veita samanhangandi sjúkugreining’. Partar av menningini í sam­ band við sjúku, er arbeiðslívið, heimalívið og frítíðarlívið. Tað er týdningarmikið í tilgongdini, at koma fyri seg, at hesi viðurskifti eru í lagi. At lívið hjá okkum uttanfyri sjúkrahúsið verður tikið við í við­ gerðina, so at endurmenningin kann gerast so løtt og skjót sum til ber. Hædd skal takast fyri arbeiði, familju, børnum, fíggjarstøðu, stuð­ uls­møguleikum osfr. Støðan á LS seinastu árini Á Psykiatriska deplinum hava upp til tríggir sosialráðgevar verið í starvið í senn. Nú hevur ongin verið í starvi síðani 2013. Seinastu tvey árini var bara ein sosialráðgevi í føstum starvi, tí at tað eina fasta starvið datt burtur. Tað eina sosial­ ráðgevarastarvið, ið var á somat­ isku deild, var niðurlagt um sama mundi í 2013. Sosialráðgevarafelagið má bara staðfesta, at eitt og eitt hálvt starv til alt Landssjúkrahúsið er als ikki nøktandi – hvørki fyri limir okkara og so als ikki fyri viðgerðina og tann einstaka sjúklingin. Nú hava so ongir sosialráðgevarar verið á LS í yvir 3 ár. Landssjúkrahúsið noyðist at viðurkenna, at tað eru sjúklingar, ið detta niður ímillum skipanir, og sum ikki fáa neyðuga ráðgeving og vegleiðing undir innleggjan og við útskrivan. Hetta verður við jøvn­um millumbilum staðfest í Al­mannaverkinum, har nøkur av hesum somu menniskjunum hava tørv á onkrari veiting ella stuðli. Samskipandi bindilið Ein sosialráðgevi virkar sum bindi­lið millum sjúkrahús og Al­ mannaverk ella kommunu. Ein sosialráðgevi er við til at tryggja rættindini hjá sjúklinginum og kann vegleiða um týdningarmikil økir. Økir so sum sjúkradagpengar, arbeiðsbúgving, forsorgarveiting, stakútreiðslur, inntøkumiss vegna sjúkt barn, meirútreiðslur, fyri­ tíðar­pensjón, røktarheimspláss osfr. Umframt, at virka sum ráð­gev­ andi, er eitt av kjarnuøkj­unum hjá sosialráðgevanum at virka sam­ skipandi. Og sosialráðgevin kann fáa í lag samstarv við viðkom­andi myndugleikar, so sum barna­ verndartænastu, stuðlar, kriminal­ for­sorg, avrúsingarstøð og onnur. Bæði undir eini inlegging, ella tá ið talan er um ambulanta viðgerð. At møta borgaranum, har hann er “Sosialráðgevar í Almannaverkin­ um kunnu veita somu tænastu sum ein sosialráðgevi á sjúkrahúsinum” tykist at vera hugburðurin. Men hendan hugburðin undrast vit stórliga á, tí Almannaverkið er ikki ein partur av tvørfakligu viðgerðini á sjúkrahúsinum. Og ein sjúkrarøktarfrøðingur ella lækni kann jú ikki veita sosialfakliga við­ gerð. Heldur ikki hava aðrir fakbólkar somu vitan um, hvussu aðrar skip­ anir virka. Hinvegin so hevur ein sosialráðgevi í til dømis Al­ manna­verkinum ikki sama innlit í sjúku- og viðgerðargongdir á sjúkra­húsinum, sum ein sosial­ ráð­gevi á sjúkrahúsinum hevur. Og tað er ein sannroynd, at hvørki kommunur ella almannaverk upp­ søkja borgaran á sjúkrasongini og tey taka heldur ikki lut á við­ gerðarkonferansum. Tann innlagdi sjúklingurin hevur tørv á, at hesin fakbólkur – sosial­ráðgevararnir – er atkomi­ ligur á staðnum. Harumframt meta vit, at tað hevur stóran týdning í møtinum og samstarvinum við sjúklingin ella tann avvarðandi, at sosialráðgevin er óheftur og ikki umboðar annan myndugleika. Longdi armurin hjá teimum útsettu Vit halda avgjørt, at sosialráðgevar skulu vera atkomiligur hjá sjúk­ lingum á øllum deildum á Landss- júkrahúsinum. Tó er vert, at leggja dent á psykiatriina í hesum saman­ hangi. Á sjúkrahúsinum, og kanska serliga á Psykiatriska deplinum, hava sosialráðgevarnir ofta sam­ band við tey mest útsettu í sam­ felag­num. Tey, sum ikki sjálvi hava førleikarnir at seta seg í samband við ta almennu skipanina. Ella kanska ikki hava avvarðandi ella nak­að annað netverk, ið kann stuðla við hesum. Hesin bólkur eru tey, ið líða allar­mest undir at tann sosialfakligi førleikin ikki er til staðar. Vit vita, at tá ið eitt menniskja verður rakt av sálarligari sjúku, er vónin ein stórur partur av grøðingini. Vónin um, at tað fer at blíva betur; at man fer at koma fyri seg aftur. Í hesum sambandi er alneyðugt, at sjóneykan eisini verður sett á tann partinum av lívinum, sum er uttanfyri sjúkra­ húsið. At fokus ikki bert verður sett á sjúkuna, men eisini á allar kringumstøður; alt tað, ið riggar væl og sum er vert at halda fast í. Og at tað verður ráðgivið og veg­ leitt um teir møguleikar, sum eru eftir sjúkraleguna. Hetta er so avbera týdningarmikið, tá ið tað er torført at halda fast í vónini. Tí at møguleikarnir fyri at tillaga umstøður, arbeiði, stuðul og annað eru mangir og fjølbroyttir. Vit vóna, at tvørfakligheitin, ið Landssjúkrahúsið vísir á, verð­ur framd í verki. Vit vóna, at sosial­ ráðgevarar í framtíðini, verða ein sjálvsagdur partur av viðgerðini á Landssjúkrahúsinum – til frama fyri sjúklingin, avvarðandi og okk­ um øll, sum búgva í hesum landi. Nevndin í SRF, Áhugafelagið hjá Sosialráðgevum í Føroyum Jacoba Juulsdóttir Jacobsen Tine Lyager Hildur Vang Birita Jaspursdóttir Joensen Ongir sosialráðgevarar á LS: Sjúklingar detta niðurímillum Nevndin í áhugafelagnum Sosialráðgevarafelag Føroyar vil við hesum varpa ljós á trupulleikan við at ongir sosialráðgevar eru á Landssjúkrahúsinum – og tað ávirkan tað kann hava fyri sjúklingin. Opið bræv til sjúkrahússtjóran, Johnny í Grótinuma Virgar T. Dalsgaard Tann 20. oktob­er 1616 var tann danski læknin, ana­tom­urin, mate­matik­arin og teologurin THOM­AS BAR­THOLIN føddur í Kjøpin­havn. Hann hevði altso fylt 400 ár í hesum døgum.  Pápi hansara, Caspar Bar­ tholin, sum sjálvur var ein kendur lækni, var føddur í Malmø í Skåne, sum tá var ein integreraður partur av Danmark. Hann bleiv professari í medicini við universi­ tetið í Kjøpinhavn 1613. Í Bartholin-ættini vóru ikki færri enn 12 akademiskir skila­ menn, sum í fleiri ættarlið blivu universitets-professorar á Frúu Plássi. Tá ið Caspar Bartholin doyði í 1629, bleiv Thomas uppfostraður hjá móðurfamiljuni, sum taldi fleiri mætar akademiskar úrmæl­ ingar, m.a. rúnologin og læknan Ole Worm. Tað intellektuella um­ hvørv­ið stimuleraði Tummas so nógv, at hann longu sum 16 ára gamal bleiv immatrikuleraður við universitetið í Kjøpinhavn, har hann koncentreraði seg um mate­matikk og medicin. Hann fekk sítt universitetsprógv í 1637. Lestrarferðir og gransking Síðani fór hann fleiri studiu- ferðir í Europa. Hann las við uni­ versitetini í Leiden, Paris, Padua og til siðst í Basel, har hann í 1645 gjørdist dr. med. Hann kom aftur til Danmarkar 1647 og bleiv skjótt útnevndur til professara í matematikk. Tað kann tykjast løgið, at ein medicinari gjørdist natúrvitskapligur leið­ ari, men tá í tíðini var tann aka­ demiska gjógvin millum fakul­ tetini ikki so stór, sum nú á døgum. Oftast máttu sjálvt natúr­ vitskapsmenn eisini lesa teologi. Meðan Bartholin studeraði í Padua, vitjaði hann tann kenda medicinska granskarin Marco Severino í Neapel, sum demon­ stre­raði og fortaldi um frysting við kava og ísi sum anæstetiskari metodu til smærri operatiónir. Tað vóru allarhelst verðins fyrstu royndir við slíkum lokalbedøvilsi. Men Severino hevur, eftir hvat menn vita, ongantíð sjálvur skrivað um fyribrigdið. Bartholin forbetraði metoduna nógv, tá ið hann kom aftur til Danmarkar, og tað er hann, sum fyrstu ferð beskrivar anæstetiska “frysting” í einum av sínum bók­ um, men sigast skal, at hann gevur Severino allan heiðurin fyri upp­finnilsið. Í december mánaði 1652 útgav Thomas Bartholin eitt stór­verk um alla lymfuskipanina í manna­ likaminum, og hvussu hon er inn­ rættað. Tad var hetta anatomiska uppdagilsið, sum gjørdi Tummas verðinskendan. Hann fastlegði akkurát, hvussu lymfukør og allar tær kompliceraðu lymfuleidirnar liggja. Tað var eitt satt bragd, tí tá vóru mikroskopini enn ógvu­ liga nýggj og primitiv - har­ afturat vóru tey rættiliga dýr at framleiða. Fimm ár frammanundan hevði franskmaðurin Jean Pecquet tó gjørt eitt analogt beskrivilsi av tí lymfatiska-systeminum hjá djórum. Hetta kann allarhelst hava inspirerað Bartholin. Men tað bleiv eitt drúgt og pínligt akademiskt eljustríð tá ið svenskarin Olof Rudbeck í 1653 kom við einum analogum beskrivilsi av lymfukørum, sum hann segði seg hava umrøtt í einum fyrilestri við Tað svenska Hovið longu um várið í 1652. Men Tummas var so tann fyrsti av teimum báðum sum kunngjørdi síni úrslit. Hann er eisini tann fyrsti, sum nágreiniliga beskrivar sjúkuna Bartholin-Patau syndrom, sum er eitt sjáldsamt líðilsi, har fostrið verð­ur føtt við vanskeplaðum høvdi ella limum og oftast mental­um defekt­um. Bartholin hevði mistanka um, at tað var eitt arviligt fyribrigdi, og í dag veit man eisini, at tað skyldast einum kromosom-feili. Tey síðstu árini Í 1663 var Bartholin so mikið múgvandi maður, at hann keypti sær harragarðin HAGESTED­ GAARD, sum liggur einar 14 km í útnyrðing av Holbæk. Har treivst hann og dvaldist nógv, sjálvt um hann framvegis vitjaði inn á universitetið til fundir, dissektiónir og fyrilestrar, men í 1670, bert sjey ár eftir keypið brendi tann hábærsligi garðurin við bókasavni og nógvum virðis­ miklum manuskriptum. Bartholin var so illa skjølaður av tapinum, at kongurin Christian tann Fimti royndi at ugga Tummas við at útnevna hann til tað væl­lønta starvið sum kongsins lív­lækna. Samstundis játtaði kong­ur Tummasi skattafrælsi í fleiri ár, meðan góðsið varð bygt upp­aftur. Í 1611, fimm ár, áðrenn Thomas Thomas Bartholin