týsdagur 8. november 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Sosialurin
Tróndur Arge
E
ftir fleiri góðar lands
dystir, har føroyska
landsliðið hevur spælt
góðan fótbólt, so komu við
av álvara niður á jørðina
aftur móti Portugal. Við 6-0
sekkinum á Tórsvølli fór eitt
sindur av glansinum av før
oyska liðnum.
Tað er tí við uppreins í
huga, at føroysku spælarar
nir mánamorgunin settu seg
í flúgvaran ávegis Sveis. Tað
verður ikki tosað so nógv
um stig, men heldur um at
avrikið skal verða gott.
Fleiri avboð
Sermerkt við hesum lands
dystinum eru mongu avboð
ini, sum annars ikki hevur
verið so vanligt seinnu árini
á landsliðnum.
Heini Vatnsdal úr Fremad
Amager kann vegna skúla
gongd ikki møta fyrr enn
hósdagin í Sveis. Tað góð
tekur Lars Olsen, landsliðs
venjari, ikki.
- Eg havi próvtøkur og
obligatoriska undirvísing, ið
eg skal møta upp til fyri at
sleppa upp til próvtøku. Eg
spurdi um at sleppa niður
til Sveis hósdagin, men tað
er ikki ein møguleiki. So
status er at eg eri klárur til
dyst, men fái ikki møtt fyrr
enn hósdagin, greiðir Heini
Vatnsdal frá.
Árni tekur ein steðg
Árni
Frederiksberg,
Pól
Jóhannus Justinussen og
Páll A. Klettskarð hava boð
að frá, at teir ikki eru tøkir
til landsliðið hesaferð. Fyri
Árna Frederiksberg er talan
um arbeiðs- og útbúgvingar
ørindi, sum koma at órógva
hann komandi tíðina.
- Eg velji landsliðið frá í
samband við arbeiði og út
búgving. Samstundis vil eg
siga, at er hugurin góðurin
at spæla fótbólt, og tað eina
ferð verður eina møguleiki
aftur, so hyggi eg upp á tað
tá, sigur Árni Frederiksberg,
sum hevur verið í hópinum
í nøkur ár nú. Tað er tó ikki
blivið til meir enn 23 minuttir
í tveimum dsytum.
24 ára gamli Árni Fred
eriksberg heldur fram at
spæla við NSÍ sum vanligt.
Páll A. Klettskarð hevur
valt hendan dystin frá. Hann
er farin at ferðast langvegis,
men er tøkur aftur eftir vet
rarsteðgin.
Eisini kann nevnast, at
Kristian Joensen ikki verður
við, tí hann breyt armin í
venjing fyri kortum.
Reytt skegg á
landsliðnum
Millum teirra, sum hava fing
ið møguleikan aftur eru tveir
mans við stórum reyðum
skeggi. Nevniliga Andreas
Lava Olsen úr Víkingi og Od
mar Færø úr B36. Teir hava
báðir staðið sterkir í myndini
í seinnu hálvu av landskapp
ingini.
Andreas Lava Olsen sum
maðurin, ið hevur skotið av
gerandi málini fyri FM vinn
andi Víking. Odmar Færø og
B36 hava eisini staðið seg væl
í seinnu hálvu. Millum annað
takkað verið Odmari Færø á
miðvøllinum.
Tað er ikki óhugsandi, at
serliga Andreas Lava Olsen
kann fáa eitt innhopp sein
astu minuttirnar. Lars Olsen
hevur fyrr sagt, at honum
dámar væl leirvíkingin og
hansara
sereginleikar
at
órógva eina verju.
Tá Heini Vatnsdal ikki
er við, so er Odmar Færø, ið
annars hevur spælt miðverji
fyri tað mesta, eitt boð upp á
varamann á verjukenda mið
vøllinum.
Ongar ábendingar enn
Spælararnir, sum spæla í
Føroyum og Íslandi, hava
síðani kappingarenda vant
á Tórsvølli. Tað ber tó ikki til
at siga nakað út frá teimum
venjingunum. Tí ber illa til at
koma við nakrar meting nú.
Hinvegin kann vísast á, at
Lars Olsen og Jóannes Jak
obsen oftani velja at halda
fast í somu spælarunum. Her
er tó vert at nevna, at lands
liðsvenjararnir vóru serstak
liga ónøgdir við avrikið móti
Portugal.
Dysturin
móti
Sveis er ikki heilt ólíkur, tí
talan er um avbera sterkt lið,
ið hevur fingið fult í trimum
dystum.
Sveisar hava vunnið 2-0
á heimavølli ímóti Portugal,
og 3-2 og 2-1 á útivølli ímóti
ávikavist Ungarn og And
orra.
Hesa ferð er bara ein dyst
ur, so orkan verður ikki ein
trupulleiki, men tað kann
hugsast, at venjararnir vilja
seta eitt lið, har teir vita hvat
teir fáa á vøllinum. Móti
Portugal tótkist tað sum, at
liðið ikki megnaði at standa
ímóti, tá Portugal fyrst kom á
odda. Tað er týdningarmikið,
at landsliðið sunnudagin er
mótstøðuført – eisini um
Sveis skuldi fingið eitt mál
ella bæði tvey.
Kaj Leo nýtt felag
Kaj Leo í Bartalsstovu skiftir
til íslandska felagið ÍBV. Tað
váttar umboðsmaðurin hjá
honum, Hans Jacob á Líkn
argøtu.
Kaj Leo í Bartalsstovu
hevur í ár spælt við íslandska
meistaraliðnum FH, men tað
hevur gingið strilti við spæli
tíð. ÍBV endaði á áttinda
plássi í ár, men ætlar at stasa
meiri í ár.
Tað er fyrrverandi venj
arin hjá HB, Kristján Guð
mundsson, sum er venjari
hjá ÍBV. Hann hevur umbiðið
Kaj Leo í Bartalsstovu, sum
hevur gjørt ein tvey ára sátt
mála.
Nevnast kann, at Kaj Leo
í Bartalsstovu ikki er fyrsti
føroyingurin
í
felagnum.
Síðst í 90 unum spældi Allan
Mørkøre eisini við ÍBV.
Gøtumaðurin spældi nak
rar dystir frá byrjan, eftir at
hann skifti til Dinamo Buk
arest. Tað ævintýrið vardi
í eitt hálvt ár. Síðani hevur
hann ikki verið so nógv at
sæð á landsliðnum. Hann
hevur millum annað heldur
ikki verið skiftur inn. Nú
Føroyska landsliðið er ávegis til Sveis, har seinasta uppgávan í 2016
skal loysast. Eftir fleiri góð úrslit, so hevur dysturin móti Portugal
sett seg. Tað eru tí nakrir varnir føroyingar, sum eru á ferð
HÓPURIN:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Tórður Thomsen, B36 Tórshavn
Bárður J. Hansen, Fremad Amager (DEN)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DEN)
Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)
Gilli R. Sørensen, Brann SK (NOR)
Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, FH Hafnarfjørður (ICE)
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Jónas Tór Næs, B36 Tórshavn
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, FH Hafnarfjørður (ICE)
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
FÓTBÓLTUR
VARNIR FØROYING
Á VEG TIL SVEIS
Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129