týsdagur 8. november 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129
Tróndur Arge
Tað kendist tómligt, tá Fróði Benjaminsen
í fjør takkaði fyri seg á landsliðnum. Ein
skaði gjørdi, at hann ikki var førur fyri at
siga farvæl í seinasta dystinum, sum var
móti Rumenia. Kenslan nívdi hann so
nógv, at tá Lars Olsen spurdi eftir honum
í summar tók hann av.
38 ára gamli miðvallarin hevur í løtum
ivast um tað var rætt.
Eg hugsaði um tað var rætt at byrja
aftur, men at fáa ein sigur og ein javnleik,
hevur givið mær ró, tí nú vísti tað seg at
verða ein røtt avgerð, sigur Fróði Benja
minsen.
Hann spælir sunnudagin sín dyst
nummar 90. Tað er nýtt met hvørja
ferð hann spælir. Næstflestar hevur Óli
Johannesen við 83. Fyribils hevur mið
vallarin onga avgerð tikið um komandi
kappingarár.
- Eg hugsi ikki so nógv um tað. Eg spæli
hendan dystin og so fáa vit at síggja, sigur
Fróði Benjaminsen.
Avrikið tað týdningarmesta
Fyri fyrrverandi liðskiparan er avrikið tað
týdningarmesta nú. Tapið fyri Portugal
skal vaskast av.
- Tað er týdningarmikið, at vit allir
avrika væl. Skulu vit hava nakaran
møguleika, so skulu allir spæla betri enn
seinast, sigur Fróði Benjaminsen, sum
heldur at talan var um eitt vánaligt lið
avrik móti Portugal.
- Tað var ein kollektivur niðurtúrur
í mun til undanfarnu dystirnar, har vit
hava eitt nú hildið væl upp á bóltin, sigur
miðvallarin.
Ein nærliggjandi tanki er, at upplegg
ið til dystin móti Sveis skal verða meiri
verjukent. Tað er toftamaðurin ikki heilt
samdur í.
- Eg veit ikki um uppleggið skal broyt
ast, men eg ímyndi mær, at spælararnir
hugsa meiri um tað. Einki kemur av sær
sjálvum í einum slíkun dysti, sigur tofta
maðurin og leggur afturat:
- Hetta verður ein trupul dystur. Teir
hava vunnið allar tríggjar dystirnar hig
artil, og hava vunnið á Portugal. So talan
er um eitt gott lið, umframt at vit eru á
útivølli. Eg fari ikki at siga at vit skulu
hava stig, tí vit skulu fyrst og fremst av
rika væl. Sjálvandi fara vit eftir at fáa
stig, men avrikið er týdningarmesta, sigur
Fróði Benjaminsen avgjørdur á málinum.
Tað tykist púra greitt, at Fróði Benja
minsen byrjar inni á verjukenda miðvøll
inum sunnukvøldið.
Fróði Benjaminsen:
- Ein røtt
avgerð
Fróði Benjaminsen tók landsliðsgaggurnar fram
aftur í ár. Hóast hann hevur ivast um tað var
rætt, so er hann glaður fyri avgerðina í dag,
men hevur ikki tikið avgerð fyri komandi ár
Tróndur Arge
Túrurin til Sveis hevur eisini verið ávirk
aður av, at tað er valfebur. Bæði í Føroyum
og ikki minst í USA, har nýggjur forseti
skal velja. Í tí sambandi hevur Sosialurin
spurt teir tólv spælararnar, sum spæla í
Føroyum og Íslandi hvønn teir høvdu valt
av Hillary Clinton og Donald Trump.
Av teimum tólv spælarunum siga
tíggju, at teir høvdu valt Hillary Clinton,
meðan Donald Trump fekk tvær atkvøð
ur. Atkvøðugreiðslan er dulnevnd, men
tað skal sigast, at tað setti av álvara lív í
kjakið í Kastrup, meðan bíðað varð eftir
flúgvaranum til Sveis.
LANDSLIÐIÐ VELUR
HILLARY CLINTON
er vónin, at hann aftur fær
fasta spælitíð fyri felagið
hjá sær, so hann aftur kann
bjóða av um plássini á lands
liðnum.
Góða fyrireikingartíð
Føroyska liðið lendir í Sveis
longu týsdagin. Tað ger, at
Lars Olsen og hópurin hevur
góða tíð at fyrireika seg til
dystin. Hetta er ikki ókent.
Millum
annað
var
upp
hitingin til bragdi í Pireus
móti Grikkalandi á líknandi
hátt. Tá spældu vit eisini í
november og liðið hevði góða
tíð at fyrireika seg.
Tað tykist púra greitt, at
ongin av landsliðspælaru
num vil hava 6-0 tapið fyri
Portugal sitandi á sær. Týd
ningarmest er avrikið sunnu
kvøldið. Gevur tað stig, so er
tað eitt stórt bonus.
trondur@sosialurin.fo
AR
FÓTBÓLTUR