Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 10 KOMMUNUVAL TRÚÐVIRÐIÐ HJÁ ANNIKU ER LÁGT - Annika Olsen hevur í løtuni lágt trúvirði millum havnarfólk, og Heðin Mortensen hevur høgt. Tey karakter eyðkennini, sum Annika Olsen hevur víst seinasta árið gera helst, at havnafólk eru stúrin fyri, um hon nú situr har fyri veljaran ella fyri seg sjálva, sigur Eydna Skaale, retorikari BARBARA HOLM H avnarfólk eru á gosi, nú Annika Ol­sen og Bogi Andreasen saman við Tjóð­veldi og Framsókn hava kopp­ að sitandi borgarstjóra og tikið vald­ið á Vaglinum. Hyggja vit eftir sosialu miðl­ un­um so er eitt evni, sum verður umrøtt ferð eftir ferð og tað er trúvirðið hjá Anniku Olsen. Men hvat er trúvirði og hvussu kunnu vit meta um trúvirði hjá okkara politikarum? Tað eru í høvuðsheitinum fýra ymisk kriteriu, sum vit skulu meta útfrá, um vit skulu taka pulsin á trúvirðinum hjá Anniku Olsen og Heðini Mortensen í hesum førinum. Tað er: Erligheit – at man heldur orð og sigur satt Idealisma - at man vil fólkinum væl og vil arbeiða fyri teimum Identitetur - at fólk ikki ivast hvat man vil, tí man sigur tað sama í gjár, sum í dag sum í morgin Førleikar - at man er dugnaligur í tí man ger Hjá Anniku Olsen stendur í løt­ uni einki serligt til, tá ið um­ræð­ur trúvirði út frá hesum kriteriunum. – Um vit taka erligheitina fyrst, so er eingin ivi um, at teir nógvu veljararnir hjá Heðini og hinum sam­gonguflokkunum í Havn, sum ynsktu Heðin at halda fram sum borgarstjóra, ikki duga at síggja, at Annika Olsen er erlig, sigur Eydna Skaale, retorikari. Fara vit víðari til idealismuna, so stendur heldur ikki alt ov væl til. – Vil hon veljaranum væl, ella er hon har fyri sína egnu skyld? Vit síggja, at nógv fólk seta tann spurningin í Havn í dag. Eisini tí, at vit hava ikki sæð Anniku Olsen í hesum sessinum fyrr, og tí vita vit ikki, hvat vit skulu vænta. Og samanbera vit tað við Heðin Mort­ensen, so er munurin stórur á tí økinum, tí sera nógv fólk hava álit á, at Heðin vil teimum væl og arb­eiðir fyri Havnina, sigur Eydna Skaale. Tá umræður identitetin – sam­ leikan ella støðufestið – hjá Anniku Ol­sen, so skulu vit leita aftur til løgtingsvalið eisini, fyri at skilja alla støðuna. – Hóast Annika sjálv sigur, at tað er farið, og tað skulu vit ikki hugsa um longur, so er tað bara soleiðis við trúðvirðinum, at hon ger ikki av, hvat fólk byggja sín­ ar niðurstøður á. Trúðvirðið er jú nakað, sum vit geva hvørjum øðr­ um, og tað byggir í stóran mun á tær royndirnar, vit hava við við­ kom­andi. – Og Annika hevur ein trupul­ leika, tá tað kemur til at siga tað sama í dag, sum hon segði í gjár. Tá hon nú skrivaði undir við Heðini Mortensen og síðani við Gunvør Balle og Bergun Kass, tengja fólk tað automatiskt at tí, hon fyrr hevur gjørt. Og tá stend­ur hon veik, tí hon jú fór úr Fólka­flokkinum, inn í Framsókn. Út aftur úr Framsókn og inn í Fólkaflokkin. Hon segði somuleiðis áhaldandi, hon ikki ætlaði at stilla upp til kommunuvalið og so broytti hon meining og var brád­liga á listanum. Í heila tikið hevur hon broytt meining ofta – bara hetta seinasta árið - og tað ger, at nógv fólk ikki vita, hvar tey hava hana – hvør hennara identitetur í veru­ leikanum er, sigur Eydna Skaale. Men tá ið umræður síðsta punkt­ið – førleikar – so hevur Ann­ ika Olsen sterk kort á hondini. – Hon hevur víst her, at hon er knall hamrandi dugnalig. Hon er hvøss og dugir tað politiska spæl­ið – eisini hóast tað gerst eitt sind­ur skitið. Hon hevur tryggjað sínum flokki best hugsandi støðuna upp á ein djarvan máta. Í so máta er tað taktiskt genialt, sum Annika Olsen hevur gjørt, sigur Eydna Skaale. Men er eitt av fýra kriterium nóg mikið, fyri at Annika Olsen skal fáa álitið hjá øllum havnafólki? Í løtuni hava fólk ikki álit á Anniku Olsen Nei, tað er ikki nóg mikið er stutta svarið hjá Eydnu Skaale. Tí støðan er tann, at hóast vit fegin vilja, at politikkur skal verða bygdur á rationell kriteriu og saklig arg­um­ ent, so er veruleikin tann, at kenslur hava stóran týdning í politikki, og í løtuni eru kenslurnar stórar. Serliga spurningurin um, hvørt hon vil Havnini og borgarunum tað allarbesta, ella um hetta er enn eitt stig á hennara persónliga karrieru­ stiga, tykist fylla nógv í løtuni – og tað er ikki eitt gott grundarlag at byggja álit á. Men sjálvandi, leggur Eydna Skaale afturat – hinvegin eru eis­ ini nógv, sum fegnast, tí tey ynsktu broyting, og tí tey ikki hava somu Annika Olsen boðar frá, at hon kundi hugsað sær at gjørst forkvinna í Fólkaflokkinum. Hon fer tó ikki eftir sessinum fyrr enn eftir løgtingsvalið. Á løgtingsvalinum fær Annika Olsen 1.344 atkvøður, nærum 1.000 atkvøður fleiri enn sitandi formaður. Hon tapir tó atkvøðu­ greiðsl­una um formans­sessin. Annika Olsen verður vald inn í løgtingið á løgtingsvalinum. Hon gerst nummar tvey á Fólkaflokslistanum, við 961 atkvøðum. Í Tórshavnar kommunu fær hon 501 atkvøðu. Annika Olsen velur at melda seg úr Fólkaflokkinum. - Úrslitið hjá Fólka­ flokkinum á løg­tings­ val­inum kann ikki tulk­ast øðrvísi enn at tey, sum stuðla leiðslu floks­ins og førda politikk­in, vunnu val­ið, með­an lib­er­ali vong­ ur­in fall, segði Annika Olsen í fráboðan síni. Annika Olsen fer upp í Framsókn og gerst løtu seinni forkvinna í fíggjarnevndini í løgtinginum. Annika Olsen tekur seg úr Framsókn og fíggj­ar­ nevndini. Hon verður nú uttan­flokka­tingkvinna. Hon vil ikki upp í Fólka­ flokkin aftur. - Eg kann ikki taka und­ir við konservativa strukt­ur­inum í flokkinum. Eftir va­lúrslitið brast vónin fyri nak­rari broyting í førda pol­itikk­i­ num hjá Fólka­flokk­i­num, segði Annika Olsen tá. Undan jólum 2015: Annika Olsen spyr Poul Michelsen, um hon kann sleppa upp í Framsókn aftur. Hann svarar játtandi og hon lovar, at hon fer at koma upp í flokkin aftur í januar. November 2011: 1. septembur 2015: 9. septembur 2015: 17. septembur 2015: 20. septembur 2015: Undan jólum 2015: Oktobur 2011: