hósdagur 10. november 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 130
11
høgu hugsanir um Heðin Morten
sen.
– Men vit sleppa ikki uttanum,
at tað eru næstan president líkn
andi tilstandir í Havn, tí tað snýr
seg í stóran mun um persónar.
Havnarfólk hava víst, at tey hava
álit á Heðini Mortensen. Hann
hevur sera nógvar persónligar
atkvøður, og tað er sannlíkt, at
nógvar av atkvøðunum hjá bæði
Sambandsflokkinum og Fólka
flokkinum eru lætnar við tí fyri
eygað, at Heðin skuldi halda fram
sum borgarstjóri í somu samgongu,
sum áðrenn valið.
– At Heðin hevur so stórt trúð
virði kemst av, at so nógvir veljarar
eru sannførdir um, at hann vil
teimum tað besta – hann hevur jú
loyst óteljandi smáar trupulleikar
hjá veljarum seinastu árini, og
fólkið hevur tí valt persónin – ella
borgarstjóran – Heðin Mortensen.
Tað er ikki endeliga tí, at javnað
arhugsjónin hevur vunnið í Havn.
Heðin Mortensen hevur persónliga
vunnið veljaran, meðan veljarin
ikki hevur valt Anniku Olsen
persónliga upp á sama máta. Har
snýr tað seg helst meira um, at
veljarin hevur valt Fólkaflokkin
og hugsjónina har, og at Annika
so var toppkandidatur hjá teimum,
og tí fekk atkvøðurnar, sigur Eydna
Skaale.
Og tað fær avleiðingar fyri støð
una, havnarfólk hava til Anniku
Olsen.
– Tú kanst kanska lýsa trúð
virðið, sum ta kensluna, tú fært,
tá tú hoyrir onkran tosa ella tá tú
sært hann ella hana á skíggjanum.
Summi geva okkum eina góða
kenslu – og tá er trúðvirði ofta gott.
Hinvegin geva summi okkum eina
keðiliga kenslu, og tá hava vit lyndi
til at hava verri álit á viðkomandi.
Okkara holdningar byggja í
stóran mun á tær royndir, vit hava
við viðkomandi.
Og royndirnar, sum nógv fólk í
løtuni hava við Anniku Olsen, eru
ikki serliga jaligar, tá ið umræður
trúvirðið hjá henni, tí hon so ofta
hevur skift hugsan seinastu tíðina.
Tað ger, at tað er torført at ímynda
sær framtíðina, sum verandi trygga
og støðuga, tá fortíðin hevur so
nógv dømi um tað øvugta.
Hevði tað verið antin Gunvør
Balle ella Bergun Kass, sum tóku
valdið í Havn á hendan hátt, hevði
tað sannlíkt verið øðrvísi reaktión,
tí vit hava ikki hesar somu roynd
irnar við teimum báðum, og vit
høvdu tí ikki í sama mun tengt
hetta at teirra identiteti, sigur
Eydna Skaale.
Tað, at Annika Olsen er í bein
leiðis stríðið við júst Heðin Mort
ensen, sum hevur so góða und
irtøku, ger eisini hennara støðu
verri, tí hann hevur so dyggan
stuðul millum borgaran.
–Tá man tosar um trúðvirði, er
eitt hugtak, sum á føroyskum kann
kallast “ein av okkara”. Havnarfólk
tykjast hugsa, at Heðin Mortensen
er “ein av okkara”. Heðin Mortensen
hevur næstan serstøðu í Havnini.
Hann sleppur avstað við nógvum
atfinningum, tí fólk bera yvir við
honum – sjálvt ikki atfinningarnar
um, at hann sjálvur hevur gjørt
nakað tað sama, tykjast rína við.
So hóast øll vita, at hetta eru
spælireglurnar, og at politikkur
ofta snýr seg um at vera snildast,
so kenna nógv seg persónliga snýtt,
tí Heðin Mortensen er í “teirra
parti”. Ta støðuna hevur Annika
Olsen ikki.
Men tað ber til at rætta upp
upp á trúvirði hjá sær, slær Eydna
Skaale fast.
– Hygg bara at Heðini Morten
sen sjálvum. Hann skifti jú flokk
á sinni og gjørdist borgarstjóri við
sambandsatkvøðum. Nakað, sum
gevur grundarlag fyri ringum
trúðvirði og misáliti. Men hygg so
at honum nú.
Eydna undirstrikar, at tað krev
ur hart arbeiði at endurbyggja sítt
trúðvirði.
– Tað er ongantíð ov seint at
gera nakað við eitt lágt trúvirði.
Fyri at Annika Olsen skal rætta
upp á støðuna, noyðist hon at vera
púra greið í sínum holdningum og
í sínum politikki komandi tíðina.
Hon má ansa sær, hvussu hon út
talar seg, og hon má hugsa sera
væl um, hvussu hon raðfestir pol
itiska arbeiðið. Loysnin er at vísa
borgarunum, at hon veruliga er
har fyri teirra skyld. Trúðvirði
verður jú tengt at fortíðini, sam
anborið við nútíðina – og sett í
mun til framtíðina, og tað eru
bara borgararnir, sum gera av, hvar
trúðvirðið hjá politikarunum flýt
ur. Tað er lætt at bróta tað niður,
men tað ber eisini til at byggja tað
upp. Til tess krevst tilvitan, hart
arbeiði og tíð, sigur Eydna Skaale.
Annika Olsen fer upp í
Fólkaflokkinum aftur.
Hon skal standa á odda
fyri arbeiðnum at dagføra
flokkin og endurnýggja
stevnuskránna.
Løgtingið fellur
eitt uppskot frá
Fólkaflokkinum
um at velja
løgtingsnevndirnar
av nýggjum.
Fólkaflokkurin vildi
geva Anniku Olsen
ein nevndarsess, í
staðin fyri tann, sum
hon misti, tá hon tók
seg úr Framsókn.
Samgongan noktaði.
Annika Olsen boðar frá,
at hon stillar upp til
býráðsvalið. Hon er hart
ímóti, at tinglimir eisini
eru býráðslimir, men
við tað, at hon ongan
nevndarsess hevur,
heldur hon, at hetta er
ein gongd leið kortini.
Annika Olsen verður
vald inn í Tórshavnar
býráð. Hon er fyrst
valda umboð floksins,
við 332 atkvøðum.
Um trýtíðina skrivar
Annika Olsen undir
eina avtalu við
Heðin Mortensen
og Javnaðarflokkin.
Heðin Mortensen
skal vera borgarstjóri,
Annika Olsen skal vera
varaborgarstjóri.
Í Degi og Viku er
samrøða við Anniku
Olsen, har hon sigur, at
hon má virða fólksins
vilja, sum er at Heðin
Mortensen skal vera
býráðsformaður.
Um níggjutíðina
boðar Annika
Olsen frá, at hon
verður borgarstjóri
í eini samgongu
við Tjóðveldi og
Framsókn.
4.
februar
2016:
7.
oktobur
2016:
14.
oktobur
2016:
8.
novembur
2016:
9.
novembur
2016:
9.
novembur
2016:
9.
novembur
2016:
Eydna Skaale,
retorikari
Atkvøðutalið hjá Anniku Olsen
í valstøðunum í Tórshavnar
kommunu gjøgnum tíðirnar
Løgtingsval 2002: 134
Løgtingsval 2004: 152
Kommunuval 2004: 244
Fólkatingsval 2005: 111
Fólkatingsval 2007: 305
Løgtingsval 2008: 345
Kommunuval 2008:
stillaði ikki upp
Fólkatingsval 2011: 601
Løgtingsval 2011: 776
Kommunuval 2012:
stillaði ikki upp
Fólkatingval 2015: 777
Løgtingsval 2015: 501
Kommunuval 2016: 332