hósdagur 10. november 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 130
13
ÁRNI GREGERSEN
B
orgarstjóra-effektin
verður tað kallað. Hetta
tá ið borgarstjórar fáas
stóra undirtøku til eitt
kommunuval.
Og kommunuvalið týsdagin
var onki undantak, serliga hjá
borgarstjórunum í teimum stóru
og meðalstóru kommununum. Í
Havn, Klaksvík, Fuglafirði; runavík
og serliga Vestmanna fingu borgar
stjórarnir eitt sera gott val.
Av persónligum toppskorarum
so liggur Heðin Mortensen klárt
fremst við meira enn 2500 at
kvøðum. Tað er ein lítil afturgongd
í mun til valið fyri fýra árum síðani,
men kortini er hetta 16,4 prosent av
øllum atkvøðunum í Havn.
Men hyggja vit hvør fekk flestar
atkvøður, sæð í mun til hvussu
nógv fólk høvdu atkvøðurætt, so
er borgarstjórin í Verstamsanna
Pauli Trond Petersen klárt á odda.
Hann fekk 251 persónligar
atkvøður og tað er heili 28 prosent
av øllum møguligum atkvøðum
í Vestmanna. Verður hetta sett í
mun til tær atkvøður, sum vóru
brúktar í Vestmanna týskvøldið,
so fekk sitandi borgarstjórin triðju
hvørja atkvøðu.
Ein annar borgadrstjóri, sum
gjørdi eitt kanónghott val týs
kvøldið, var borgarstjórin á Eiði.
Sedinast skifti hann lista og
bleiv borgarstjóri. Tað sær út til
at hava lønt seg tí hesuferð fekk
hann 126 atkvøður og tað svarar
til 27 prosent av atkvøðunum til
bygdaráðsvalið á Eiði.
Ein annar borgarstjóri, sum
eisini fekk meira enn 20 prosent
av atkvøðunum, er Jóhannes Dan
ielsen í Nes kommunu.
Í klaksvík hevur Jógvan Skor
heim sitið í býráðsformanssess
inum í eitt valskeið, men at hann
hevur gjørt tað gott, sæst av at
kvøðutalinum hann fekk hetta
kvøldið.
Jógvan Skorheim sló øll met,
tá ið tað vísti seg, at borgarstjórin
fekk 728 persónligar atkvøður í
Klaksvík. Tað svarar til 19,3 prosent
av atkvøðunum. Akkurát í hesum
føri er verft at leggja til merkis, at
Jógvan Skorheim umboðar Nýtt
Sjálvstýri, sum fekk fýra fólk í
býráðið.
Steinbjørn O. Jacobsen átti
gamla persónliga metið við um 400
atkvøðum.
Pauli Trond Petersen
Vestmanna
Jógvan í Skorini
Eiði
Kristin Michelsen
Tvøroyri
Jóhannes Danielsen
Nes
Jógvan Skorheim
Klaksvík
Heðin Zachariassen
Sunda
Heðin Mortensen
Tórshavn
28%
27,1%
22,5%
20,4%
19,3%
16,9%
16,4%
VELJARIN FULT ÁLIT Á
BORGARSTJÓRUNUM
At vera borgarstjóri í einari stórari ella miðalstórari føroyskari
kommunu tryggjar afturval og álit frá veljarunum